mikudagur 1. mai 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80 — 1. maí 1991
Hans J. Remmer, Eurofisk
Eitt ára sáttmáli
er ikki nóg gott
Hans Jørgen Remmer,
stjóri á Eurofisk á Tvør-
oyri, hevur áhuga í at
halda fram á Tvgroyrar
flakavirki. Men felagið
hevur ikki enn fingið nak-
að at vita frá nevndini fyri
Tvøroyrar flakavirki.
Remmer sigur, at teir
hava ynskt at fáa parta-
brøv í virkinum, tí >jú
meira man er involver-
aður, jú meira ger man«,
sum hann tekur til.
Hesin spurningur er ikki
avgreiddur enn, hóast bert
mánaður er eftir, til sátt-
málin gongur út. Í minsta
lagi má avtalan eftir
einum komandi sáttmála
ganga yvir longri tíðar-
skeið enn eitt ár, tí tað er
trupult at arbeiða so væl
handilsliga, sum ynskiligt,
tá ein ikki veit, um man
hevur virki um eitt ár.
Sjálvur heldur hann, at
var tað bara ein spurning-
ur um búskap, so var sátt-
málin langt síðani undir-
skrivaður.
- Men talan er um eitt
politiskt og persónligt
stríð, sum Eurofisk óbein-
leiðis verður ein partur av,
sigur stjórin á Eurofisk.
Hans Jørgen Remmer
sigur framvegis, at Euro-
fisk ikki hevur bjóðað
uppá nakað av virkinum á
Sandoynni, og heldur ikki
Hans Jørgen Remmer
(ytst vinstrumegin) sam-
an vid fronsku starvs-
brødrum sínum framm-
anfyri flakavirkinum
hevur nakar sett seg í sam-
band við teir.
- Tað sum tíðindini
kunnu standast av er, at eg
havi sagt við Moran Carl-
sen í Sjóvinnubankanum,
at vit eru sinnaðir at sam-
starva við bankan, um tað
skuldi hent, at vit keypa
eitt virki, ið hevur Sjó-
vinnubankan sum høvuds-
banka, sigur Remmer.
- Men tað hevur einki
beinleiðis samband havt
við tey bæði virkini at
gera, sum verða til sølu,
sigur Remmer og leggur
aftrat, at eru tey ikki seld í
forhond, so kann sjálvsagt
einki útilokast.
ówh
Síða 3
Nøvnini á virkiseigarunum í
Sandoynni
Koma alment
fram í morgin
- um so er, at øll viðurskifti millum Sjó-
vinnubankan og komandi eigararnar eru
greið
>Vit eru komnir til finalu-
umfarið<. Soleiðis tekur
stjóraskrivarin í Sjóvinnu-
bankanum Mortan Carlsen
ul, tá hann skal svara
fyrispurningi um, hvussu
langt áleiðis málið við
Sandsvirkjunum er komið.
Vit fara at gera alt fyri
at hava vidurskiftini í
sambandi við eigaraskift-
ini greið, áðrenn vit fara í
fútarættin.
- Vil tað siga, at tit
kanska kunnu upplýsa
nøvnini á teimum nýggju
eigarunum hósdagin?
Mortan Carlsen: - Ja,
um alt er avgreitt, so
skuldi tað ikki verið nøkur
loyna í tí.
Mortan Carlsen, ið áður
hevur upplýst, at 5-6 fyri-
spurningar vóru, sigur, at
talið nú kann gerast upp til
ein færri: 4-5.
Annars er hann eins
hulin og seinast, tá vit
spyrja um meiri nágreini-
ligar upplýsingar: tað eru
fleiri enn ein fyrispurn-
ingur, ið umfatar bæði
virkini undir einum, og
allir áhugaðir hava minst
annað beinið í Sandoynni.
Uni Danielsen, deildar-
stjóri, hevur áður - í eini
samrødu, ið ikki er komin
á prent - upplýst, at hvorki
Hans Jørgen Remmer ella
John Petersen í Skopun,
hava víst virkjunum á-
huga; tað hevur annars
verið frammi.
Mortan Carlsen vil
hvorki vátta ella avsanna
fyrispurningar um ngvn.
ówh
Steingrim Nielsen, stjóri
Burturstaddur Uni Daniel-
sen, deildarleidari: Burt-
urstaddur. Uni Danielsen
hevur upplyst, at hvørki
Remmer ella John Petersen
hava vist virkjunum åhuga
Starvsstovan um flakavirkini
Reinførid ikki nóg gott |
»Flakavirkini eru ov skit-
in«. So avgjørt tekur
Heilsufrødiliga til orda i
årsfrågreidingini.
Starvsstovan vitjadi å
sumri fyrraårid fimm virki
vid reinførinum fyri eyga.
Hvørt virkid var vitjad
tvær ferðir, - eina ferð var
boðað frá vitjanini framm-
anundan, eina ferð ikki.
Kanningin vísti greitt, at
virkini vóru reinari, tær
ferðirnar vitjaninar vóru
fráboðaðar frammanund-
an. Hóast stødan sum-
staðni var “hampilig', sum
tikið verður til, so var
heilsufrødiliga stødid yvir-
høvir ov vånaligt. Ikki
bert tå talan var um
ósjónligu bakteriurnar
(vånalig spuling), men
eisini sjónligi skitturin var
alt ov nógvur, t.d. á
bakkum, reinskeriborðum
og knívum, sum koma í
beinleiðis samband við
flakið.
Starvsstovan sigur, at
stødid er hækkað síðani tá,
men langt er eftir á mál.
Eitt av høvudstiltøkunum í
ár verður at hækka stýðið
á hesum øki, eitt nú við at
skipa mannagongdina og
gjøgnum upplæring.
ówh
Heilsufrødiliga Starvs-
stovan fer í ár at leggja
dent á at hækka reinfør-
isstóðið á flakavirkjun-
um (tilvildarlig mynd)