Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Bjørn Andreassen, stjóri: Manningin á Smyrli: Nr. 88 — 14. mai 1991 Latið nýggju Smyrla- Vit biðja til at rutuna fáa ein kjan Tað fer at koma foroysku manningini — 30 í tali — og landskassanum væl við, sigur stjórin í Arhus Tonsberg Line við Sosialin, nú hann bíðar eftir svari ur Tinganesi Tað var ein rættiliga er- kymlaður og hugtungur Bjern Andreassen, Sosialurin hitti seinna- partin í gjár í nýggju hølunum, sum reiðaríið »Århus Tønsberg Line« er vid at innrætta å brygg)- uni i Århus. Aftur og fram millum telefonina og telefaxið bid- andi eftir at okkurt skuldi vera at frætta år Føroy- um. — Nú havi eg bíðað eftir svari í tveir dagar, og vit vita ikki, hvat landsstýrið ætlar. Eg havi syrgt fyri eini trygd uppá góðar 700.000 kr., men hon er so ikki bankatrygd, soleiðis sum landsstýrið ynskir tað, men í letuni av einum eðrum slag, sum eg vóni landsstýrið vil góðtaka, tí hon skuldi eftir míni met- an verið eins góð, segði Bjørn Andreassen, sum als ikki ynskir at verða hongdur út sum nakar svindlari ella fuppari. — Er hetta tað, sum fer- oyingar hava fingið var- hugan av, nú teir hava frætt, at alt ikki er sum tað skal, so mistaka teir seg. Eg havi bara reiðilig kort at spæla við. At tað sum Jan Miller ur Århus so var nakað í avtaluni, sum ikki gekk upp, tá tað skuldi, er stórt spell. Men eg vóni, at landsstýrið í Feroyum dugir at síggja, at ætlan mín er reiðilig og ærlig, og at hetta tiltakið er alt annað enn eitt fantasifostur, men at tað er ein ruta, sum kann fara at geva nógvar pengar. Bjern Andreassen sig- ur, at teir longu hava fing- ið bíleggingar fyri næstan 2 mill. kr. og at bílegging- arnar streyma inn. Í let- uni sita ikki færri enn 4 fólk og taka móti bílegg- ingum í nýggju helunum á Árhus bryggju. Teldur eru settar upp og tær eru í gongd alla tíðina. Hann sigur, at fyri at rutan kann bera so, so skulu teir hava 35% be- legning, men sjálvur rokn- ar hann við, at hann fer at vera omanfyri 60% eftir stutta tíð. — Eg eri sjálvur úr Tensberg, so eg kenni eitt sindur til hesa rutuna, sig- ur hann og vónar at ikki alt dettur niðurfyri. Tí leigan kann vera til stórt gagn fyri Feroyar eisini, sigur hann og vísir á, at við einum leigumáli, sum gevur føroyska landskass- anum 41 mili. kr. í 27 mån- aðir, so skuldi tað farið at hjálpt væl til í einum landskassa, sum annars ikki er á tremur. Hann sig- ur, at vit eiga heldur ikki at undirmeta týdningin av arbeiðsplássunum. — So eg biði nú eftir ein- um positivum svari úr Feroyum, men tað hevur skund. Tí í letuni eru nógv fólk, ið arbeiða fyri at fáa hetta upp at standa, og kemur svarið ikki skjótt úr Feroyum, er vandi fyri at alt dettur niðurfri og tað tænir hverki mær sjálvum, teimum, sum her arbeiða, ella Føroyum, sig- ur Bjørn Andreassen, sum inniliga heitir á landsstýr- ið um at geva hesum pro- jektinum ein kjans. S' hetta leigumálið ikki fer í vaskið Tað vóru um somu tíð óttafullir og spentir fer- oyingar, sum Sosialurin hitti umborð á Smyrli í gjár. Allir bíðaðu teir í spenningi eftir svarinum frá arbeiðsgevaranum heima, landsstýrinum, til danska reiðarríið viðvíkj- andi leigumálinum. Danska reiðaríið skal nú hava veitt eina ella aðra trygd, hevur manningin frætt. — Vit gera bara tað vit eru bidnir um og passa okkara arbeiði, men vit vita hverki um vit eru seldir ella keyptir, nú landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at skipið skal koma heim aftur alt fyri eitt. Eg má siga, at tað rann kalt niður eftir rygg- inum at hoyra heimanífrá, at landsstýrismaðurin kravdi skipið heimaftur í stundini. Soleiðis úttalar ein av manningini umborå á Smyril seg til Sosialin, men hann ynskir ikki at verða navngivin. Men hann er so heldur ikki einsamallur um at sita við Smyril sum nýggjur Strandfaraskipið Smyril er sum eitt nýtt skip, tá tú stígur innar í tær stóru salongirnar har frammi. Ella kanska orðini hjá Bjørn Andreassen, stjóra i Århus-Tønsberg Line eru meira hóskandi. — Tit hava fingið eitt hugnaligt gamalt skip. Og tað hevur hann stór- liga rætt í, tí hugnaligt er tað blivið umborð á Smyrli, nú allur »innmat- urin« er tikin út og skiftir út við nýtt innbúgv. Í sambandi við at skipið eftir ætlan skal sigla mill- um Århus og Tønsberg, er eir artur av skipinum um aldur, umbygdur og nú.. nansgjerdur, soleiðis at í id er sum nýtt. Nýggir og: litfagrir møblar í pink og blåum eru settir upp i bájum salongunum og tjúkt teppi er á dúrkinum. Tá Sosialurin var um- borð á Smyrli í gjár, vóru handverkarar og mann- ingin umborð við at leggja seinastu hond á verkið. Ætlanin