fríggjadagur 19. apríl 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagin kl. 21.30:
In The Heat of
the Night
Morð í familjuni
Clarence Conlan er ein tann ríkasti mað-
urin í Sparta, og eingin, sum kennir
hann, orkar fyri honum. Hann er einaráð-
andi heima, undirmetir konu sina,
Rochelle, og sonin Jon, so at tey nú einki
tol eiga eftir. Rochelle og hjámaður henn-
ara Jefry, hava leingi ætlað at gjørt av
við Clarence, og nú skal tað verða! Cla-
rence Conlan doyr, tá ið bilurin verður
sprongdur í luftina, og legreglan sær
beinanvegin, at talan er ikki um eina van-
liga vanlukku. Illgrunin fellur fyrst á
sonin Jon, sum kveldið fyri hótti pápa
sín við lívinum. Men er hann tann seki?
Fríggjadagin kl. 22.33:
Beloved Enemy
Merle Oberon og David Niven
Amerikanskur filmur frá 1936. Segan fer
fram í Írlandi í 1921 undir írsku kollvelt-
ingini. Ein ung ensk genta, sum er trú-
lovað einum bretskum heryvirmanni,
verður forelskað í einum av oddamonn-
unum hjá írsku uppreistrarmonnunum
(Brian Aherne). Hon veit ikki hvat hon
skal gera, skal hon vera loyal móti fødi-
landinum ella hvat?
Leygardagin kl. 16.00:
A-Team
Murdock er farin at ganga til ein sålar-
frøding, sum eitur dr. Richter, at fåa
hjálp. Men skjótt verða leiklutirnir um-
býttir. Einaferð ásannar Richter, at hann
er ikki sálarfreðingur, men fær ikki greitt
nærri frá, tí tá koma nakrir mans inn og
taka hann. Tað eydnast Murdock og hin-
um í A-Team at finna Richter og ráns-
menninar í einum suðuramerikanskum
landi. Ein ung genta, sum sigur seg vera
dóttir Richter, kemur og sigur seg vilja
vera saman við teimum.
Leygardagin kl. 22.30:
The Heart is a
Lonely Hunter
í
"|
Sondra Locke og Alan Arkin
Amerikanskur filmur frå 1968, bygdur å
skaldsøgu hjå Carson McCullers. John
Singer er deyvstummur og einasti vinur
hansara er tann eisini deyvstummi, men
samstundis evnaveiki, Antonapoulos.
Familjan hjá Antonapoulos ger av at
senda hann á eitt heim, og tá ger John av
at adoptera hann, so at teir kunnu vera
saman. John flytur til ein stóran bý at
fyrireika alt í samband við hetta. Hann
leigar eitt kamar frá Kelly familjuni.
Teimum dámar ikki at hava nakran
búgvandi, men gera tað bert fyri pengar-
nar. John kennir seg sera einsamallan og
roynir at fáa sær vinfólk har um leiðir, og
hann fær samband við 14 ára gomlu
dóttrina í húsunum, Mick, sum droymir
um at gerast konsertpianistur, og tann
litta læknan Copeland. Copeland hatar
øll hvít, men góðtekur so við og við John,
sum roynir at hjálpa honum at fáa sam-
band aftur við dóttir sína, Portiu. Men
lívið lagar seg ikki altíð, sum ein
vónar..
Sunnudagin kl. 16.20:
Sorsummad av
sin fru
Svenskur filmur frá 1947. Siska og Pelle
eru gift og arbeiða bæði sum blaðfólk,
samstundis sum Siska tekur sær av tí
húsliga. Men tað hevur verið so sum so
við tí leingi, tí arbeiðið hevur kravt ov
nógva tíð. Pelle roynir at hjálpa henni,
men síðani hann tríggjar dagar á rað
gjørdi sama degurða og konan ongantíð
kom heim at eta, verður hann í eðini.
Hann skrivar Sisku eitt bræv og sendir
tað til blaðið, hon arbeiðir á, til síðuna,
hon svarar lesarum, sum hava trupul-
leikar. Hon svarar, at hann ikki skal ilsk-
ast inn á konuna, men heldur royna at
hjálpa eðrum fólkum, sum treingja. Pelle
fer í býin og hittir eina gentu, sum
svevur hverja nátt í einum tómum bussi
og um dagin er hon á bókasavninum.
Henni fer hann at hjálpa, men hann hugs-
ar ikki um avleiðingarnar...
Sunnudagin kl. 19.00:
Clan of The
Cave Bear
Daryl Hannah
Amerikanskur filmur frá 1986, bygdur á
skaldsøgu hjá Jean Auels. Hetta er søg-
an um Cro-Magnongentuna Ayla, sum
livdi fyri 35.000 árum síðani. Sum smá-
genta misti hon mammu sína og alla fa:
miljuna av náttúruvanlukku. Hon yvir-
livdi, tí ein Neanderthal-familja tók sær
av henni. Medicinkvinnan og beiggi
hennara, gandakallurin, adoptera hana.
So hvert sum hon veksur, verður hon eðr-
vísi enn hini í familjuni, og hvussu hon
roynir, so eydnast henni ikki at verða
sum tey. Ayla verður sterk
kvinna
ein
Nr. 73 — 19. apríl 1991
Mánadagin kl. 22.33:
Sharky's Machine
Rachel Ward og Burt Reynolds
Amerikanskur filmur frá 1981. Tom
Sharky er narkotikaløgreglumadur, sum
verður fluttur til eina aðra deild, har ein
hevur latið lív. I fyrstani er hann keddur
at vera fluttur, men tad broytist. Hann
fær frænir av at nakad korrupt gongur
fyri seg, har fleiri kendir politikarar og
løgreglumenn eru uppii. Hann fer saman
vid ødrum »Sharkys Maskin« til verka.
