Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Danmarkar at lesa fyrst í 70'unum, spældi hann við í einum av dansibólk- unum, sum tá vóru frammi, so hagani hevði hann kunnleika til, hvussu ein bassguitar skuldi brúk- ast. >Ja, eg spældi við bólk- inum Cosmos Factory í nøkur ár, og vit ferðaðust runt og spældu ul dans ymsastaðni,< sigur hann. >Har spældi eg saman við Anfinn Olsen, Eiler Østerø og Jaspur Rasmussen.« Í 1984 góvust annars Malurt at spæla, og frá tá og til nú í fjørsummar hevði Dia einki spælt: »So fingrarnir vóru eitt sindur eymir í fyrstuni, tá vit byrjaðu at spæla saman aftur í Malurt, men tað hevur verið stuttligt.< Hann sigur, at tá teir í sinan tíð byrjaðu, vóru teir ikki tekniskt so góðir, men at tað meira hevur verið sjálv spæligleðin, ið hevur drivið verkið. >Tá vit so góvust í 1984, var tað kanska mest tí at spæligleðin ikki var tann sama, og at vit kanska høvdu hug at verða eitt sindur troyttir av hvørjum- ðrum, eftir at hava spælt saman so leingi,< sigur Dia. >Men sum sagt gong- ur tað nú aftur uppá tað besta.< Dia Nielsen í einum av teimum eyðkendu svørtu cowboy -jakk- unum, Malurt plagdu at ganga i. »Black Out« er heitið á einari av plátum teirra Dia sigur, at tónleikur teir spæla, best er egnaður at spæla í stórum hólum, og ikki minst uttandura, eitt nú í sambandi við festivalir, so sum Roskilde festivalin og annað. Hittast eisini i frítíðini Umframt at spæla sam- an, so koma teir fimm í Malurt eisini saman privat í frítíðini. »Eg og Michael búgva báðir her i Søborg, og hin- ir búgva allir eisini her Michael Falch er tann kendasti av teimum fimm, sum mannað Malurt Orð: Hilmar Jan nærhendis Keypmanna- havn,< sigur Dia. »So hó- ast bólkurin sjálvur ikki hevur verið til seinastu ár- ini, hava vit sæst alla tíð- ina.< Av teimum fimm eru tríggir, ið burturav hava tónleikin sum sítt livi- breyð, meðan Dia er tann einasti, ið hevur annað yrki. Hann er útlærdur byggifrødingur. I Søborg byr Dia so saman vid konuni Gitte, ið hann hitti i 1973. Hon er hålvføroysk. Saman hava tey so dóttr- ina Astrid, sum er hálvt- fjórða ára gomul. >Tú kanst róliga skriva, at hon er øgiliga fitt, tí tað er hon,< sigur Dia. Tann lítla dugir eisini eitt sindur av føroyskum, tí heima hjá teimum tosað tey føroyskt ul dagligt. Koma kanska til Føroya Spurdur, um tað er hugs- andi, at Malurt fara at leggja leiðina hendanveg- in, nú teir kortini hava før- oyskan bassspælara, sigur Dia, at tað ikki er nakað, hann hevur hugsað so álv- arsliga um. »Eg havi ikki sjálvur birt uppundir tankan á nakran hátt, men tað hevur ikki verið frítt, at hinir í bólk- inum hava havt tankan á lofti nakrar ferðir,< sigur Dia. >Nú hava teir náttúr- liga hoyrt so nóv um Før- oyar og soleiðis, at teir eru vorðnir eit sindur forvitnir eftir at vita, hvussu tær í veruleikanum eru.< Hinvegin er ein sovorðin Føroya-ferd hjá Malurt sera tengd at peningaliga spurninginum, ti tad er dýrt hjá einum bólki at ferðast við lj6dførum og øllum, sum harvið fylgir. „Hetta skal ikki skiljast sum so, at vit h.øvdu vilj- að havt nakran peningalig- an vinning burturúr, men helst skuldi ein ikki havt undirskot av tí, um ein ferð varð løgd til rættis til Føroya,« sigur Dia. »Men beinanvegin hevði tað í øllum fórum ikki verið, ti hesa komandi tíðina verða vit uppuknir fram til eina- ferð í august.