er at skipið skal fara úr Árhus til Noregs seint mikukveldið, og so byrja sjálva rutusigling- ina millum Tensberg og Århus norska 'tjóðar- dagin, 17. mai. Skiparin Hanus Lassen sigur við Sosialin, at skipið er tip-top, nú tað hevur ligið í dokk í Árhus í eina tíð. Uttan mun til hvussu verður við leigu- málinum, so er nógv gjørt við skipið, sum skuldi ger- ast fyrr ella seinni. Her er talan um arbeiði í maskin- uni og eisini broytingar og útbyggingar av brand- ávaringarskipanini. Ein partur er nýggjur og virkar alt sum tað skal. Hanus Lassen sigur, at ell krev til skipið nú eru uppfylt og at tað tí kann sigla millum Árhus og Tensberg. Síðani elds- brunan umborð á Star Saga, leggja myndugleik-- arnir stóran dent á at alt er í lagi. Og hesi krev upp- fyllir Smyril nú. Hann vísir á, at eisini hini skip- ini hjá Strandferðsluni eru ajour við brandávaringar- skipanum eftir teimum nýggjastu krevunum. Smyril er 22 ára gamalt skip, og Hanus Lassen heldur at hetta var eitt gott keyp á sinni. Sjálvur hevur hann verið við Smyrli og Teistanum síð- ani hesi skipini komu í flotan. Hann heldur eisini at skipið skuldi egnað seg væl at leigað út til at sigla millum hus og Tøns- berg, tí tað skuldi verið gott farvatn. — Her er talan um 30 føroysk arbeiðspláss, so tað er greitt, at eg og restin av manningini vóna, at hetta leigumálið kemur igjøgnum. Hanus heldur tað ikki vera rætt at hava bæði skipini í sigling í Feroy- um, tá hugsað verður um tíðirnar í dag. Hann held- ur tað tí vera góða icysn at leiga annað skipið út. — Nú vóni eg, at partarnir finna eina loysn, men okk- ara menn mugu sjálvandi tryggja sær at vit ikki sita eftir við svartaperi, tá avtornar, sigur skiparin á Smyrli við Sosialin. hesi óttafullu kenslu: ikki at vita um hann fer at hava arbeiði í næstum eis- ini. Manningin á Smyrli tel- ur umleið 16, men tá skip- ið fer í sigling, verður tal- an um eina feroyska manning uppá tilsamans 30 fólk. — Hetta eigur ongin at undirmeta týdningin av. Fyri okkum og okkara fa- miljur hevur tað alt at siga, at vit kunnu varð- veita okkara arbeiði og eg haldi eisini eg kann lovya mær at minna okkara góðu landsstýrismenn har heima á, at eitt leigumál sum hetta kann vera sera gott íkast hjá landskass- anum. Ein annar av manning- ini, sum heldur ikki ynskir at verða nevndur við navni, sigur, at tað hann hevur sæð og hoyrt, so er ikki talan um nakrar fupp- arar ella svindlarar, ið standa fyri leiguni av Smyrli. — Mær er fortalt, at hetta er eitt skilagott til- tak, og at rutan fer at geva nógvan pening av sær, tí hon styttir teinin av meginlandinum til Oslo so nógv. — Eg haldi tað er gott at vit fáa skipið út aftur at sigla, heldur enn at lata tað liggja fyri teym heima, sigur ein annar, sum ikki heldur tað vera nakað gott hugskot bara at hava skipið siglandi millum Feroyar og Skot- land ein part av árinum. — Her er talan um eitt langtíðar leigumál, sum bæði tryggjar landskass- anum leiguinntekur og okkum arbeiði. Hvat kann vera betri enn tað, spyr hesin ungi suðuroyingur- in. Ein klaksvíkingur, sum stendur við hansara lið og Á L sópar órudd saman, sigur, at tað er spell, um mynd- ugleikarnir heima lata hetta leigumálið detta niðurfyri. — Eg havi bara hoyrt, hvat landsstýrismaðurin skal hava sagt í sjón- varpinum. Sjálvandi er tað gott, at hann er av- gjørdur og sigur, at ordan skal vera í tingunum. Men eg haldi heldur hann átti at roynt at sett seg saman við teimum monnum, ið vilja leiga skipið og harvið skaffa okkum arbeiðs- pláss og inntekur, og funnið útav, hvat bagir og hvat kann gerast fyri at gera tað gott aftur. — Tað tænir so ongum endamáli, at landsstýris- menn gera seg tverar bara fyri at kunna vísa fólki her heima, at teir hava bein í nesini. Tað er fyrst og fremst okkum, hetta gongur út yvir og síðani landskassan, so heldur enn at rópa upp áttu okk- ara kosnu menn at roynt at fingið hetta at riggað, sigur hesin ungi klaksvík- ingurin, sum vónar, at skipið kemur í ætlaðu sigl- ingina. Saman við fleiri eðrum av manningini sendir hann um Sosialin hesa heilsu til landsstýris- mannin í skipamálum: — Gevið hesi ætlanini ein kjans. Sjálvandi mugu tit tryggja tykkum at alt er í lagi, men brúka ta neyðugu tíðina til at fáa hetta at rigga. Samanumtikið kann sigast, at manningin á Smyrli er í døpurhuga, nú ell henda ætlanin hongur í einum tunnum tráð. Og eisini teir mongu danirnir, sum skulu vera við skip- inum, eru í depurhuga. Eisini teirra arbeiði er treytað av, at hetta leigu- málið ikki verður slept. tapetserings- og málaraarbeiði verður gjørt! Pf. Preben Andersen Tlf. 44580 - Fuglafjørdur