mikudagur 5. juni 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
tíðindablaðið
Ragnar Thorseth drálar ikki:
»Gaia« Var
| Kirkjubø
longu í gjár
|
IFGMOrFgHunmIn
>
:
KOM SKIÐIGÓ
Ragnar Thorseth kom seinnpartin í gjár á
Kirkjubø við »Gaia« og fylgiskipinum 9
»Havella«. Mynd: Roger Engvik
Seinnapartin í gjár kom norska víkinga-
skipið >Gaia< á Kirkjubø.
Skipið, ið longu tíðliga fríggjamorgunin
kom inn á Tvøroyri, fór hagani aftur í
gjáramorgunin klokkan hålvgunfimm við
kós móu Kirkjubø.
Tá Sosialurin seinnapartin í gjár tosaði
við Odd Kvanne, ið er ein av manningini
á »Gaia«, greiddi hann frå, at teir tá ætl-
aðu sær til Kirkjubøar við kúgvaggunum,
sum eru serlig gåva ul Bóndafelagið.
Hava givið sær góða tíð
>Vit hava siglt í allan dag, men kortini
givið okkum góðar stundir,< sigur Kvanne
við Sostalin. >Vindurin hevur ikki verið
so nógvur, so ferðin hevur ligið um einar
and tl Kuri IuDOUr.
egeini vórðu handað
Í VOrFOYrI
fimm sjómíl allan vegin.<
Ein orsøkin til, at »Gaia« saman við
fylgiskipinum »Havella« í gjár løgdu leið-
ina til Kirkjubø, er at formaðurin í Bónda-
felagnum, Páll Patursson, býr har.
Serfrødingar seta eggini upp
Seinni í summar er ætlanin, at serfrød-
ingar skulu koma hendanvegin at seta
kúgvaeggini upp í kýr i Føroyum.
Eggini er gáva frá norska felagnum
NRF, ið selir norsku kúnna, føroyingar
hava. Helstb er orsøkin tann, at mjólki-
neytini av norskum uppruna í Føroyum
hava gjørt so stór framstig og mjólka
nógv meira nú.
Eggini eru 25 í tali, og hava tey ligid í
einari frystibingju, sum hevur verið
umborð á »Gaia« allan vegin úr Bergen
og higar.
A Havnina í morgin
Tá Sosialurin tosaði við Ragnar Thor-
seth sjálvan leygardagin, væntaði hann, at
teir fóru ein túr inn í Sandoynni og kanska
onkra aðrastaðni við.
Men av tí at vindurin í gjár ikki var tann
heilt nógvi, valdu teir heldur at sigla beina
leið til Kirkjubøar, so ikki óvæntaðar
seinkingar skuldu koma í vegin.
Og sambært Odd Kvanne gekk eisini
alt eftir vild á ferðini í gjár, og
siglilíkindini vóru av teimum bestu við
fínasta veðri — sól og ikki so kaldari luft.
Nr. 103 — 5. juni 1991
»Gaia« og »Havella« koma so á Havn-
ina í morgin.
Liggja nátt í Nólsoy
»Tå vit hava gjørt okkum liðug í Kirkju-
bø, skulu vit finna útav, hvar vit skulu
vera um náttina,< sigur Kvanne við
Sosialin. »Helst fara vit at sleppa okkum i
onkra havn nærhendis Havnini, so vit ikki
skulu hava so langa farleid eftir at fara.
Best man vera at fara til Nólsoyar, ti tå er
bara ein fjørdur eftir at sigla.«
Tå »Gaia« kemur til Havnar i morgin,
verður móttgka av ymsum slagi, og eisini
verður skipað fyri ymsum tiltøkum i
Havnini, meðan skipið er her.
hj.
Hver fjøl á flot
Í sambandi við, at norska víkinga-
skipið >Gaia< á ferð síni til Am-
erika kemur á Havnina í morgin,
eru fyrireikingar gjørdar til stóra
móttóku, tá »Gaia« og fylgiskipið
»Havella« koma í Nólsoyarfjórð
verður við ul innsiglingina
inn á Havnina saman við
millum ødrum kappróðrar-
bátum og sluppum.
Sluppirnar >Westward
Ho< og >Johanna< saman
við seglskipinum >Norð-
lýsinum< fara sambært
løgdu skránni frá landi
Tiltakið, ið fyrireikað er,
er at verða kallað »Hvør
fjøl á flot<, verður sagt í
tíðindaskrivi
Farið verður frá landi
seinnapartin í morgin, og
siglt verður tá ímóti
»Gaia«. Síðani verður siglt
inn á Havnina, har eisini
verður skipað fyri stórari
måttøku, tå lagt verður at
landi umleið kl. 18.
Fyrireikararnir siga, at
alt, ið flóta kann, er væl-
komið at vera við í hesum
måéttøku-flotanum«, sum
longu um morgunin kl. 9.
Ætlanin er at sjóðra
okkurt fekst umborð til
sjógarparnar úr Noregi,
sum gamal og góður siður
var at gera, og sluppirnar
fylgja síðani >Gaia< inn á
Havnina.
Sambært tíðindaskrin
inum fer túrurin við slupp-
unum og seglskipinum at
vara í níggju tímar
Ferðafólk, ið hava hug at
fara við á hendan túrin,
sum verður nevndur bæði
spennandi og søguligur,
kunnu keypa ferðaseðlar
ul túrin á Kunningarstov-
uni í Havn fyri 250 krónur.
Uppii hesum prisi er eis-
ini ein heitur drekkamunn-
ur virð skipskeks og við-
skera afturvið.
hj.
$0Sialurin — fimm ferðir um vikuna!
Fráboðan um
umhvørvis-
góðkenning
Við hesum verður gjørt kunnugt, at
landsstýrið við heimild í grein 26 í løg-
tingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um
umhvørvisvernd tann 12. februar 1991
hevur góðkent, at Kommunala Orku &
Brennistødin ger og rekur møttøkustød
fyri bilvrak og annad metalburturkast å
økinum hjå KOB å Sandvikahjalla.
Føroya Landsstyri,
4. juni 1991