Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. apríl 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 6. apríl 1991 = tidindabladid S0Sjalurin Risaordri frá amerikanarum: Latið okkum fáa 40 útróðrarhátar Albert Mortensen: >Bátarnir kosta góða millión at gera, so hetta er ein samanlagdur ordri uppá einar 50 milliónir. Og alt arbeiði í sambandi við bátarnar verður gjørt í Føroyum innan årslok.« Gjøgnum skipsmeklara- virkid hjå Alberti Morten- sen å Argjum hava føroy- ingar fingid ein risaordra frå amerikanarum, sum kemur at leggja einar 50 milliónir eftir seg i Føroy- um, tá hann endaliga er avgreiddur. Albert Mortensen er ein av høvudsmonn- unum í sambandi við risastóra bátaordran úr Amerika. Mynd: Kalmar Aðalstein Anthoniussen: Avnoktar At glastrevjabåtaverk- smiðjan hjá Aðalsteini Anthoniussen í Runavík innan árslok skal framleiða heilar 40 bátar av slagnum AWI 33 er neyvan nakað, ið kann fara fram, uttan at nakar fær at vita av tí, og enn minni uttan at Aðal- stein sjálvur veit av tí. Men ikki minni letur til, at hann einki veit um hesa risaætlanina, ið umfatar glastrevjabåtar fyri 50 milliónir krónur. >Hatta má vera ein søga« Tá Sosialurin prátaði við hann hósdagin, segði hann tóra ordra >Vit hava herfyri latið tveir bátar til Grønlands, og skulu seinni lata tveir aftrat. Tað er alt, sum hendir við útflutningi fyri okkara viðkomandi i løt- uni< Bert ein bát í gerð Einasti bátur, sum sam- bært honum er í gerð á verksmiðjuni í Runavík, er at ein stórur brunnbátur til Mortan Johannesen er í gerð. >Vit arbeiða alla tíðina við at finna útflutnings- møguleikar, men hatta við hasum 40 bátunum kenni eg altso einki til,« var ein asta viðmerkingin hósdag- Talan er um at byggja og liðugtútgera 40 útróðrar- bátar, ið verða av slagnum AWI 33. Bátarnir koma at kosta góða millión stykki, so samlaði ordrin er uppá ein- ar 50 milliónir krónur. Sum skilst, eru tað amer- ikanarar úr Seattle og Al- aska, ið hava vent sær til føroyingar fyri at fáa hetta umfatandi samstarv í lag. Alt gerast í Føroyum >Alt arbeiði í sambandi við hendan stóra ordra verður gjørt í Føroyum,« sigur Albert Mortensen við Sosialin. >Bátarnir verða gjørdir í Runavík, snellur Byggjast skulu ikki færri enn 40 AWI 33 bátar fyri 50 milliónir krónur. Mynd: Kalmar og linuspøl koma úr Vág- unum og so framvegis.< Umframt sjálvt tað stóra arbeiðið, verða allir smá- lutir í sambandi við bátar- nar eisini avgreiddir her. Teir 40 bátarnir skulu rógva út innan fyri triggjar fjórðingar í Alaska, og koma teir bæði at royna við línu og við snellu. „Bátarnir skulu lata veiðuna til trý stór fram- leiðsluskip,< sigur Albert. >Ætlanin er so fyri tað mesta at heilfrysta fiskin og so flyta hann til Føroya til virkingar.< Fáa kvotur Bátarnir koma at fáa kvotur og loyvi at fiska á sjógki, ið trolararnir ikki sleppa framat. >Hetta verður fyrstafloks fiskur, tí fyri tað fyrsta er hann ikki fiskadur við troli, men við húki, og fyri tað næsta er fiskurin ong- antíð meira enn daggamal, tá hann kemur umborð á framleiðsluskipini.< Albert Mortensen sigur, at eftirlitið við fiskinum eisini verður sera strangt, so borgan er fyri góðum fiski allan vegin igjøgnum. >Vanliga fiska bátar av hesi støddini i Føroyum ikki meira enn eini 100 tons årliga, tå væl gongst, men harv yviri fiska teir nógv meira — eini 500 tons,< sigur Albert. »So samlaða nøgdin, vit kunnu fáa hendanvegin av fiski til virkingar, kann koma at liggja um eini 20.000 tons årliga.« Føroyingar skulu vid Sum skilst er eisini ætl- anin at føroyingar fara at vera vid fleiri av båtunum, so i mangar måtar kemur hendan stóra verkætlanin at gagna landi og fólki her Bátarnir skulu fiska við línu og snellu, og reiðskapurin til hetta verður gjórdur í Mið- vági. Mynd: Kalmar í rættiliga stóran mun, nú arbeiðsloysi vindur uppá seg og líuð er at gera. >Hetta er bert tann fyrsti ordrin av hesum slagnum, og væntandi kann rættiliga nógv koma burturúr hesum framyvir,< sigur Albert Mortensen, ið longu á nýggjárinum >avdúkaði<, at hann hevði okkurt spennandi í kvittanum. Hetta var so tað! hj.