týsdagur 26. mars 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
|
|
Nr. 59 — 26. mars 1991
Síða 3
Ingeborg afturvald
Væl mannaði aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag gav
neyndini sín fulla stuðul. Ingeborg Vinther varð afturvald uttan at-
kvødugreidslu
Sjåldan hava so nógv fólk
verið á aðalfundi í Føroya
Arbeiðarafelag sum hesu
ferð. Fundarfólkið á fund-
inum, ið var fríggjadagin og
leygardagin, var yvir 100 í
tali.
Nevndin i — Føroya
Arbeidarafelag fekk sin
fulla studul frå fundinum.
Soleidis må tad tulkast, tå
Ingeborg Vinther, Thorleif
Augustinussen og Elias
Hansen gil vórðu afturvald.
Ingeborg Vinther varð eis-
ini afturvald sum forkvinna,
men uttan atkvguðgreiðslu,
tí eingin stillaði upp ímíti
henni.
Á fundinum varð greitt frá
uppskotinum hjá felagnum
til nýggja sáttmálan. Eisini
fingu limirnir frágreiðing
um krøvini, arbeiðsgevar-
arnir far at seta fram. Tad er
nakað væl ímillum, hvat
partarnir báðir ætla sær at
fáa burturúr, tá teir metast
við samráðingarborðið í
næsta mánaði.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í arbeið-
aramálum, var boðin við á
fundin at greiða frá ætlanini
at seta arbeiðsloysistrygg-
ing og arbeiðsávísing í verk.
Tosað varð nógv um,
hvussu ein slík skipan eigur
at síggja út Fólk vórðu
samd um, at vit eiga ikki at
seta mark millum fakini
sum í Danmark L.d., tí tað
ræður eisini um at tryggja,
at fólk i Føroyum fyrst av
øllum fáa tað arbeiði, ið er í
Føroyum.
randi
Avvardandi pinast
Tá ein sjúklingur kemur heim beint eftir skurðviðgerðina, hava tey
avvarðandi tað eisini ringt, tí tey kenna seg hjálparleys, sigur ein,
sum hevur roynt at fáa sjúkling heim beint eftir skurðviðgerð,
ússaligan og við nógvari pínu
Ein máti, sum Landssjúkra-
húsið sparir, er at stytta um
innleggingartíðina hjá
sjúklingunum. Sjúklingar-
nir verða fyrr enn áður út-
skrivaðir eftir viðgerðina.
Tað hevur verið funnist
eitt sindur at hesum. Sjúkra-
húsið sigur sjálvsagt, at tað
er forsvarligt. Sjúklingarnir
sjálvir havaeinki felag, sum
kann siga, hvat henda spar-
ingin merkir fyri sjúkling-
arnar.
Eittslíkt felag átti at verið,
heldur ein, sum varðar av
sjúklingi. Tílík feløg finnast
í ødrum londum.
- Tann, sum ikki hevur
roynt tað, dugir ikki at
hugsa sær til, hvussu torført
tað er fyri familjuna alla, tá
sjúklingar koma so tíðliga
heim av sjúkrahúsi. Tveir
teir fyrstu dagarnir vóru ein
sonn pína fyri okkum, sigur
ein avvardandi, sum ikki
leggur í at siga sítt navn, tí
hon er bara ein av mongum.
Tað er ikki av tilvild, at
sjúklingart vanliga liggja á
sjúkrahúsi nakrar dagar eftir
t.d. skurðviðgerð. Tey eru
ússalig, hava kanska ilt og
mugu hava hjálp til hetta og
hatta. Nú verða sjúklingar
ofta sendir heim beint eftir
viðgerðina. Er sjúkran eitt
beinbrot t.d., bilar kanska
ikki sonógv, um sjúklingur-
in verður endur heim bein-
anvegin, men tað eru aðrar
álvarsligari sjúkur.