« Hvussu verður og ikki, má tíðin sleppa at vísa, men stuttligt hevði nú ver- ið, um eitt sindur dryppaði burturav her heima í Før- oyum, nú Malurt tykist hava funnið stevið aftur... Nr. 69 — 13. apríl 1991 »Eg var ikki meira enn 13 ár, tá eg keypti tann fyrsta bilin, so tú skilir, at hetta við bilum og so- vorðnum er ikki nakað, ið brádliga hevur stung- ið seg uppá meg.< Tað er Sofus Hansen úr Havn, ið greiðir frá. Hann verður av mongum settur í sambandi við flottar bilar, skjóttkoyrandi motor- súkklur og annað á hasum vonginum, og ikki er tað heldur langt við síðuna av, tí hetta er tað, ein stórur partur av hansara tíð fer til — bæði arbeiðstíð og fritid. »Mær hevur altíð dámt sera væl at arbeiða uppá bilar, broyta, byggja út og sovorðið,< sigur hann. >Eins og hjá helst flestum gðrum dreingjum byrjaði tað við súkklu og knallert, og so hevur tað gingið víðari allan vegin uppeftir.« Setti motor i kassabil Millum annað setti So- fus einaferð motor í ein kassabil, so ikki kann sig- ast annað, enn at hugflog- 5 Tann fyrsti bilurin, hann keypti, var ein Toyota Co- rona, sum hann síðani setti í stand og seldi víðari. Og heldur ikki er ov nógv avgjørt, um sagt verður, at teir vakrastu bilarnir, sum koyra á før- oysku vegunum, hava ver- ið undir hansara kønu hond. Ikki minst liggur væl fyri, tá talan er um at sproyta bilar, sum skulu vera eitt sindur út yvir tað vanliga. >Hóast áhugin alla tíðina hevur verið har, og kanska eisini væl meira enn hjá øðrum, so var eg 25 ár, áðrenn eg varð útlærdur sum bilmekanikari,« sigur So- fus, sum nú er 37 ára gam- al. »Eg lærdi hjå Hans Jo- hannes Clementsen, sum hevði verkstað aftanfyri Sjónleikarhúsið.< >Nær verður hasin maðurin vaksin?« Umframt at arbeiða við bilum og gðrum akførum, hevur hann eisini fingist við annað arbeiði, ið má Sofus Hansen er einasti bilabyggjari í F øroyum: Listarverk fyri mæ I koma undir designer-fak- 10, so sum ymsar kulissur, konsertpallar og annað líknandi. Og hvør kennir ikki Jélabussin, sum var í Barnaløtuni í sjónvarp- inum undan jólum. Eisini iann var frá hansara hond. Somuleiðis hevur hann gjørt stóran part av inn- rætninginum å Restaurant Maxim å Argjum. Men hóast alt hetta, so eru tað alla tíðina bilarnir, :ð hava størsta áhugan: >Tað er sera stuttligt at beiða við bilum, broyta teir og fáa teir at síggja bæði vakrari og ødrvisi út nn teir gera framman- indan,« sigur Sofus. »Og so eru tað tey, ið iltíð ganga og spyrja, nær hasin maðurin verður iksin. Eg sigi bara fyri icg, at gamal verður ein í lum førum, um lív og tetlsa er ul tað, so eg aldi ikki at nakar skaði er t halda fast við dómin, eisini tá tað seg um hetta við um og sovorðnum.< á Nr. 69 — 13. apríl 1991 Hvat er list? Hetta er ein ikki sørt afturvendandi spurningur, ið sum oftast rennur fólki til hugs, tá tey síggja eitthvørt listarverk av tí mest abstrakta slagnum, sum hvórki høvd ella hali er á, men sum listarmaðurin sigur vera list. Tey meiri mentaðu vildu neyvan tikið undir, um sagt varð, at bila- bygging og annað í tí sambandi er list, men har mugu so vit minni mentaðu helst skera ígjógnum og siga, at víst kann so vera. Besta prógvið um tað er bilurin, Sofus Hansen í Havn er í ferð við at gera. Her er ikki bert talan um sanna list, men avbera vakra list við einum snerti av handverki uppii. Fekk aðru virdisløn Åhugi hansara fyri bilum hevur eisini lønad seg. Fyri tveimum árum síð- ani luttók Sofus við einum umbygdum fólkavogni á einari bilframsýning í Svgríki, og har vann hann samanlagt aðru virdisløn. Hendan >boblan< er nú til sólu fyri 50.000 krónur: „Fleiri hava spurt, men tað er altid vid ti fyri eyga at lata ein annan bil inn í staðin, men tað havi eg ikki so stóran hug tl,« sig- ur Sofus. Tá hann var yviri í Svø- ríki við >bobluni<, var Higartil hevur hesin bilurin — enn hevur hann einki navn fingið — staðið í gerð. Sofus ætlaði upprunaliga at fáa hann lidnan til eina svenska framsyn- ing í august, men tað fer neyvan at eydnast honum at fáa hann lidnan til tá. sera stórur áhugi fyri bil- inum, hvar hann so enn kom: »Vidhvørt slapp eg næstan ikki framat bil- inum aftur, um eg hevði sett hann frá mær og var farin okkurt grindi.