mikudagur 8. mai 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 i
Í
t
Klæmint Weihe, SEV-stjóri:
Truplari við
SEV-
gjaldinum |
t merkja væl, at fólk hava
minni pening um hendur nú,
sigur SEV-stjórin
Í sparitíðum minkar
fyrst og fremst luksus-
yvimytslan. Men eisini
verður spart á teim
mest neyðugu
útreiðslunum. Bensin-
nýtslan er minkað
seinasta árið, sama við
oljunýtsluni í húsar-
haldunum.
SEV sendi í seinastu
viku bræv ul øll sum
stóðu i eftirstødu fram
til 1. april um at gjalda.
Hetta er ein åminning
og tað koma fleiri,
verður ikki goldið, so
kemur eitt
slitingarbræv og verður
heldur ikki goldið tá, so
verður streymurin tikin.
--Hóast vit hava merk,
at fólk hava minni
pening, so haldi eg, at
tað hevur gingið
hampuliga væl hjá
okkum á fáa pening
inn. Eftirstødurnar eru
enn ikki nøkur
katastrofa, sigur
Klæmint Weihe.
Telefonin
Telefonverkið hevur
eisini merkt trongu bú-
skaparligu tíðirnar. Vit
hava tosað við Viggo
Plnack, fulltrúa.
--Seinastu tíðina eru
fleiri stórir kundar
farnir á húsagang.
Fleiri stórri virkir við
nógvum starvsfólki eru
farin undir hamaran og
tað merkist, sigur
Viggo Planck.
—I dag verða telefon-
imar hjá fleiri felagum
slitnar, tí teir ikki
megna at gjalda rokn-
ingina. Eisini merkja
vit, at telefonin verður
minni nýtt. Annars
haldi eg, at tað hevur
gingið hampuliga væl
hjá okkum at fáa
pening inn, sigur Viggo
Planck.
--Árini
frammanundan 1989
vaks telefonnýtslan ár
frá ári. Men í 1989
steðgaði á og nú er ein
afturgongd at merka,
sigur Viggo Planck.
Kemur hetta at merk-
ja komandi
útbyggingar hjá
telefonverkinum?
--Telefonverkið er so-
mikið væl útbygt í dag,
at tað nøktar tørvin. I
dag bidar ongin eftir at
fåa telefon, sigur Viggo
Planck.
jústinus
Saltfiskatrolararnir
Nr. 85 — 8. maí 1991
må
Onga kvotu aftanå
Joansøku
--Og vit hava avgjørt at taka Gamla Skálaberg heim úr
Grønlandi vegna fiskaloysi, sigur Svend Thulesen, stjóri á
Kjølbro
Kjølbrotrolaramir Skåla-
berg, Sundaberg og Nón-
hamar royna i løtuni å
gråu leidini millum norsk-
an og sovjetiskan sjógv.
Fiskiskapurin er småligur
teir fingu um 45 tons i
seinastu viku.
—Men hetta er ikki nøkur
góð fiskitid, so vit skulu
ikki lata alt av illa at,
sigur Svend Thulesen.
--Men tað sær svart út
fyri restini av árinum. Vit
hava uppfiskað kvotuna í
norskum sjógvi og tað
skal ganga illa, um vit ikki
hava klára at fiska
kvotuna i sovjetiskum
sjógvi áðrenn jóansgku
24. juni, sigur Svend
Thulesen, reiðari.
--Aftaná at at sovjetiska
kvotan er uppfiskað vita
vit ikki hvat vit skulu gera
við bátarnar. Onkur ætlan
er, men ongin itøkulig. I
fjør royndu trolararnir
eftir svartkalva, men
svartkalvi er helvtina
biligari enn saltfiskur,
sigur hann.
Grønlendingar fara nú
at royna undir Svalbard.
Har er fiskur í løtuni.
Hverja kvotu hava til har?
--Tað er næstan onki.
Hver trolari eigur 60 tons,
sigur hann.
Gamli Skálaberg heim
—Vit avgjørdu í fyrra-
dagin at kalla Gamla
Skálaberg heim. Hann
hevur roynt eftir toski í
grønlendskum sjógvi.
Hann kom inn í fyrra-
dagin, hann hevði verið 10
dagar úti og hevði bert 25
kassar. Gamli Skálaberg
hevur siglt frá Narrsaq og
fór úr Føroyum 27
februar, sigur Svend
Thulesen.
--Fiskiskapurin undir
Føroyum er heldur ikki
góður. Kósavirkið hevur
tikið teir fyrstu fýra
mánaðarnar móti 300
tonsum minni enn í fjør og
900 tons minni enn í
1989, sigur hann.
jústinus
Ísak situr enn
A seinasta býráðsfundi í
Klakksvík, aygjørdu 10 av
12 býráðslimum, at heita á
Ísak Mikladal um at siga
býráðssessin frá sær. Í
klakksvíkar býráð sita 13
limir og í hesum málinum
var Isak Mikladal inn-
habilur.
--Býráðið tók hesa av-
gerð út frá at lógin sigur,
at ein sum fær yvir fýra
mánaða fongsulsrevsing
ikki er valbærur. Ísak
Mikladal er dømdur eitt
ára treytaleysa fongsuls-
revsing, sigur Oli Heine-
sen, býráðsformaður.
Isak Mikladal hevur
kært dómin fyri lands-
rættin. Isak var dómdur
fyri at hava nytt pening
hjå kommununi, medan
hann sat sum bókhaldari
hjá henni.
Ísak hevur ikki tikið á-
heitanina frá býráðnum til
eftirtektar. Hann situr enn
i býráðnum.
jústinus