Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 103 — 5. juni 1991 Føroyar eru ikki á Vesturbrugv Tað skuldi borið til hjá fóroyingum at sloppið í viðgerð beint aftaná kanningina í staðin fyri at skula bíða í fleiri dagar, heldur ein fóroyingur, sum varð sendur niður á Ríkissjúkrahúsið Ein maður, sum varð sendur niður á Ríkissjúkrahúsið til kanningar og at fáa viðgerð, heldur ikki at føroyingar fáa nóg góðar sømdir har. Hann hevur í hvussu er nakrar keðiligar royndir og heitir á sjúkrahúsverkið um at bøta um hetta. Hann hevur alt gott at siga um starvsfólkini á Ríkis- sjúkrahúsinum. Tey taka væl ímóti sjúklingunum, men hann ger vart við seg, fyri at onnur ikki skulu koma í somu stóðu. Maðurin var til kanningar í nakrar dagar, og ein dag hevði hann fingið tíð at koma til røntgenkanningar. Hann fór til fyrstu leiðbein- ingina, men tey funnu ikki pappír hansara og sendu hann til næstu leiðbeining- ina, har tey heldur ikki sóu nakað til, at hann skuldi koma. Hann varð síðan sendur aftur til fyrstu leið- beiningina, og haðani ringdu tey yvir á deildina, ið var í hinum endanaum á stóra sjúkrahúsinum, tí har var ávísingin ul røntgen- deildina skrivað. Maðurin mátti so ta longu leiðina yvir á deildina, har hann fekk níggja ávísing og fór yvir aftur til leiðbeiningina. UTSETT Á røntgendeildini skuldi hann bíða ein tíma, og tá kom ein yvirlækni og spurdi, hví hann var møttur tríggjar tímar ov seint. Tá var ávísingin har á deildini. Tað bar ikki til at koma til Maria á Dul, fyristóðukvinna á Landssjúkrahúsinum: - Føroyingar, sum uppliva at noyðast at ganga og bíða eftir viðgerð í Keypmannahavn, eiga at siga Landsjúkra- húsinum frá. Kanska kunnu vit á tann hátt fyribyrgja, at slíkt hendir aftur henda dagin, og maðurin varð biðin um at koma dagin eftir í staðin. Og tá fekk hann so at vita, at hann ikki kundi koma í viðgerð fyrr enn 12 dagar seinni. á rentgendcildini AFTUR BROYTT Maðurin helt tað vera bur- turvið at ganga í 12 dagar hendur í lumma í Keyp- mannahavn í staðin fyri at fara heima og arbeiða. Hann avtalaði ti við føroyska sjúkrahúsverkið um at fáa ferðaseðil og koma heim hesar dagarnar. Beinanveg- in fór hann og keypti sær ferðaseðil, men áðrenn hann fór helt hann tað vera beint atgevaRíkissjúkrahúsinum boð um, at hann fór heim. Mitt á degi á alfara vegi Innbrot í bilar eru van- lig. Fyri tað mesta henda innbrotini á nátt, ella har einki fólk gongur. Men summir tjóvar eru framligari enn so. Seinnapartin mána- dagin høvdu eini fólk sett bilin frá sær við posthúsið í Havn og vóru farin nøkur ørindi í býin. Tá tey komu aftur til bilin, var brotið inn í hann, og eitt videotól fyri 23.000 krónur var horvið. Klokkan hálvum fýra, tá nógv fólk vanliga er í Havnar gøtum. Men tå fær hann at vita, at tað nú er broytt: hann skal mýta fseks dagar seinni aftur á Ríkissjúkrahúsinum. Tá var eingin meining í at fara heim. OY STORT - Tað er mín fatan, at Ríkissjúkrahúsið er blivið so stórt, at høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger, sigur sjúklingurin. Og tey hugsa heldur ikki um, at tað íkki ber føroyingum til bara at komaaftur um nakrar dagar, tí tað er so langt og so dyrt at fara heim, sigur madurin. Nú er hann í bestu árum og orkar væl at ganga úr ein- um enda í annan á Ríkis- sjúkrahúsinum, og Keyp- mannahavn er honum held- ur ikki ókendur. Hann hugsa meira um, at ein stórur part- ur av teimum, sum verða send niður, eru meira til- komin fólk. Tað er ikki sum at siga tað hjá teimum at fara sjálv t.d. av Hotel Tórshavn, har tey flestu búgva, til Ríkissjúkrahúsið, sjálvt um vegurin ikki