Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mai 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 8. mai 1991 Endiliga: Faroe Boys til Suðuroyar Tað er vorðið so væl um- tókt hjá fólki at fara "aftur i 60'ini," og nú kemur túr- urin til suðuroyingar, sum fáa høvi at royna seg í slík- um tiltaki 11. mai. "Aftur í 60'ini" verður í VB-Húsinum í Vági leyg- arkvgldið, og har fara ikki bert Faroe Boys at spæla, men eisini Twilight, Sec- tion og Rudolf Niclasen. Hóast allir í Faroe Boys eru heilir ella hálvir suður- oyingar, so hevur bólkurin bert spælt í Suðuroy tvær ferðir. Í Vági og á Tvør- oyri. Tað var i sekstiårunum, tå Faroe Boys vóru so væl umtéktir og spældu at kalla å flestu plåssum i Føroyum. Robert McBirnie sigur vid Sosialin, at orsøkin til at Faroe Boys bert spældi tvær ferðir í Suðuroy í síni tíð, var tann, at ferðasam- bandið var so vánaligt. - Tá sigldi gamli Smyril og hóast lj6dførini ikki vóru so nógv og umfevn- andi í vavi, sum í dag, so Tónleikabólkurin Twilight hevur serliga fyrireikingar hava verið til 60'dans seinastu árini var kortini trupulleiki at fáa pláss fyri teimum. - At enda funnu vit loys- nina, lj60førini vóru stúv- aði inn í vaskirúmið frammi undir hvalabakin- um á gamla Smyrli. Ætlanin um at fara til Suðuroyar at spæla, hevur eisini nú í 90'unum ligið leingi á láni, sigur Robert McBirnie. - Hvørja ferð Faroe Boys hevur verið á palli seinastu árini, hava boð verið eftir okkum, at koma suður, men tað hevur ongantíð ligið fyri hjá okkum. Umframt Faroe Boys fara tónleikabólkarnir Twilight úr Havn, sum við tíðini eru vorðnir serfrød- ingar í at spæla 60'ara dansitónleik, og teir blað- ungu vágbingarnir "Sec- tion" á pallin í VB-hús- inum. Hesir spæla at kalla allan dansivinarligan tón- leik. Øll kenna Rudolf Nic- lasen á Tvøroyri, sum eitt stutt tíðarskeið var sangari í Faroe Boys, og seinni var hann at hoyra í Flamingo, so tað verður stuttligt at hoyra Rudolf Niclasen syngja teir gomlu "slagar- nar" aftur. 60'arakvøldid í VB-Hus- inum verður skipað á sama hátt, sum Neitsin so meist- arliga hevur gjørt hesi Faroe Boys, tá teir vóru í vælmaktini. Nú verða teir at hoyra og síggja í VB-Húsinum í Vági leygarkvøldid seinastu árini, t.v.s. at tå kanst seta teg niður við borð, tá tú ikki dansar. Okkurt verður eisini til matna og at leska sær við. Skráin verður henda: Kl. 22: Twilight. Kl. 22.30: Section. Kl. 23: Faroe Boys. Kl. 11.30: Rudolf Sidani verdur byrjad um- aftur eftir hesi skipan, so leingi sum tidin loyvir. Heitt verður á fólk um at meta stundisliga til hetta hugna- og dansikvøld i Vági. Dagny Norron summarstevna Í summar verður skip- að fyri sonevndum »Nordisk Tráff< i Norr- køping í Sveríki. Nor- renu Felegini skipa fyri og allir áhugaðir føroyingar hava høvi at vera vid. Dagarnar 6.-9. au- gust 1991 verður skip- að fyri sonevndum >Nordisk Tráff< í Norr- køping, skamt sunnan- fyri Stockholm í Sve- ríki. Tílíkar stevnur verða hildnar annaðhvert ár. Í 1989 varð stevnan hildin í Thisted í norðurjútlandi í sam- bandi við at liðin vóru 50 ár síðani fyrsta vinabýasamstarvið gjerdist veruleiki mill- um tveir norðurlendsk- ar býir — Thisted í Danmark og Uddevalla í Sveríki. Norrenu fe- legini tóku stig til sam- starvið. Fleiri feroyskir býir og bygdir eru við í norðurlendskum vinar- býaringum. Í samband við Norrkoping kann nevnast, at Klaksvík er við í ringinum, sum umframt Norrkóping fevnir um: Odense í Danmark, Tammerfors í Finnlandi, Kópa- vogur í Íslandi, Trónd- heim Noregi og Upernavik í Greniandi. Norrkøping er eisini NORDISK TRÅFF 6-9 ÅUG 1991 NORRKØPING við í altjóða vinabýa- ringum. Tey hava á henda hátt samband við býir í Ísrael, Lett- landi, Týsklandi, Frak- landi og Hollandi. Vanligt er, at fitt av fólki úr ellum norður- londum leita sær til stevnuna >Nordisk Tråff«. Endamálið er enn sum ådur — at norðurlendskt sinnað fólk hittast og knýta vinabond — alt í fagr- asta summarveðri. Vertur, stevnudagar- nar í august, verður svenska norrena felag- ið í samstarvi við norrenu feløgini í ellum norðurlondum. Undir heitinum »Nordisk kulturidenti- tet i ett føránderligt Europa« veråa fyrilest- rar, bólkaarbeiði, fram- syningar, konsertir, filmsýningar o.a. Við á skránni verða teir báðir Rói Paturs- son og Alex Bærend- sen. Teir fara ávikavist at lesa og syngja. Vina- býurin Klaksvík setir stevnudagarnar = upp framsýning um Klaks- víkina. Faldari, har ein kann tekna seg, fæst frá Norrena Felagnum í Feroyum, J. Paturs- sonargeta 24 í Havn, tlf. 15319 og fax 15727.