leygardagur 20. apríl 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
. 74 — 20. april 1991
at vit valkvøldid eisini
fingu triðja mannin,
sjórðist tað eg, ið varð
aldur aftrat Henrik Old
g Sverre Midjord, sum
báðir vóru royndir í
tingarbeidi,« sigur hann.
Stutta tíð at um-
ráða seg í
Sum landsstýrissamráð-
ingarnar tóku seg upp,
visti tað seg, at
Javnaðarflokkurin saman
við Fólkaflokkinum
skuldi fara at manna
landsstýri.
>Málsgkini vórðu
avtalað og býtt millum
flokkarnar báðar, og tá
seinastu tingini vóru
komin uppá pláss klokkan
hålvgun seks mána-
morgunin 14. januar, kom
Atli og spurdi meg, um
eg ikki kundi vera lands-
stýrismaður fyri flokkin í
heilsu-, almanna- og
arbeiðaramálum,< greiðir
Jóannes frá. >Ég fekk ikki
langa tíð at umráða meg í,
tí klokkan trý seinnapartin
dagin eftir skuldi lands-
stýrið veljast, og á
miðdegi sama dag skuldi
eg hava svarað.<
Fekk uppbakking
frá familjuni
Hóast hetta var stutt tíð,
merkti Jóannes alla tíðina
frá síni nærmastu familju,
at tey stuðlaðu hann fult
út í teirri avgerð, takast
skuldi:
>Eg ringdi beinan-
vegin hendan mánamorg-
unin suður og purraði alt
húsið út, tí nú máttu tey
siga, hvat tey hildu um
hesa nýggju og full-
komuliga óvæntaðu stød-
u, ið nú var uppstaðin.<
Avgerðin varð so tíkin
so skjótt, sum umstød-
urnar nú einaferð loyvdu
ti, og situr Jóannes ti í
Tinganesi í dag sum
landsstýrismaður.
So knappliga hendi alt
hesar dagarnar, at hann
bert hevði tað mest
neyðuga hjá sær, eina
hondtasku og sovorðið, so
har var ikki nógv at geva
út av.
Stuttligt,
strævið
At hava sitið í lands-
stýrinum í eitt triðingsár
kann sjálvandi ikki geva
honum nakra fullkomna
og lidna mynd av, hvat
hetta starv í síni størstu
breidd kann bera í sær,
men kortini heldur Jóa-
nnes eftir hesar tríggjar
mánaðirnar í lands-
stýrismannastólinum, at
hetta hevur verið ein góð
tíð:
>Tað hevur verið
stuttligt, og tað hevur
verið strævið, men eg
angri so heilt avgjørt ikki,
at eg játtaði,< sigur hann.
>Hendan fyrsta tíðin er
nokk tann strævnasta, tí
alt er nýtt fyri einum, og
so nógv er, ið stóða skal
takast til, men tað byrjar
at koma. Serliga stóran
týdning hevur tað at hava
gott minni, tí tað er so
nógv, ein má minnast til í
hesum starvinum av bæði
einum og ødrum.«
men
At tað eru nøkur av
teimum størstu og kanska
mest umfatandi málunum,
hann so hevur fingið at
umsita, ger ikki uppgáv-
una minni avbjóðandi:
>Tað eru serliga
almannamálini, ið eru
krevjandi, men eisini tað
politiska lívið sum heild,
hvussu arbeitt verður og
soleiðis, ið skapar hesa
avbjóðingina,< sigur
Jóannes. >Her er nógv,
ein skal seta seg inní, so
hendan fyrsta innlæring-
arfasan er rættiliga
strævin og krevjandi.«
At fáa stóra åvirk-
an
»At fara uppi politikk
sum heild, og ikki minst
landspolitikk, er fyri at fåa
ávirkan á tað, ið hendir á
hesum gkinum í sam-
felagnum. Nakað, eg
hugsaði eitt sindur nógv
um, tá eg varð settur
yvirfyri valinum, um eg
vildi í Tinganes ella íkki,
var um hetta var tað,
…Og legg merki
til prísin:
ÞJ
4
LÍVSGLEÐI,
LIST, DÅMUR OG
UPPLIVINGAR!
Verð vid á vælumtóktu
BUSSFERÐINI
HJÁ SMYRIL LINE
til býarinnar bý, Paris.
Vit fara av Havnini
fr. 3/8 og verða
aftur má. 13/8
veljararnir høvdu valt meg
til, men hetta við
tankanum um ávirkanina
og tað at hava ávirkan
avgjórdi hendan spurn-
ingin, so eg at enda
játtaði,< sigur Jóannes.
Eitt, sum hann so
avgjørt eisini heldur vera
eina stóra avbjóðing, er at
vera landsstýrismaður í
trongum tíðum, har ikki
nógvir pengar eru til, og
mong samfelagsviður-
skifti av tí sama kunnu
tykjast rættiliga ógreið, tí
eingin veit, hvat framtíðin
hevur at bjóða uppá:
»Eg ivist ikki i, at tað
hevði verið so mangar
ferðir lættari at skula
verið landsstýrismaður í
góðum tíðum, tá allir
pengakassar og grunnar
standa at bresta, men hetta
er nógv meira avbjóðandi,
tí nú má eg ásanna orðini
hjá kenda danska javnaðar-
manninum K. Steincke,
Á
Ring 15900 um ferðaseðil
og nærri upplýsingar!
SMYÐII. LINE)
THE NORTH ATLANTIC LINK
EINANS
3.895,-
sum einaferð segði, at tað
at administrera, er fyrst og
fremst at duga at siga
fólki nei á ein slíkan hátt,
at tey at enda koma og
takka tær fyri tað,< sigur
Jóannes Eidesgaard at enda
í hesum prátinum, sum
samstundis hóskandi kann
vera ein fød-
ingardagsheilsan, nå hann
i gjår rundadi tey 40.
hj.
J. Broncksgøta 37 - Box 370 - FR-110 Tórshavn
758) Síða 11
sp
viku-
SKITUO
pe
DAGUR Í YTRI
69,-.