Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 18. apríl 1991 LØGTINGSMENN, roynist nú ikki sum skinklandi rossleypar!! Tað var Viderø, prestur sáli, sum í eini Olavsøku- prædiku brúkti hesa rám- andi mynd. Við mergjandi og vælvaldum orðum minti hann legtingsmenn- inar á, hver uppgáva teirra var. Sum landsins kosnu menn skuldu teir føra landspolitikk og ikki einstaklingapolitikk. Teir skuldu ikki vera sum skinklandi rossleypar. Tá ið eg valdi hesa yvir- skrift, so var tað tí at sit- andi landsstýriskona og menn hava longu roynst sum skinklandi rossleyp- ar. Vit hoyrdu longu hós- kveldið formannin í Hotel- sambandinum í Feroyum ovurglaðan, ja næstan gníggjandi sær í hendur- nar, siga frá, hvussu týdn- ingarmikil henda broyting kom at verða fyri hotell- ini. Ja, nú fóru teir at fáa javnvág, ja, yvirskot á ársroknskapinum. Men, segði hann, at teir høvdu eisini gjert eitt arbeiði við at liggja teimum fólka- valdu í oyrunum fyri at minna teir á, hvussu neyð- ugt tað var fyri teir, at teir fingu frítt rúsdrekkasalg. Tit hotelleigarar, sum nú gleða tykkum yvir at fáa yvirskot, ja so nógv yvirskot, at tit kunnu geva tykkum sjálvum nýggjan bil og konu tykk- ara eina nýggja skarta- gávu, gloymið ikki at hesir lutir eru keyptir fyri pening, sum blóð, tár, gremjan, hjúnabandslit og eydnuleys heim loga upp við!! Hann segði, at teir hevdu ligið teimum fólka- valdu í oyrunum. Hetta verður kallað fyri lobby- isma. Lobbyisma er eitt fremmant orð, sum sam- bært Gyldendals Fremmedordbog 8. revi- derede og stærkt foregede udgave síðu 260, hevur henda týdning: 1. Lobbying er det for- hold, at erhvervsorganisa- tioner pávirker lovgiverne (især USA) 2. Lobbyisma = koridor- politik, privatpersoners indflydelse pá politikerne. Lesið hesi tvey pettini um »lobbying« og »lobby- isme« enn einaferð, og tú hómar, hví land okkara er komið í ta syndarligu steðu, sum vit eru í. Lobbyisma er ein drep- andi sótt, og brýtur niður fólkaræði. Eisini er lobby- isma í stríð við Grundlóg- ina. Tí somu lógir galda fyri legtingsmenn sum fyri fólkatingsmenn. Og í $ 56 í Grundlógini, sum er galdandi fyri Feroyar, stendur: Folketingsmedlemmer- ne er ene bundne ved deres overbevisning og ikke ved nogen for- skrift af deres vælgere. Eisini er hetta lógarupp- skot um frítt rúsdrekka, sum kemur at fera til meirnýtslu, í stríð við tað, sum Legtingið hevur bundið seg til yvir fyri WHO. Heilsustovnurin hjá heimsfelagnum ST, sum eitur WHO, hevur sett sær sum mál: »Heilsan fyri øll ár 2000«. Heilsu- stovnurin sigur, at londini i vesturheiminum skulu minka teirra alkohol- nýtslu við 25%. Hetta hava politikarar okkara gingið inn undir. Tí á fundi í Norðurlandaráð- num í mars mánað 1989 í Stokholm vóru millum fleiri týdningarmikil mál eisini hetta hjá WHO til viðgerðar. Einmælt varð viðtikið at minka um alko- holnýtsluna í Norðurlond- unum við 25%. Og hvat ger landsstýrið tvey ár seinni. Jú, teir Smildrið ikki Tryggingina Góði Tórfinn — nú sær út til at føroyingar eiga so ómetaliga nógvan pening, at teir ætla at smilda Tryggingarsambandið, sum nú er tann einasta »Gullgruban« landið eigur eftir — ætli eg at heita á teg um at royna at hindra hesum. Nú má tað vera nokk, landsstýrið má ikki loyva hesum, vit hava goldið hundraðir av milli- ónum fyri eina feil spekulatión fyri og aðra eftir og so útrúligt tað ljóðar eru reddir frammi um at beina fyri eini av teimum fáu fyritøkum, sum landið sjálvt eigur og sum kann spara nógvan pening upp. Tú skrivaði so skilagott ímóti »Fossbankanum«, sum hevði eitt ella annað býtt forslag um at starta eina ella aðra trygging, men sum øll vita er for- málið bert at skrava pen- ing saman til bankan, tað vil siga at peningurin fer til vanligt forbrúk, ístaðin fyri at koma landinum til- góðar. Verður tryggingin spreidd til fleiri virki, verður hon at enda sum farmaskipaflotin, fiski- skipini og mangt annað. Gott í teg — tú kanst klára sambandsmenninar í hesi sek um tú vilt og tað er neyðugt, tí, sum ikki einaferð | kemur tann minni menti at bera ta tyngstu byrðina — at gjalda. Vinarlig heilsan og alt tað