< Føroyingar virða ikki slíkan vakurleika Sofus hevur ikki sort hug at fílast á, at føroying- ar als ikki duga at síggja, at hetta eins væl og kanska meira enn tað er list, sum at mál málningar og gera standmyndir: »Føroyingar duga ikki at virðismeta tað arbeiðið, ið liggur aftanfyri, men halda hetta vera eitt øgiligt tvætl, sum ikki er vert at tveita tíðina burtur til,< sigur hann. >Fólk kunnu leingi standa bergtikin av einum abstraktum málningi, meðan tey als ikki duga at síggja vakurleikan í einum snøggum bili, sum er eitt sindur meira enn ein kassi við hjólum undir.< Ger egnan bil frå grundini av Kortini tekur henda negativa støda, mong hava til hansara arbeidi, ikki dirvi frå honum. Nú er hann i ferð við at gera ein egnan bil frá grundini av. Tilfarið hann brúkar, stavar frá ymiskum lutum av øðrum bilum, hann hevur havt liggjandi. »Eg haldi, at her munnu fara lutir av einum 15-20 bilum í hendan bilin, sum eg eri í ferð við at gera,< sigur Sofus. >Ég havi nú arbeitt við honum í eini trý ella fýra ár, og nú er kom- ið rættiliga væl áleiðis. Fleiri ferðir hevur hann gjørt ymist á bilinum, tíkið tað av aftur og er byrjaður av nýggjum, men nú er bilurin — sum er gjørdur úr glastrevjum — um at fåa sitt endaliga skap. Tvær ferðir so nógvar hestar sum Stapin! Og tað er eitt skap! Fleiri av kendastu bil- merkjunum koma skjótt til skammar, verða tey í sniði samanborin við bilin, So- fus er í ferð við at gera. Hetta er ein rættur sportsvognur, og tá hann er liðugur, hevur hann ein 600 HK stóran motor, sum lættliga eigur at geva bil- inum eina ferð uppá 32- 330 km/t, um umstødurnar eru til at koyra so skjótt, eitt nú á týskum motor- vegi. Hestatalið kann eitt nú verða samanborið við mo- torin á Stapanum, ið hev- ur 300 HK! >Tá hesin bilurin er lið- ugur, farið at taka hann við mær á framsýningar,< sigur Sofus. >Meira ser- stakur bilurin er, stórri kjansur er fyri at vinna, so tá hesin jú er gjørdur frå grundini av, skuldi hann havt kjans til at gjørt eitt sindur um seg.< Listarverk fyri eina millión Ætlanin var upprunaliga at fáa bilin lidnan til au- gust mánað, men tað fer neyvan at eydnast, tí hetta arbeiðið krevur pengar, og Sofus má helst fáa einar 100.000 krónur til vega, skal hann klára at fáa bilin lidnan til í summar. Men hvussu nógv fer bilurin so at kosta honum, tá hann er liðguður? »Eg rokni vid, at hann fer at kosta einar 500.000 krónur, men tá havi eg ikki roknað arbeiðstímar- nar uppí,< sígur Sofus at enda við einum skeivum brosi. At arbeidstimarnir hava verið nógvir, er eingin loyna, so uttan nakran iva gl fr e) bye WS AD viku- SKITTIÓ Hendan >boblan< var við á einari bilfram- sýning uttanfyri Stockholm í fyrraárið, og vann Sofus tá sam- anlagt aðru virdisløn. 5.000 aðrir bilar vóru við á framsýningini, so tað sigur ikki so lítið um evnini hjá manninum. verður bilurin verdur yvir eina millión, tá hann verð- ur á vegnum. Og tá skulu vit hugsa um, at hetta ikki bert er ein vanligur bilur. Nei, hetta er eitt listar- verk fyri eina millión! Orð: Hilmar Jan Myndir: Kalmar