fríggjadagur 19. apríl 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 19. apríl 1991
Sjónvarp Føroya
Fríggjadagin kl. 20.55:
King Kong
King Kong
Hetta er nýggj innspæling frá 1976 av
kenda ræðufilminum við sama heiti og
hevuðspersóni — risastóru apuni, sum er
vorðin kend innan filmsverðina. Hesin
nýggi filmurin kostaði 25 mill. dollarar,
og hevur fingið nógv nevn: veldigur,
rerandi, tápuligur — ein fínur tekniseriu-
filmur fyri alla familjuna.
Søgan er um nøkur fólk frá eini olju-
fyritøku, sum leita eftir oljurikidømi og
finna eina gátufera oyggj. Ein ung genta,
Dwan, verður rænd av innfeddum og lat-
in Kong — einari 10 metrar stórari apu.
Men Kong er ikki tað ódjórið, hann sær
út at vera, men leitar eftir kærleika og
verður góður við Dwan.
John Guillermin hevur leikstjórnað
eftir myndariti hjá Lorenzo Semple Jr.
Leygardagin kl. 22.50:
Marionetternes herre
Enskur sjónvarpsfilmur frá 1989 við
Kenneth Cranham og Carol Drinkwater.
Teddy Rose — ein sjálvglaður selu-
maður — veit ikki, hverjar avleiðingar
tað fær, tá ið hann kemur einum illa
særdum til hjálpar.
Sunnudagin kl. 22.15:
Tankastrikan
Else Lidegaard tosar við atomfysikaran
Vandana Shiva um, hverja ávirkan
kynini hava á samfelagið.
Sunnudagin kl. 21.40:
Mozart 200 ár
1991 er Mozart-ár og Ejnar Johansson
lýsir kenda eysturríkska tónaskaldið.
Týsdagin kl. 21.10:
So fitt
John Hughes er maðurin aftanfyri fleiri
kendar, væl umtóktar barna- og ung-
dómsfilmar, sum t.d. >Breakfast Club«
og >Einsamallur inni<. Og hann er eisini
upphavsmaðurin til henda fitta filmin
um gentuna Andie, sum kemur úr einum
fátækum heimi og ikki veit hvat hon skal
gera, tá ið ein ríkur unglingi sýnir henni
stóran áhuga.
Jon Cryer, høgrumegin og Molly Ring-
wald
Mikudagin kl. 22.10:
Býttlingurin
Louis de Funes
Franskur filmur við Louis de Funes og
Bourvil, kendu skemtarunum. Funes er
tann lítli illsinti, meðan Bourvil er ró-
ligari, ikki so klókur, men hevur sans fyri
tí góða, lívið hevur at bjóða.
Í hesum filminum spælir Bourvil
Antoine, sum leggur sær frítíðina til
rættis. Hann fer við lítla bili sínum, men
rennur saman við Leopold Saroyan, sum
er ríkur og hevur fínan bil. Tá byrjar
ævintýrið av álvara
Saroyan hýrir Antoine at koyra ein
Cadillac fullan av smuglaragóðsi frá
Napoli í Italiu til Bordeaux í Fraklandi
og Saroyan fer aftan á honum at ansa eft-
ir, at hann ansar eftir verunum.
Gerard Oury hevur leikstjórnað.
Hósdagin kl. 22.30:
Tað farna var ein
dreymur
Hetta er samreða við kenda norska rit-
hevundin Axel Sandemose.
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Fríggjadagin kl. 21.20:
Superman 2
Superman — Clark Kent
Dýra biðidag kl. 21.20:
Superman 2
Tríggir mans frá gongustjernuni
Krypton hótta ikki bert Superman, men
alla jørdina. Ímeðan veksur kærleikin
millum Superman og Lois Lane.
Richard Lester hevur leikstjórnað
ævintýrið frá 1980.
Dýra biðidag kl. 16.15:
Fedrar og synir
Birgitte Simonsen og Kristian Halken
Fedrar og synir kom út sum skaldsøga
eftir Ivan Turgenev í 1862. Sjónleikurin
varð fyrstu ferð framferdur tann 8. juli
1987 á National Theatre í London.
Fyrstu ferð hann varð spældur í Dan-
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Henning Moritzen
mark var á Kongaliga Teatrinum tann
19. januar 1990. Eyðun Johannessen var
leikstjóri, og fekk hann sera góða umtalu
í donsku bleðunum aftaná.
Segan fer fram í Ruslandi á sumri
1859.
Eyðun Johannessen, leikstjóri
Í 30 ár, frá 1825 til 1855, stýrdi eina-
veldisharrin yvir ellum russarum,
Nicolaj I, við harðari hond. Hann royndi
eisini at stýra Europa, harav kom eyk-
nevnið »Europas Gendarm«. So leingi
Gud læt hann styra, skuldi einki broyt-
ast — mørk ikki flytast. Eitt størt mis-
tak gjørdi hann i 1853, tá ið hann fór í
kriggj móti Turkinum. Og tå ið hann
doyði, kom alt fram, sum hann hevði
forðað fyri. Alt hetta hendi so knappliga,
at talan var um eina kollveltingarsteðu.
Stór krev vórðu sett Aleksander II um
m.a. at beina fyri sensurinum, loyvi at
ferðast uttanlands, eðrvísi rættarsamfe-
lag og at herurin skuldi broytast. Og
fyrst og fremst vóru tað studentarnir,
sum gingu á odda fyri broytingunum.
Leikararnir eru: Henrik Koefoed,
Kristian Halken, John Hahn-Petersen,
Henning Moritzen, Erno Muller, Lise
Ringheim, Birgitte Simonsen, Ilse
Rande, Charlotte Sieling, Kirsten
Rolffes, Nastja Maria Arcel, Seren Rode,
Mads Keiser-Nielsen, Seren Weiss og
Peter Andreas Dam.