leygardagur 18. mai 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 92 — 18. mai 1991
Sparikassin í Havn, sum er
umvældur og víðkaður í
upprunasniðinum og til-
fari.
Annað dómi er nýggi
Sparikassa bygningur við
Tinghúsvegin, sum er so
nógv ødrvisi í útsjónd og
gjørdur úr nútíðar glas-
fasadu og gróti, har gamalt
og nýtt rennur saman.
- Í royndini at fáa henda
bygningin at sita til
umhvørvid í grannalag-
num, er glasfasadan gjørd
soleiðis, at tey gomlu
trini eru varðveidd, ið
stóðu har frammanundan.
Bygningurin er gjørdur
inn i umhvørvid og glas-
fasadan er bakgrund fyri
gomlu trøunum, umframt
at bygningurin ikki er
hægri enn hinir bygning-
arnar.
- Tað kann mangan vera
strevið at koma ásamt um,
hvussu slíkir bygningar
skulu mynda seg. Tú gert
eitt arbeiði fyri byggiharr-
an, sum setur síni krgv,
men samstundis noyðist tú
at samráðast við myndug-
leikarnar, umframt at tú
helst skal finna eina loysn,
sum eisini byggilistarliga
kann forsvarast.
- Nýggi Sjóvinnubankin
við eystaru vág er eisini
dómi um, hvussu fram
kann farast, til tess at fáa
gott umhvørvi.
Synisgluggi í Rom, anno 1985.
Loyvi var til at byggja
eina hædd aftrat, men
hesum mótmæltu grann-
arnar, og tað varð gingið
teimum á mýti.
Aftur fyri fingu vit ført
bygningin at minna um tey
húsini, sum stóðu har áð-
renn Sjóvinnubankin varð
bygdur í 30'unum.
Tað eru júst hesi viður-
skifti, sum gera tað so
spennandi at fáa við
byggilist, men samstundis
er tað ein stór ábyrd, tá tú
fæst við slíkar stórar
bygningar. Teir verða ikki
tíknir niður ella skiftir út
sum aðrir lutir. Ti er tað so
umráðandi slíkir bygningar
fella náttúrliga inn í býar-
myndina.
Arkitektar skulu
vera listafólk
Palli Gregoriussen er
eisini listamaður á annan
hátt. Hann hevur ferðast
vida um í gðrum londum
og hevur altíð havt skitsu-
blokkin við sær. Urslitid
er givið úr í tveimum bók-
lingum, og Palli hevur
eisini verið við á fram-
sýningum, har serstakligu
ríkandi tekningar hansara
sýna fremmant umhvørvi,
eins livandi og ødrvisi enn
SÝNI SGLUGGI 7 2om
Bokse 7 på 5
tad, sum hann hevur skapt
herheima.
Byr ein listamadur i øllum
arkitektum?
- Tad er partur av fak-
inum at ferdast og uppliva
onnur umhvgrvi enn tað
heimliga. Tá tú hevur tek-
nað slíkar upplivingar, so
gloymir tú tað ongantíð
aftur.
- Ein arkitektur er eftir
mínum tykki listamaður.
Er hann ikki tað, er hann
heldur ikki nakar góður
arkitektur.
Í løtuni er byggi-
virksemið í Føroyum nær-
um steðgað, men Palli
Gregoriussen hevur júst
lagt seinastu hond á pro-
jektið at byggja nýggjan
Listaskála.
Hesin stovnur skal sita
til umhvørvid og skal byg-
gjast inn í Viðarlundina í
Gundadali.
Nýggji Listaskålin fer
óivað at ríka umhvørvid og
veita skapandi listini inni-
vist í nútíðar tørvi, men,
sum er sprottið úr rót-
føroyskari byggilist.
Dagny
Ráðhúsið á Piazza Capidoglio. Bygt av Michelangelo 1540-46.
SS) s0Sialurin
TPG] Síða 17
AL
SA)
viku-
SKITTIO'
Bara eitt arbeiði
sigur 22 ára gamla danska gentan Laila, sum
undir heitinum Miss Sheila var í Føroyum í
á
seinastu viku og hevði soneyndan showdans
- Eg hevði útbúgving sum
smyrjibreyðsjomfrú og ar-
beiddi sum kokkur, men tað
var ikki eg. Eg hevði hug at
royna okkurt meira spenn-
andi.
