Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

siða Treytin fyri trygdarøki fyri kurdar: Nr. 69 — 13. apríl 1991 Irak skal góðtaka tað — sigur ST-aðalskrivarin Hóast nógv verður tosað og fundast í ST og teim- um einsteku limalondun- um um steðuna hjá kurd- um, rekist lítið fyri eini loysn á trupulleikunum hjá hesum forfylgda fólki. Alt meðan londini í trygdarráðnum hjá ST keglast um, antin tað er rætt at skipa eina trygdar- sonu ella ikki, halda her- deildirnar hjá Saddam fram við at eftir verjuleysu kurdunum. Hetta eisini hóast amerikanska stjórn- 1 hevur ávarað Irak, at gevst tað ikki við morð- Hussein skjóta unum á kurdar, so fer USA at leggja uppí við hermegi. Nú hevur so ST-aðal- skrivarin Perez de Cuellar tikið blaðið frá munninum og úttalað seg um sein- asta bretska uppskotið um eina trygdarsonu. Hann sigur, at ein slík sona bert kann gerast veruleiki, um Irak góð- tekur hana. Alt annað vil vera uppílegging í innan- ladns viðurskifti í Irak, og tað hevur ST í hvussu so er ikki loyvi til sambært reglunum fyri ST, sigur hann. Amerikanski sendiharr- in í ST, Thomas Picke- ring, segði við bretsku sjónvarpssteðina BBC í gjár, at hetta uttan iva verður ein løgfrødisligur spurningur at greiða. Hann sigur, at tå Irak gjørdi innrås i Kuwait, var tað mett sum ein nýggj steða og ein hóttan móti heimsfriðinum. Nú Sadd- am Hussein er farin í hern- að móti sínum egna fólki og hóttir við at týna eitt heilt fólk — kurdarnar — so er tað eisini at meta sum ein nýggj steða, og tí eigur ST eisini at meta hana sum so. Meiningakanningar í USA vísa, at fleiri og fleiri amerikanarar taka undir við, at fólkadrápið í Irak verður steðgað og um neyðugt við hernaðarlig- ari uppílegging. Men enn hevur Bush forseti so hild- ið seg til sína festu steðu, sum er ikki at leggja uppí vid våpnamegi. Higartil hevur EF tikið undir við einum bretskum uppskoti um eina trygdar- sonu í Norðurirak. Nú hava so tveir av ovastu leiðarunum í EF havt fund við ST-aðalskrivaran og amerikanska forsetan um steðuna. Teir eru Jacques Delors og Jacqu- es Santer og hava teir gjørt greitt, at EF ikki longur gongur inn fyri at leggja málið um eina trygdarsonu inn fyri ST, men heldur ynskir, at ST tekur sær av tí humani- tera hjálpararbeiðinum um somu tíð sum avgerðin hjá USA um at seta for- boð fyri hernaðarligum virksemi í Norðurirak, verður stuðlað. Á tann hátt slepst undan hjá ST at leggja seg út í viður- skifti i Irak við stríðs- megi. Og tað hevði eisini kunnað givið kurdum ta fatan, at ST var fyri at lata teimum eitt heim- land, nakað, sum hverki EF, USA ella londini í ok- inum eru sinnað til. Norðurlond og EF: Íslendingar misnogdir við norsk fiskivinnukrøv Samráðingarnar millum EFTA og EF um eina samarbeiðsavtalu halda fram, men enn eru ikki all- ar súðir syftar. Hóast langt er komið í samráð- ingunum um nógv týð- andi mál, so er tað fram- vegis fiskivinnan, sum spøkir. EF-lond sum Spania krevja nevniliga at fáa fiskirættindi í norskum og íslendskum sjógvi fyri at ganga við til eina avtalu um onnur eki eisini. Men hesum hava serliga norð- menn higartil sýtt fyri og teir hava sett hart móti herðum. Tað kann als ikki koma upp á tal at geva t.d. sponskum fiskiskip- um loyvi at fiska í norsk- um sjógvi í framtíðini. Somu steðu hava íslend- ingar. Men norsku krevini um eins treytir fyri fiskivinn- una í ellum EFTA-londun- um, hava nú fingið eitt av hinum limalondunum í EFTA, Ísland, at tala at. Íslendingar halda tað vera rímuligt, at teir sum fiski- vinnutjóð burturav fáa serskipanir við EF á fiski- vinnuøkinum. Íslendingar halda ikki, at Noreg og Is- land kunnu rokna við at fáa somu avtalu við EF, tá tað snýr seg um fiskivinn- una, tí steðan hjá londun- um er so ymisk á hesum økinum. Stødan hjå Noregi og Is- landi er nevniliga ikki tann sama, tá tað snýr seg um fiskivinnuna. Meðan fiskivinna í Noregi verður mett sum regionalpoli- tikkur, so er hon fyri ís- lendingar sjálvt tilveru- grundarlagið. Íslendski uttanríkisráð- harrin Jon Baldvin Hanni- balsson sigur við norska blaðið Aftenposten, at Noreg er ein rík ídnaðar- tjóð og heldur, at Noreg kann vinna fyrimunir á eðrum