ØLL LÍÐA
Øll líða undir hesum. Ikki
bara sjúklingurin, men eis-
ini familjan. Sjúklingurin
heldur seg vera eitt haft um
beinið á familjuni, tí hann
einki orkar. Hann kann hava
ilt og kenna seg ótryggan
við at vera sendur heim.
áðrenn hann er komin fyri
seg. Tað kann so aftur hava
við sær, at hann fer inn í seg
sjálvan, eisini fyri íkki at
gera hini heima bangin.
- Tað vóru ræðuligir
dagar fyri okkum onnur
eisini, ti vit sóu, hvussu
ringt sjúklingurin hevði tað,
men vit stóðu hjálparleys,
sigur tann avvarðandi kon-
an.
- Eg vil bara gera vart við,
at sparing upp á henda
mátan er ómenniskjalig.
Hetta kunnu vit ikki bjóða
fólki, hvorki sjúklingum
ella avvarðandi, sigur tann
avvarðandi, sum vil hava
politikararnar at hugsa um
sjúklingarnar eisini, tá teir
samtykkja slíkar sparingar.
randi
Leygarkvøldid var ein
hestur 6heppin og fekk
eitt bein niðurmillum í
rulliportrinum úti á
Norðasta Horni.
Illa gekst at fáa hestin
Tríggir ungir mans í
Havn vórðu leygar-
náttina væl og virdiliga
kannaðir á politistødini.
Løgreglan stedgadi
teimum í bili og fekk ill-
gruna um, at bilførarin
var ávirkaður av rúsevn-
um og/ella rúsdrekka.
Leygarnáttina fór ein
bilur útav vegnum í
Kaldbaksbotni. Fimm
fólk vóru í bilinum.
Bilførarin sjálvur var
tann einasti, sum fekk
skaða. Hanm breyt
beinið og varð fluttur á
Landssjúkrahúsið.
Mánanáttina komu boð
til løgregluna í Eystur-
oynni, at brotið var inn í
svimjihøllina í Fugla-
firði.
Tá løgregaln kom á
staðið, lógu teir ungu
dreingirnir og svambl-
Gjáramorgunin fekk
løgreglan í Havn boð
um, at innbrot í viku-
skiftinum er framt í tveir
bilar, sum stóðu við eina
bilasølu á Vegnum
Nú eina tíð verður javn-
an brotið inn í bátar á
Tvøroyri.
Í einum båti i
båtahylinum å Tvørå-
bakka er ein borimask-
ina, og í einum gðrum
ein lensipumpa.
Sunnunáttina = varð
brotið inn umborð á
Máttu drepa hestin
Brutu inn
fyri at svimja
Innbrot í bilar
Herverk á bátar
leysan aftur. djóralækn-
in kom, og hann sá, at
hesturin hevði fingið so
stóran skaða av óhapp-
inum, at hesturin mátti
drepast.
Tiknir við hashi
Hålvt gramm av hashi
hevdi bilføarin uppiå
sær, og annar av hinum
hevði ry gramm
Menninir
stóðini til dagin eftir
Hashið varð utíkið fr
8 id
teimum, og teir fåa bót
voru
Breyt beinið
Bilurin fór rættiliga
illa.
Løgreglan man hava
havt illgruna um, at bil-
førarin var åvirkadur av
rúsdrekka, tí blóðroynd
varð tíkin av honum.
aðu í hylinum.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, brotið er inn í
svimjihøllina í Fugla-
firði, og heldur ikki
fyrstu ferð, at innbrots-
menninir eru farnir útí á
vitjanini.
Langa í Hoyvík.
Í øðrum bilinum eru
útvarpstól og hátalarar
tikin, í hinum útvarpstól
og forsterkari.
Krosstindi, sum lá á
Tvøroyri. Einki er stol-
ið, men eldsløkkjarar
eru tómdir, so tað var eitt
verri upptak.
I Vági hevði onkur
«end umborð á Jóhonnu
g brotið kumpassina.
——— —————— I ————————