Månadagin kl. 23.50:
Benson
Uti gott — heima best
Systir Gatling guvernør, Libby, kemur
at vitja og hevur ikki verið har leingi fyrr
enn hon sigur, at Katie skal fara á kost-
skúla. Gatling heldur við henni, hóast
honum ikki dámar at skiljast frá dóttir
síni. Stutt eftir flytur Kate á skúlan. Øll
leingjast eftir henni, og eitt kveldið hava
bæði Benson og guvernerurin fingið nóg
mikið av einsemi...
Týsdagin kl. 22.03:
Mike Hammer
Legreglan tekur Mike, eftir at hann í
góðari trúgv hevur brúkt falskar penga-
seðlar, sum hann hevur fingið frá vin-
manninum Charlie. Tað eydnast honum
at sannføra løgregluna um, at hann er 6-
sekur og fer sjålvur at kanna, hvadani
pengarnir eru komnir. Charlie hevur fing-
ið pengarnar frå hinum unga spælaran-
um Stephanie Caldwell, og tå ið Mike fer
at leita eftir henni, setir hann tey bæði í
lívsvanda.
Týsdagin kl. 19.33:
Stranger Wore
A Gun
Amerikanskur filmur frá 1953 við
Randolph Scott í hevuðsleiklutinum.
Jeff Travis hevur arbeitt saman við Josie
Sullivan á einum av Missisippibátunum.
Nú er hann í Arizona saman við Mourret,
einum manni, sum einaferð bjargaði lívi
hansara. Hesin ætlar at ræna vognfylgið
hjá Shelby Conroy. Jeff, sum ikki er við
upp á tað, ger alt fyri at forða honum.
Mikudagin kl. 19.00: |
Por i hjørtum
Vandamikil vinningur
Jennifer vinnur 1. virdisløn i einum luta-
kasti, ein vinning sum gevur henni lovvi
at luttaka í einari væl umtóktari sjón-
varpssending. Jennifer klárar seg væl og
sleppur eisini at hjálpa við leikritinum.
Framleiðarin er so væl negdur, at hann
biður hana hjálpa sær við komandi send-
ingum í somu reð. Men hetta arbeiðið er
vandamiklari, enn hon hevði roknað við,
tí onkur, sum arbeiðir við hesum sama,
verður myrdur.
Mikudagin kl. 22.55:
Halleluja,
I'm A Bum!
Amerikanskur filmur frá 1933 við Al Jol-
son í hevuðsleiklutinum. Bumper er ein
drykkjumaður, sum heldur til í Central
Park saman við ødrum. Ein dagin hittir
hann eina unga vakra gentu, sum hevur
mist minnið. Hann setir sær fyri at
hjálpa henni, og gevast at drekka...
Hósdagin kl. 22.03:
Mike Hammer
Velda tekur frí, so Mike noyðist at fáa
annað hjálparfólk til skrivstovuarbeiðið.
Hetta er ein ung genta, Tracy, sum lærir
til sjónleikara. Lærarin hjá henni, Gary
Kurtz, er horvin, so Mike fær úr at gera.
Hann finnur hann — deyðan...
Garry hevur verið uppi í einum nar-
kotikahandli, og nú er Tracy í lívsvanda,
tí drápsmenninar halda, hon veit, hvar
goymslan er.
Dýra biðidag kl. 21.30:
In The Heat
of The Night
Bill Gillespie hevur sett ein nýggjan leg-
reglumann — ella rættari sagt — eina
kvinnu, Chris Rankin. Hon er fyrsti
kvinnuligi løgreglumadur í Sparta, og so
er hon litt. Gillespie hoyrir fyri hetta.
Hóast flestu politikarar taka undir við
honum, eru tað nógv, sum heldur vildu
havt ein mann settan í starvið. Cris fer í
stríð við narkotikahandlarar og hon
doyr. Gillespie setir sær fyri, at dráps-
maðurin skal setast fastur...
Dýra biðidag kl. 22.33:
The Sign of Four
- =
Jeremy Brett, Jenny Seagrove og Ed-
ward Hardwicke
Enskur sjónvarpsfilmur frá 1987,
bygdur á bók hjá Conan Doyles. Sherlock
Holmes er sera hugtungur, tí hann hevur
ov lítið at gera. Meðan hann gremur seg
fyri dr. Watson, bankar ein ung kvinna
uppá. Maður hennara er Morstan, og hon
veit eina segu. Fyri tíggju árum síðani
hvarv pápi hennara á veg heim til Ong-
lands úr Indiu, har hann hevði arbeitt.
Fýra ár seinni svaraði hon uppá eina
lýsing í einum blað, har onkur eftirlýsti
Miss Mary Morstan. Síðani tá hevur hon
á hverjum ári fingið eitt bræv sendandi
við einari perlu í, altíð sama dag. Men í ár
kom eingin perla, men eitt bræv, har hon
varð biðin at koma eitt ávíst stað sama
kveld. Hon kann taka tvey vinfólk við
sær, men undir ongum umsteðum siga
løgregluni frá. Sherlock Holmes og Wat-
son fara við henni