økjum, um norð- menn lora eitt sindur út í krevum sínum í fiski- vinnusamráðingum við EF. — Týdningurin, fiski- vinnan hevur fyri Noreg og Ísland kann als ikki sammetast. Um somu tíð sum fiskurin bert er 5-7% av samlaða norska út- flutninginum, er hann 80% av tí íslendska, sigur Jon Baldvin. Eingir íslendskir stjórn- arlimir hava alment viljað mótmælt teimum norsku samráðingarkrevunum i Briissel. Men bæði fiski- málaráðharrin og uttan- ríkisráðharrin avdúka eina stóra misnøgd yvir, at Noreg forðar fyri var- andi serskipanum fyri ís- lendska fiskiídnaðin, skrivar = tíðindamaðurin hjá Aftenposten úr Reykjavík. Íslendingar halda ikki, at EF kann lata norð- monnum somu fyrimunir sum Íslandi, rætt og slætt tí, at fiskivinnan ikki er av altavgerandi týdningi fyri norska búskapin. Ísland kann ikki góðtaka kravið hjá EF um fría atgongd til onnur EF-lond í íslendsk- um sjógvi. Teir bera ótta fyri, at havøkini millum Grenland, Ísland og Noreg skal gerast eitt slag av einum europeiskum havi, har allir berjast móti ollum um tann avmarkaða fiskin. —Klára okkum uttan fyri EF Íslendski forsætisráðharr- in, Steingrímur Hermans- son, sigur við Aftenpost- en, at Island er ført fyri at klára seg uttanfyri EF, eisini um onnur Norður- lond gerast limir. Hetta er sambært norska blaðnum eisini sjónarmiðið í polit- isku flokkunum og í ís- lendska vinnulívinum. Ís- lendski uttanríkisráðharr- in heldur annars fyri, at fiskivinnupolitikkurin hjá EF er ein vanlukka, sum á ongan hátt kann laga seg til tervin hjá íslend- ingum. Og tí er steðan fyri ís- lendingar púra greið: uttan serskipanir fyri fiskivinnuna, sum íslend- ingar kunnu góðtaka, verður eingin EØS-avtala fyri Ísland. — Vit hava leingi stríðst fyri fiskirættindunum á havinum og vunnið tey. Hesi fara vit ikki at lata frá okkum við samráðing- arborðið, sigur ídnaðar- málaráðharrin Jon Sig- urdsson við Aftenposten. Hann leggur afturat, at verður fiskivinnuspurn- ingurin loystur, so eru ís- lendingar positivir mót- vegis EF. — Vit útiloka ikki lima- skap, men allir íslendingar eru samdir um, at lima- skapur ikki stendur á skránni við altingsvalið 20. apríl, sigur formaður í altingsbólkinum hjá Sjálvstæðisflokkinum, Olaf Einarsson. Kunnu íslendingar fáa eina góða EQS-avtalu við EF, so halda nógvir polit- ikarar, at spurningurin um limaskap liggur langt úti í framtíðini. Blaðið leggur afturat, at uttan- ríkisráðharrin er bjart- skygdur. Til minnis um Danjal á Breyt Tann fitti maðurin í grannahúsinum er farin, er sovnaður inn í ævinleikan. Hann, ið elsk- aði várið, fekk ikki hesuferð hevi til at sita vestan fyri húsini og kenna hitan frá fyrstu sólargeislunum. Várið og summarið góvu gamla vinmanninum nýggja megi, so hann aftur kundi fara undir eitt kalt heyst og ein harðan vetur. Hetta várið skuldi ikki verða hansara. Gerandismyndin í Nesi er broytt, við koks- gluggan situr eingin Dånjal, einki gamla- mannabros og vink kemur haðani. Ongar heitar, rukkutar, krókutar gamlar hendur, ið altíð vóru klárar at hita keldu fingrar okk- ara. Eingin lág redd, ið bjóðar til te og sjáld- samar pannukøkur. Eingi prát longur, um lívsins loyndarmál. Ongar stuttligar segur: um slupptúrin, kornhúsið, neytini, tann villa tarvin og gerandisleturnar. Alt er vorðið sega. Í okkara stutta lívi var Dánjal á Breyt sum ein abbi fyri okkum. Hann gav sær altíð tíð at lurta eftir okkara áhugamálum, okkara ferðafrásegnum og okkara skúladegi. Hann sat friðarligur og lýddi á, hevði so altíð okkurt stuttligt at leggja afturat, okkurt sum vit, á ein ella annan hátt lærdu av. Tað, sum gjørdi lotuna saman við granna- manninum so hugnaliga var, at hann hevði upplivað so nógv, hevði livað í eini heilt aðr- ari tíð, kendi forfedrar okkara og nógvar Nesbúgvar, ið vit bert kendu nevnini á. Hevði upplivað tveir veraldarbardagar, 30- ini, 60-ini, góðu 80-ini og livdi sum gamalur í eini tíð, ið ikki altíð var lett at skilja. Dánjali var lagt lív lagað, heili 91 ár. Vit fingu ta gleði at kenna henda sjáldsama mann og binda vinabond, ið góvu okkum mangar minniligar letur. Við ljósloga lýsa vit frið yvir minnini um gamla grannan. Vinkonurnar úr grannahúsinum