Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Seinast í 70'unum og fyrst í 80'unum var eitt tað heit- asta navnið í donskum rocktónleiki bólkurin Mal- urt. Ungdómurin í dag kenn- ist kanska ikki við navnið, men tá tey hoyra Michael Falch nevndan, ringir 6- ivad onkur klokka uppi i hugsiverkinum. Tað var nevniliga i hes- um bólkinum, at hesin kendi sangarin og film- sjónleikarin byrjaði sína »karrieru«. Bólkurin hevur júst gjørt come back á danska rock- pallinum, og hevur hetta eydnast sera væl. Malurt er vælumtóktur sum ongantíð fyrr, og í løt- uni hava teir fimm tónleik- ararnir lítlan steðg fyri síð- ani at fara á konsertrund- ferð í Danmark so at siga út í eitt til einaferð í aug- ust. Føroyingur við i Malurt Men hendan greinin skuldi ikki so nógv vera søgan um ein danskan rockbólk, men meira um, at ein føroyingur er við í hesum bólki. Tað er 35 ára gamli Dia Nielsen, sum er úr Salt- angará, men hevur búð niðri tey nógvu síðstu ár- ini. Danski rock-bólkurin Malurt, sum hevur føroyskan bass- spælara — Dia Nielsen. Her ein mynd frå fyrst i 80'unum Aftast frå vinstru: Christian Arent, Peter Mors, Dia Nielsen og Tete Pete. Fremst situr Michael Falch 13. april 1991 Og nú bólkurin er komin fram aftur, er Dia eisini við sum í teimum góðu gomlu døgunum. >Ja, vit hava savnað bólkin saman aftur, men tað var meira tilvildarligt, at tað hendi,< sigur hann. >Michael Falch gav herfyri sjálvur eina plátu út, og meðan øll roknaðu við, at hann nú fór at ferðast runt við egnum bólki í sam- bandi við útgávuna, gjørdi hann tað, at hann bað okk- um >gomlu< um at koma vid sær, eftir at vit høvdu spælt saman fyri fyrstu ferð í nógv ár á Roskilde festivalinum í fjørsumm- ar.< Útselt eftir bara fimm tímum Dia sigur, at teir á rund- ferðini við tónleikinum hjá Michael Falch stórt sæð hava spælt á stóðum, ið rúma einum 500 fólkum tíðindablaðið Føroyingurin Dia Nielsen spælir vid danska bólkinum Malurt: >Tað byrjaði, lá í eg bad Michael Falch lana mær bassin« men at tað hevur verið fullsett allastaðni. „Fleiri søgdu við okk- um, áðrenn vit fóru, at tað var naivt av okkum ikki at spæla á stórri støðum, men vit vildu altso ikki gloypa Ov stórum bita, tá vit jú frammanundan ikki kundu vita, hvussu tað fór at gangast,< sigur Dia. >Men væl hevur gingist, og eg veit frá onkrum av stød- unum, har vit hava spælt, at alt var útselt eftir bara fimm tímum.< Tað, sum Malurt mest hevur spælt á hesi ferðini, hava sjálvsagt verið løgini, sum eru á >Tossede ver- den<, ið nýggja plátan hjá Michael Falch eitur, men so hevur eisini okkurt av gomlum tilfari verið uppii. Ég má siga, at vit hava havt tað stuttligt, og tað er spæligleðin er uppá sum x tað mesta, nú vit ferðast Nú hava vit so 50101018 ein lítlan stødg, men sein- ast í hesum månadinum fara vit á rundferð, og tá verður tað burturav okkara egni Malurt-tónleikur, ið er á skránni.< Byrjaði við einari lítlari lýsing Dia fortelur eitt sindur frá, hvussu bólkurin varð til: >Tað byrjaði við einari lítlari lýsing, har trummu- slåarin søkti eftir >pro- gressivum bólki<, so hann kundi fáa onkran at spæla saman við. Hesa lýsingina sá Michael Falch, og hann setu seg so í samband við Peter Mors, sum trummu- sláarin eitur, hóast hann ikki hevði nakran bólk aftrat sær,< sigur Dia. >Men hann mundi tó halda seg vera progressivan. So við og við fingu hesir an, so bólkurin byrjaði at spæla ymsastaðni. Dia var tó ikki við hesa fyrstu tíðina. Bað um at lána bassin >Tá eg kom inn í mynd- ina, var tað so sanniliga eisini meira ella minni av tilvild,< greiðir Dia frá. >Tað var soleiðis, at kona Michael Falch hevði ein beiggja, sum var vinmaður hjá beiggja Gitte, ið er kona mín, og soleiðis kom eg at kenna hinar í bólk- inum, ti teir skuldu brúka nakrar ljósmyndir í sam- bandi við eina framførslu. Eg hevði tíkið nógv ljós- myndir og tílíkt, so ta upp- gåvuna fekk eg so.< Meðan teir so hetta eina kveldið vóru í ferð við at rigga til, spurdi Dia, um hann ikki kundi sleppa at royna bassin eina løtu Um tað mundið spæld- ið Michael Falch bass í bólkinum, men hevði rættiliga góðan hug at gera meira við akkustiskan gui- tar,< sigur Dia. >Ég tók so bassin og sat og spældi okkurt smávegis á honum, og lá teir so sóu, at eg dugdi at fáast við ein bass- guitar, var eg at kalla beinanvegin við í bólk- inum. Hetta var í 1978.« Nakað seinni var tað so, at bólkurin fekk navnið Malurt: >Vit skuldu finna eitt navn til bólkin, og av tó at vit hildu hetta navnið hóska væl, varð tað tað, vit komu at eita. Malurt er nakað, sum er bitturt, og tað hildu vit ljóða væl og kanska eisini hóska væl til tónleikin hjá okkum.< Spældi við Cosmos Factory Aðrenn Dia fór niður til >