Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 — 4. juni 1991 Nøgdin av góðskaðum fiskavørum ferfaldað Í fjør framleiddu vit um 2.000 tons av góðskaðari fiskavøru, og í ár verður væl mcelra. Tummas Arabo, landsstyrismadur i idnadarmålum roknar við, at vit í år fara at framleiða millum 7 og 8.000 tons og komandi ár upp móti 14.000 tonsum. Landsstýrið og vinnan arbeiða við at keypa enn stórri nøgdir av fiski uttanífrá, nú minni verður at fáa her á okkara leiðum. Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er av- gjørt neyðugt skulu vit ikki koma í eitt enn stórri arbeiðsloysi enn vit kenna í dag. tór.- + F Tummas Arabo, landsstyrismadur i idnadarmålum fegnast um, at vit góðska ein alt størri part av fiskavørum til útflutnings Nógv betri fiskaprisur Utflutnin gurin av fiski er øktur, bæði í tonsum og ikki minst í krónum Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hevur Fiskasølan selt 24.600 tons fyri 565,8 milliónir. Sama tíðarskeið í fjør seldi Fiskasølan 22.400 tons fyri 479,4 milliónir. Ella 2.200 tons fleiri fyri 86 milliónir fleiri. Í tonsum er hetta ein øking í prosentum uppá 9,7 og heili 18 prosent í virði. Í mars mánað seldi Fiskasglan 6.700 tons fyri 153 milliónir. Hetta eru 400 tons fleiri men 5,1 millión minni enn í mars mánað í fjør, men fyri apríl síggja tølini betri út. Tá seldi Fiskasølan 5.500 tons fyri 141 milliónir. Hetta eru 600 tons fleiri enn í apríl í fjør og 40 milliónir fleiri. Størstu keyparalondini hava higartil í ár verið Týskland, sum keypti fyri 119,5 milliónir, Bretland 91,9, Danmark 47,5, USA 47,4, Japan 47,2, Spania 43,4 og Frakland, sum keypti fyri 42,8 milliónir. Amerikanski og Japanski marknaðurin eru nógv øktur í mun til fyrr. Lata ov hegan prís Í oddagrein í Fiskasølu- blaðnum skrivar Bjarti Mohr, fiskasglustjóri, at almenna uppbodssølan hevur broytt munandi um innkeypstreytirnar hjá virkjunum. Hann heldur, at prísirnir eru farnir høgt upp í mun til marknaðar- prísirnar fyri lidnu vøruna, og hesum eiga vit at ansa eftir. Fiskasølustjørin å- varðar ímóti, at ein innan- hýsiskapping ikki drepur okkum úti á heimsmark- naðinum. -Vit ynskja øll, og arbeiða hvønn dag fyri, at fáa betri prísir á øllum marknaðum, men tað skal gerast við skili, og tí átti almenna uppbodssølan, at verið styrd soleiðis,at ein skilagóður prísur er ímill- um skip og virki, skrivar fiskasølustjørin. Bjarti Mohr visir å, at undir verkfallinum seldu nøkur føroysk skip uttan- lands. Nettoprisirnir tey fingu prógvar til fulnar, at føroysku flakavirkini í dag gjalda ein ov høgan prís fyri ráfiskin. -Sølurnar prógvaðu eis- ini, at vil kunnu ikki leggja okkara framtíð upp í Føroysku flakavirkini lata ov høgan pris fyri fiskin, sigur Bjarti Mohr, fiskasólustjóri hendurnar á einum tilvild- arligum uppbodssølulcid- ara i Hanstholm aðrastaðni, sigur fiskasølu- stjórin. tór.- Realurin játtaði Í seinasta roknskaparári fekk Realurin 30 umsónir um lán og eigaraskiftir. Í 28 av hesum lániumsókn- um er tilsøgn givin. Realurin veitti í hesum tíðarskeiði 24 lán uppá tilsamans stívliga 90 milliónir krónur. Lánini vóru latin einum rækju- trolara, einum nótaskipi, einum frystilínuskipi, seks feskfiskaskipum, trettan fiskiførum undir 20 brt. og tveimum alibátum. Samlaðu lánini hjá Real- inum eru nú stívliga 300 milliónir. Fíggjarliga av- lopið av rakstrinum gav hetta seinasta árið slakar 26 milliónir umframt tríggjar milliónir í kurs- vinningi. Hetta eru slakar fýra milliónir í vinnini meira enn í fjør. Realurin hevur nú 245 milliónir í eginkapitali. Áhugin fyri at lána frá Realinum tykist ikki at minka. Tilsøgn um lån er longu givin til triggjar feskfiskatrolarar, eitt frystilinuskip, ein svart- f há #4 P ng kjaftatrolara, nýggju fiski- fór undir 20 brt. og átta alibátar. Hetta eru lán uppá tilsamans 78 milliónir, sum væntast at koma til útgjaldingar í hesum flestu umsóknirnar fíggjarárinum. Fíggjarárið hjá Realinum gongur frå 1. april til 31. mars. tór.- ella Síða 15 Eingin ólógligur fiskiskapur Marinustødin sigur frá, at talið á útlendsk- um fiskiførum undir Føroyum hevur í tíðarskeiðinum frá hálvum apríl og måi mánað út, verið millum 22 og 33 hvønn dagin. Sovjettisku skipini eru flest í tali. Ein dagin vóru 23 sov- jettisk fiskiskip á okkara leiðum, trý fronsk og fýra norsk. Fólk av donsku verjuskipunum hava verið umborð og kannað tólv føroysk, sjey sovjettisk, trý fronsk og tvey norsk fiskifør men kundu ikki visa á nakað ólógligt. Hesa tíðina hevur tyrlan hjá sjóverjuni flutt tveir sjúklingar av skipum á Lands- sjúkrahúsið. Ein sjó mann av sovjettiska trolaranum Yuozas Aleksonis og ein av manningini av sjó- verjuskipinum Beskytteren. Donsku sjóverju- skipini eru ikki komin fram å nakran ólógligan fiskiskap seinastu tíðina Antin — ella— ikki bæði —|—