besta. F. Næstan frí sola Hetta brennivínsuppskot- ið er verri enn einki. Vit skulu enn bestilla og tað verður so eisini í fram- tíðini gjert í stórum sum higartil, tí hver tímir at bestilla sær eina hálva fløsku? Um ta passar, veit eg ikki, men higartil hava øll sagt, at tad er hetta tey kalla kassamentaliteturin — stórkeypið — sum hev- ur verið størsti meinbogin fyri fornuftigari brenni- vinsnytslu. Her er so einki broytt uttan tað, at nú kann bestillast óavmark- að. Kanska eri eg eitt sind- ur tornom, men eg dugi ikki at síggja stóra munin á hesum uppskotinum og so fríari selu, tá ongar avmarkingar skulu vera fyri negd. Og við loyvum til »matstødini« at skeinkja afturvið mati er munurin enn og minni. Eg havi ein fittan og leggja eitt lógaruppskot fyri tingið, sum í ólukku- máta fer at vaksa um rús- drekkanýtsluna. At teir ikki skammast! Eru okk- ara fólkavaldu menn nikkudukkur, tá ið lobby- istarnir koma. Um so er, so eru tað ikki teir, ið stýra landi okkara, men hinir. Í tí norska blaðnum »Vardevakt« fyri í ár stendur grein av Odd- Arne Riis, og hevur hon sum inngang: Alkohol er vor tids storste problem. 300.000 nordmænd er afhængige af alkohol. En million er berørt af disses — afhængighed. 1.200-1.700 mennesker dør af en ellar anden alkoholskade hvert år. Den norske stat bruger 35-40 milliarder kroner hvert år til reparation af alkoholskader. Hvussu eru tølini i Før- oyum??? Månadagin i seinastu viku segði tað danska út- varpið, at miðalaldurin hjá dønum var »forurolig- ende< faldende. Lægst í Norðurlondum, ja á veg niður á hædd við Turka- land. Sjálvandi eru fleiri grundir, men merkiliga nokk nevndu teir bert »skrumplever«. Um hetta við »skrumplever« sigur fyrrverandi landslækni Hans Debes Joensen í bók síni RÚSEITUR, sum hann hevur vígt Feroya Ungdómi, á síðu 100: Fólk, sum drekka illa, stúra ofta mest fyri, at livurin skal ganga fyri. Og einki er at taka seg aftur í, at livurskrump- an er rættiliga vanlig sjúka hjá drykkjufólki. Í tidarskeidinum 1950- 80, har sum alkohol- nytslan í Norðurlond- um í miðal trífaldaðist, vaks livurskropnan við 29% Og talið av deyðum at livurskropnan, orsakað av alkoholi, varð mett at vera sjeyfaldað. Víngudurin hjá grikk- um og rómverjum æt Bacchus. Skal fólkaheilsa Feroya og blóman av tí foroyska ungdóminum nú deyðatalið at leggjast á altarið hjá Bacchus??? Klaksvík, tann 15. april 1991 Henry Andreasen A ——M——M———" góðan mann, men tað hendir, at hann gongur einar tveir tríggjar dagar, tá tað lagið er á honum — einar 3-4 ferðir um árið, og tá tað lagið er, sigur hann altíð, at eingin í verðini dugir so væl at drekka sum hann. Eg stúri virku- liga fyri, at tad vid hesum uppskotinum verða fleiri sum hann, ið bara nógv oftari fara at ganga sum jólamenn og reypa sær av, hvussu væl teir duga at drekka — tí nú kann tað vera so passaligt alla tíð- ina. Men líka so skjótt tern- ið er av, er hann ein av ídnastu fortalarunum fyri strangari brennivínspoli- tikki. Gud forbjóði tí, men eg haldi eisini, at frí sela hevði verið líka fræg sum henda bestillingin og út- skeinkingin á matstovum. Í iva Jógvan I. Olsen og ítróttavedding Jógvan I. Olsen hevur vegna sambandsflokkin lagt fram uppskot um, at lógin um feroyska ítrótta- vedding verður sett úr gildi. Onki ringt at siga um tað. Men bert spell, at hes- in tingmaður ikki fylgir nóg væl við í, hverji upp- skot verða legd fyri leg- tingið, tí meðan hesin maður (Jógvan) sat í meirilutanum á legtingi, setti Vilhelm Johannesen, legtingsmaður fyri Norð- uroyggjar, sama uppskot fram, og síðan er onki hoyrt til hetta mál. Og nú kemur Jógvan I. við sama uppskoti, nú hann situr í andsteðu. Hví gjørdi Jógvan I. onki við hetta mál, tá Vilhelm setti tað fram? Skal rætt vera rætt, so var tað undirritaði, sum heitti á Vilhelm Johanne- sen um at seta fram upp- skot um at avtaka ta fer- oysku ítróttaveddingina, so feleg innan ítrótt aftur kundu fáa lut í peningi, sum áður kom frá Dansk Tipstjeneste. Eg ivist heldur ikki í, at Vilhelm fer at taka hetta mál fram aftur til gagn fyri feroysk ítróttafeleg. John Sigurd Joensen Klaksvík