Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 = Nr. 106 — 8. juni 1991 Domsnevndin hevur alt at siga — og man mistaka seg í stórum, tá hon sigur seg ikki vera kunn- aða um rundskrivið frá kappingarneyndini fyrrenn Í Tey feløg, sumbædi hava spælarar, sum eru vid i unglingadeildini og sam- stundis spæla å vaksna- mannalidum, eru eftir kærumålid Royn-Skåla slept fullkomuliga uppå fjall, tå talan er um at finna rætta framferdarhåttin, um unglingaspælarar hava leikbann. Royn kærdi ein ung- lingaspælara hjå Skåla, sum spældi vid 2. deildar- lidnum i dysti å Sevmyri, ti hesin hevdi fingid reytt kort í unglingadysti nøkur kveld áðrenn. Kappingarnevndin av- greiddi hetta mål skjótt og vísti til rundskriv, sum varð sent feløgunum 8. juni 1990. Hetta rundskriv sigur: »Gjørt verður vart við, at um unglingur, sum eisini leikar í hægri deild, fær kort givið í unglingadeild- ini, so hevur hetta kortið bert gildið fyri unglinga- deildina.< Fyrst fríkenning - síðani »-démur« Sambært hesum verður Skála av kappingarnevnd- ini fríkent, og kæra hval- binga afturvíst. Men hvalbingar kæra víðari til démsnevndina, ið gevur teimum fult viðhald, og dømir Skála at tape dystin 0-0. Dysturin end- aði annars upprunaliga við javnleiki 1-1. Hetta eru skålamenn sjålvsagt harmastir um, og i blødunum hevur venjarin og formadurin Hans Jåkup Andreasen givid til kennar, at um hetta skal vera pris- urin fyri at brúka ung- lingaspælarar í hægru deildunum, eru teir lidnir við tað og harvið niður- leggja samstarvið vis Streym um unglingaliðið og taka liðið úr kappingini hjá unglingunum. »Démsnevndin hevur talad« Men harvid er øll hendan søgan als ikki lidug. Nú kunnu eingi lið í hægru deildunum, sum brúka unglingaspælarar, kenna seg trygg, um hesir góðu spælarar fáa kort. Verður spurt hjá FSF, er svarið stutt: »Démsnevnd- in hevur talað! < Ikki nakað ógreitt svar, tí dómsneyndin hevur talað, sjálvt um tað munnu vera tey fægstu, ið nakrarntíð duga at síggja nakað hopi í ti, dómsnevndin sigur. Sambært tí, démsnevnd- in hevur sagt, kunnu øll lið nú framyvir hava >slaktar- ar< á vellinum, sum móti endanum á dysti sparka onkran á mótstýðuliðnum niður, uttan at tað fær fylgjur fyri unglingaliðið. Sami spælari kann jú bara vera við aftur næstu ferð, tí leikbannið kann hann jú bara sita av sær í onkrum dysti í hægru deildunum, sum er áðrenn næsta unglingadyst. So kann søgan bara end- urtaka seg tá, og aftur næstu ferð, og næstu ferð... Ímóti skili og fornuft Démsnevndin hevur tal- að, og tað, démsnevndin hevur sagt, kann takast sum um: >Tað er í lagi, at spælarar hava slíkan at- burð sambært teimum regl- um, vit hava at halda okk- um til.« Ein og hvgr kann siga sær sjálvum, at henda skip- an er burtur úr vón og viti, og at her má broyting til. Fyrsta broytingin má sjálvandi vera, at FSF á ein ella annan hátt sleppur sær av við eina forstokkaða dómsnevnd, sum so at siga í øllum fórum tosar øllum skili og allari fornuft ímóti. Í øðrum lagi eiga kapp- ingarreglurnar at verða broyttar so, at kort eru galdandi í teimum deild- um, har tey verða givin, og so onga aðrastaðni. Rundskrivið burturi? Tað, sum óivað hevur undrað mong, síðani dóms- nevndin í hesum aktuella máli kom fram við sínum >dómi<, er hví hesi orð um omanfyri neynda rundskriv frá kappingarnevndini standa í úrskriftini: »Hetta rundskriv verður démsnevndin fyrst kunnað um 16.05.91, t.v.s. knapt ár aftaná at skrivið er sent feløgunum.« Sera løgi0, at hetta skal vera partur av úrskurð- inum, tí tað vil við ødrum orðum siga, at dóms- nevndin koyrir postin burt- ur, sum hon fær ella okkurt liknandi. Rundskrivid frå kapping- arnevndini, sum er tad seinasta í fleiri ár, varð jú sent bæði feløgum, pressu og viðkomandi nbevndum — har íroknað sjálvandi démsnevndini! At démsnevndin ti nú letst ikki at kenna til skriv- 10, er lítið trúligt, tå øll onnur, sum skuldu, hava fingið tað sendandi. Uppaftur verri er so tað, at dómsnevndin í einum 6. mai 1991 Hesir báðir — Eydun Klakkstein og Fríðin Ziskason — sleppa ikki á liðið hjá KÍ um viku- skiftið í 1. deild, tí teir fingu kort í steypafin- aluni í unglingadeild- ini. So hóast medaljur- nar hanga um hálsin og steypið er í hondini, er ikki ringt at skilja, hví smílið ikki er so stórt á hesum báðum. Mynd: Hilmar Jan álvarsspurningi, ið snýr seg um stig og stødu í landskappingini í 2. deild, tekur stóðu útfrá, at hon bara ikki >kennir< nakað til tað, øll hini hava fingið frá kappingarnevndini. Dregur staðið niður Hesin >politikkurin< er