er so langur. Uppaftur veri er hjá teimum, um tey renna seg í slíkar trupulleikar, at við- gerðin verður útsett, og tey skulu ganga og bíða í stór- býnum, sum tey illa kenna. - Tað má bera til at leggja tað soleiðis til rættis, at før- oyingarnir sleppa undan at bíða, sigur maðurin. IKKI EINDØMI Maria å Dul, fyristøda å Landssjúkrahúsinum, veit um, at føroysingar renna seg í slíkar trupuleikar. Lands- sjúkrahúsið hevur heitt á Ríkissjúkrahúsið um at sleppa føroyingum undan bíðitíðini, men tað hevur ikki hjálpt. - Sjúkrahúsið er so stórt, og taðer sum um tey hava ilt við at fara, at tað er munur á at koma úr Føroyum ella av Vesturbrúgv, heldur Maria á Dul. Tað er tó ikki altíð so hjá føroyingum, sum franiður á Ríkissjúkrahúsið. Maria á Dul nevnir sum dømi, at tá børn hava verid nidri og fingið skurðviðgerð fyri skeivar fótur, eru tey altíð sloppin undan at bíða. KANN KANSKA FYRIBYRGJAST Men onnur sleppa at bíða. Maria á Dul heitir á sjúkl- ingar, sum uppliva slíkt, um at venda sær ul Lands- sjúkrahúsið, sum kann gera vart seg seg. Um tað ikki hjålpr ti, sum hevur verið noyddur at bíða, er tað ein ma ti at fyribyrgja, at slíkt hendir aftur, sigur Maria á Dul. randi Alt avvist Fimm fakfeløg í sjúkrahús- verkinum vóru mánadagin á samráðingarfundi landsstýrið Tey fimm fakfeløgini i heilsuverkinum, fysio- teapeutrarnir, ergotera- peutarnir, økonomurnar, laborantarnir og ljós- mødurnar, sum hava fel- ags samráðingar, vóru fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum í landsstýr- inum mánadagin. A hesum fundinum gingu partrnir igjøgnum krøvini hjá feløgunum til nýggjan sáttmála. Ann- að hendi ikki. Eins og onnur felgg, sum hava verið í lands- stýrinum í samráðingar- fundi í landsstýrinum fingu hesi fimm felggini at vita, at tey ikki skuldu Við vænta at fáa nakra løn- arhækkan í ár. Okkurt smávegis bar til at tosa um, men annars vórðu øll krøvini avvist, Sigur Karin Djurhuus, for- kvinna hjå Føroyskum Fysioterapeutum. Lønarkravid hjå fel- øgunum er 400 krónur aftrat um månadin um- framt onkrar vidbøtur. Feløgini og landsstyr- ið avtaladu hvør í sínum lagi at hyggja nærri at krøvunum, og fundur verður aftur næsta mána- dag. randi Uppsøgnin er godtikin Roknskaparleidarin å , Tekniska skúlanum i Havn fær ikki starvid aftur men lønina, hann eigur i upp- sagnartíðini Tysnåtuna eydnaðist stýrinum fyri Tekniska skúla i Havn og Starvs- mannafelagnum at gera semju um ósemjuna i sambandi vid, at rokn- skaparleidarin á skúl- anum varð burturvístur fyri góðum mánaði síð- an. Semjan endaði við, at Starvsmannafelagi tók uppsøgnina til eftirtekt- ar. Og roknskaparleid- arin fær ta løn, sum fyri- skrivað í lógini um starvsfólk. Uppsagnar- tíðin er triggjar mánaðir, og so kemur summarfrí- tíð, frítíðarpengar o.a. aftrat. Starvsmannafelagið hevur frá skúlanum fingið váttan fyri, at uppsøgnin, ella burtur- visingin, ikki er grundad á nakað tænastubrot. Starvsmannafelagið hevur ikki góðtikið spar- ing sum uppsagnar- grund. Tað er ikki van- ligt, tá sparast skal, at fólk verða uppsøgd frá einum degi ul annan. Hetta er ein uppsøgn uttan grundgeving, og hon nýtist heldur ikki sambært lógini, sigur Hartvig Hansen, for- maður í Starvsmanna- felagnum. Starvsmannafelagið hevði annars hótt við at víðka verkfallið, ið var á Tekniska skúlanum or- sakað av burturvísing- ini, til eisini at fevna um teir tveir limirnar hjá felagnum á skúlaheim- inum við Marknagils- vegin, en tað verkfallið varð ongantíð sett í verk, ti ésemjan var loyst áðr- enn. Starvsfólkini á Tekniska skúlanum eru eisini farin aftur til ar- beiðis. randi