Hetta sigur 22 ára gamla
danska gentan Laila, sum nú
í fimm ár hevur livað av at
dansað á diskiotekum og í
veitslum, sýnt fram veitslu-
klæðir og havt aðrar tílíkar
framsýningar.
Í seinastu viku var hon í
Føroyum og hevði fram-
førslur i Havn, á Tvøroyri, í
Klaksvík og á Glyvrum. A
almennu — framførslunum
dansadi hon i 10 minuttir
vid nøkrum fåum trevlum å
kroppinum. Haraftrat hevdi
hon elddans vid kyndlum, ið
hon streyk upp og nidur eftir
ørum og beinum.
Hvat fær eina unga
gentu at fáa sær eitt tilíkt
livibreyð?
- Mær hevur altíð dámað
vælatdansað, eg gekk nógv
á diskotek, men hugsaði tá
ikki um, at eg kundi liva av
tí. Men so fór eg á dansi-
skúla og kom í samband við
fólk, sum mæltu mær ul at
gera meira við tað. Tað
hóskaði væl til, at eg vildi
uppliva nakað og sleppa út
at síggja verðina, sigur
Laila.
SPÆLIR VIÐ ELD
Elddansin, hon eisini sýndi
fram í Føroyum, hevur hon
sjálv lagt til rættis. Fyrst fer
hon úr næstan øllum klæð-
unum og síðan strýkur hon
ein logandi kyndil upp og
niður eftir beinum og ørm-
um. Tað er ikki heilt
vandaleyst, og hon vísir
fram arrini, hon hevur
fingið. Tað mest vanda-
mikla er tó, tá hon blæsir í
logan. Í munninum hevur
hon lampuolju, sum hon
sprænir út á logan. Tað er
veruliga at spæla við eld, og
fleiri, sum hava roynt tað
sama, have brent seg, tí tær
ikki hava havt neyðugu
royndimar. Laila mælir
ødrum harðliga frå at gera
henni eftir, tí tað er so
vandamikið.
Hon hevur í hvussu er
upplivad, atsæð nøkur lond,
tí fleiri ferðir hevur hon ver-
ið uttanlands.
Arbeiðið er ikki sért
strævið, sigur hon. Frá
mikudegi ul leygardag er
hon fast úti onkrastaðni
hvort kvøld og dansar. Hon
ferðast um alt Danmark, ein
fødingardag her, eina
veitslu har, og ofta merkir
tað at skula sita og bíða eftir
fyrsta morguntoki at sleppa
heim aftur. Tað er eitt lív í
kufferti, sigur hon.
Tað krevur góða heilsu,
og sjálv er hon sera avgjørd
um, at rúsdrekka og hennara
arbeiði ikki hóska saman.
Rúsandi evni hevur hon
ongantíð viljað vita av. Best
hevði verið at lagt av at
roykt eisini, sigur Laila.
sum er hørm um, at hon ikki
kann sleppa tí lastini.
Laila sigur, at henni
dámar framvegis væl sítt
arbeiði, men hon umhugsar
kortini at gevast. Hægst
tvey ár aftrat. Tí arbeiðið
hevur sín kostnað. M.a. ber
ikki ul at liva familjuliv og
reika runt á henda hátt. Hon
hevur umhugsað at lært til
poliust, men hon kundi
eisini hugsað sær at búsett
seg í onkrum fremmandum
landi og gjørt matstovu við
donskum mati.
Tá Laila dansar í Dan-
mark, kann hon loyva sær at
fara úr hverjum tråd. Tað
gjørdi hon ikki á almennu
støðunum her, tí hon vistu,
at tað ikki var loyvt. Ein má
laga seg eftir umstødunum,
og tað kennir hon úr øðrum
londum, hon hevur vitjað.
- Eg veit væl, summi fólk
halda, at ein genta, sum fær
seg til at dansa soleiðis, må
vera løtt uppá tað. Men tað
hevur einki við tað at gera.
Hetta er eitt arbeiði, sum alt
annað, og eg arbeiði hart
fyri at liva av mínum
arbeiði, sigur Laila.
randi
Fm
SN 7) Atlantsflog
DANAIR
ICELANDAIR
sas
Æ |
Faroe Travel
Tlf 12600