Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. apríl 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

bjóðaði Nr. 74 — 20. apríl 1991 === === 10. MILLiONIR. Jóhs Berg i fútarættinum: - Tit kunnu fáa pengarnar fluttar, sum kekk ella kontant, - tit kunnu velja sjálvir, segði Jóhannes Berg í fútarættinum í fyrradagin, tá húsaogn- irnar hjá Idé-húsinum vórðu seldar á tvingsils- uppboði. Svarið hjá bil- handlaranum var til BRF- sakførarin Páll Nielsen, ið bað um prógv fyri peng- unum. Hetta hendi tá Jóhannes Berg legði fimm milliónir aftrat teimum fimm, sum BRF bjóði fyri tann nýggja Idé-bygningin. Síðani bjóðaði BRF 15 milliónir krónur, men Jó- hannes Berg átti hægsta boð, tá hann keypti bygn- ingin fyri 17 milliónir krónur. Men eigaraskiftið er ikki endaligt. Sjónvarp Føroya visti fyrrakvøldid at siga, at landsstyrid og postverkid høvdu eina for- hondsavtalu um, at bjóð- adu onnur enn vedhav- ararnir, so skuldu teir krevja nytt uppbod. Tvingsilssølan er sett til 23. mai. Vedrætturin hjå BRF i nyggja bygninginum er 41,3 milliónir krónur, hjá Føroya Banka 10 milliónir krónur; postverkið lá aftast við einum panti- brævi upp á 2,3 milliónir krónur. Hinir báðir bygningar- nir fingu nýggjar eigarar. Gamla bygningin, ið Birgir Andreasen vildi hava 35 milliónir fyri í síni tíð, keypti danska kredittfelagið Nykredit fyri 6,5 milliónir krónur. Havnar Timburhandil eina millión, Thomas Dam Búnýti 5,5 milliónir krónur, áðrenn Nykreditt hevði hægsta boð. Skuldin í húsinum var 12,7 milliónir krónur. Tá gjørdi Føroya Banki ikki aftasta veðrættin galdandi; hann var umleið 10 milliónir krónur. Idé-húsið átti eisini TI helvt av tvíhúsum oman Flat. Tey keypti Føroya Banki fyri 600.000 krón- ur. Tvey privatfólk høvdu áhuga í húsinum, men Føroya Banki keypti hús- ini fyri 600.000 krónur; skuldin í húsinum var 1,8 milliónir krónur. ówh ? Jóhannes Berg eigur nýggja Idé-husid. Men hann eigur tað fyribils til 23. mai, tá nýggj tvings- ilssøla verður. Tann, ið keypir tá, skal bjóða om- anfyri 17 milliónir krónur Rækjuvirkið í Miðvági Feroya Banki keypti virkið Rækjuvirkið North At- lantic Seafood í Miðvági hevur fingi nýggjan eig- ara. Føroya Banki keypti virkið á tvingilsuppboði í fútarættinum fyrradagin. Føroya Banki bjóðaði 7,6 milliónir krónur. Einki annað boð var. Við hesum boðnum vórðu ovastu veðhavararnir útgoldnir. Teir vóru Kreditforenin- gen Danmark við reiðiliga trimum milliónum krónum og Industriens Realkredit-fond vid 3,7 milliónum krónum. Menningargrunnurin, ið hevði 4. veðrætt misti við hesi sølu, knappar 4 mill- iónir krónur. Føroya Banki hevði 3., 5. og 6. vedrætt, - samtalt reidiliga 19 milliónir krónur av teimum 31 mill- iónunum, sum samlaðu veðrættirnir vóru. Í búnum var eisini EDV -útgerð, ið var lang- leiga (leasa) frá amer- ikanskum felag. Nakað av iva stóðst av hesi útgerð, men tað endaði við, at hon var hildin uttanfyri boðið. Koma keypari og veð- havari (IRF) ikki ásamt um, hvussu útgerðin inn- gongur í búgvið endar hesin parturin av málinum helst í fútarættinum. Svend Aage Ellefsen o.a. áttu rækjuvirkið, ið stongdi stutt eftir løgtings- valið í fjør. ówh Áki Dimon, brandmeistari á Tvøroyri: Bað straks um at fáa vagbingar norður Tað tykist ikki at vera nakar sum helst ivi um, at 000-fráboðanarskipanin ikki riggaði undir venjing- ini á Tvøroyri herfyri. Luttakarar á skeiðnum fýltust á, at slgkkiliðið í Vági ikki kom á Drelnes, tí sløkkilidid var boðsent beinanvegin. hetta var klokkan 21.02. Suni Vinther segði í blaðnum í gjár, at vág- bingar vórðu ikki boð- sendir beinanvegin, men klokkan umleiðð 21.45. Men hetta er snøgt sagt ósatt sambært brandmeist- aranum á Tvgroyri. - Tá eg fekk boðini frá sentralinum í Havn, at álvarsligur eldur var um- borð á Teistanum, bað seg beinanvegin - t.v.s. áðrenn eg legði hornið á - sentral- in um at boðsenda sløkki- liðnum í Vági, sigur Áki Dimon, ið er brandmeist- ari á Tvøroyri. Hann upplýsir, at tað var ikki fyrrenn nógv seinni, at hann bað løg- regluna spyrja aftur á 000- sentralinum, hvussu varð við vágbingum, tí teir vóru ikki framkomnir. - Men hetta var altso aðru ferð, at vit sendu boð eftir teimum, sigur Áki Dimon, ið eisini upplýsir, at løgreglan á staðnum eisini var rættiliga seint á staðnum, Gvist hví. ówh