Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mars 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 — 27. mars 1991 — Ernst Hansen, Nykur Ringur stemningur millum virkini -Felagsskapurin er burtur i Råfiskakeyparafelagnum, sigur hann Nyggja uppbodssølan hevur ført vid sær, at øngin felagsskapur er longur i Råfiskakeypara- felagnum. —Telefonuppbodssølan er avgjørt ikki nakað fyrimunur fyri virkini. Fiskurin er vordin dyrari at keypa, talan er f dag um ein heilt 6veruligan pris. Fyri okkum er tad eisini négv ringari at leggja ætlanir, ti nå er alt so Óvist, tå veist ikki um tú hevur fiskin, fyrr enn hann er landaður, sigur Ernst Hansen. Sjúrður J acobsen, Nykur hevur keypt eina last frá Saturn á telefon- uppbodssøluni. Tá fór upsin fyri 8,50 kr. --Vit bjóðaðu uppá hesa last, tí vit høvdu sett okkum fyri, at vit skuldu hava hesa. Saturn hevur seinastu 10 árini avreitt til okkum, og vit fóru ikki at lata aðrar fara við lastini, sigur Ernst Hansen. --Onkur bjóðaði 8,25 kr. uttanum telefonuppboðs- søluna, fyri upsan, hetta var meginparturin av lastini. Og vit vita, at hetta virkið bjóðaði við væl- signinsi frá einum før- oyskum banka. Tað verður ringt hjá okkum, um vit skulu bjóða uppá fisk í kapping við føroysku peninga- stovnarnar, sigur Ernst Hansen. IKKI OV STÓR Ernst Hansen sigur, at tað er ikki heilt rætt at siga, at flakavirkini hava gjørt skeivar íløgur og eru tí og stór og dýr. --Tey góðu árini „fyrst í áttati árunum, gekk illa hjá skipum at sleppa av Harfrost Vit eru væl fyri við fiskin, tí vórðu flaka- virkini útbygd. Nú er vent í holuni, men tá varð neyðugt at víðka, sigur Emst Hansen. Råvørunøgdin hjá Nyki er nógv minkað. --Tað var ein dáragerð av landsins mynduleikum, at lata Snodda fara. Frá honum mistu vit 2000 tons um árið. Nykur klárar 7-8000 tons, men fekk ikki meir enn 5000 tons í fjør, sigur Ernst Hansen. jústinus Flakavirkið hjá okkum nýtis als ikki sama skiftisavlop, sum tey dýru í landinum, sigur hann Flakavirkið Harfrost í Fuglafirði er ikki illa fyri figgjarliga og ongin før- oyskur peningastovnur er at óttast hjá leiðsluni í løtuni. Vit hava siglt vid små- um seglum og eru heilt ørvisi stilladir enn tey flakavírkið, som háva bygt út í góðu tíðunum. Hjá okkum hongur ikki øll møgulig skuld uppí virk- inum og tí tørva vit ikki sama sama høga skiftis- avlop, sum mong onnur, sigur Sjúrður Jacobsen, stjóri. Harfrost kláraði at rinda 1 rentur og avdrøg í før og nakað væl afturat, sigur Sjúrður Jacobsen. --Satt at siga, so tóku vit móti ov nógvari råvøru í fjør, 4000 tons. Fyri eitt virkið av okkara stødd er nóg mikið við 2500-3000 tons, sigur Sjúrður Jacob sen Harfrost hvri i í fyrr árið at keypa fisk fyri hægri prís enn minsta- prísin. Hetta var neyðugt tá, fyri at kappast við tey stóru um råvøruna. Tí er telefonuppbodssølan ikki nakað nýtt fyri Harfrost jústinus Snarfrost í Miðvági: Ridlar ikki > --Tó fáa vit nógv ov lítið av rávóru, sigur Jason Johan- nesen, stjóri Bankarnir standa ikki og duka harðliga á dyrnar á flakavirkinum í Miðvági í løtuni, men flakavirkið er ikki væl fyri. —Vit fáa als ikki nóg mikið av rávgru og fiskurin er vorðin dýrari at keypa, sigur Jason Johan- nesen, stjóri á Snarfrost. Rávgrunggdin er minkað heilt munandi. Í 1983 tók Snarfrost móti 7600 tonsum, í fjør tók virkið móti 4695 tons. —I 1983 lótu vit 1169 tons til onnur virki, tí vit kláraðu ikki at arbeiða undan, sigur Jason Joha- nnesen. —I dag klárar virkið at hagreiða 8000 tons árliga. Høvdu vit fingið 5000, so eru vit nøgdir. HØRD KAPPING —Vit hava klára at rindað rentur og avdrøg tey flestu árini, tó okkurt árið ikki, men kappingin er hørd, tå vit hugsa um virkir uttanlanda, sum framleiða somu vøru, sigur 2 Jason Johannesen. stóru útreiðslupostum, rokningin til SEV, so er streymprísurin dupult so høgur í Føroyum , sum eitt nå i Danmark. Tå vit hugsa um hvussu óreglulig streymveitingin er, so er prísurin fýra ferðir so stórur fyri hvønn kilowatt tíma. Tí fer streymurin klokkan 08:05 , lá fólkið er komið til arbeiðis, so skal virkið rinda teimum tveir tímar, sjálvt um tey verða send til hús, og hetta hendur ofta í Vágunum, sigur Jason Johannesen jústinus BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri fólk úr bygd og í bý Pf. BILRØKT Akranesgeta 11 - Tlf. 15556 OKKARA GÓÐSKA - TIN TRYGD