mikudagur 19. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 19. mars 2003
17
Annfinn Danielsen:
-Føroysk feløg
undirmeta
føroyskar
venjarar
At fleiri og fleiri fyrr-
verandi toppleikarar
eru at síggja í venjara-
størvum, heldur
royndi ungdómsvenj-
arin kann fáa keðilig-
ar avleiðingar fyri
feløgini.
FØROYSKIR
VENJARAR
Páll Holm Johannesen
Soleiðis tekur ein av roynd-
astu
ungdómsvenjarumí
Føroyum til, tá vit spyrja
hann, hví so fáir føroyskir
venjarar eru at finna í
1.deild. Annfinn Danielsen
metir, at føroyskir venjarar
eru fult á hædd við teir út-
lendsku, men stóri trupul-
leikin er, at tað er ikki eins
stór virðing fyri teirra ar-
beiði, sum hjá teimum út-
lendsku venjarunum.
– Tað er eindømi í før-
oyskum fótbólti, at føroysk-
ir venjarar fáa boðið fulltíð-
arstarv úti í feløgunum.
Hetta má vera eitt minsta
krav hjá føroysku venjarun-
um, tí teirra útlendsku
starvsfelagar hava fulltíðar-
venjarastarv, og tað sigur
mær so mikið, at virðingin
fyri arbeiðnum hjá før-
oysku venjarunum ikki er
eins nógv, sum hjá út-
lendsku venjarunum, sigur
Annfinn Danielsen
Rákið seinastu mongu ár-
ini hevur verið, at fleiri og
fleiri útlendingar hava stað-
ið á odda fyri 1.deildarfel-
øgunum. Okkurt árið hava
útlendingarnir
verið
í
meiriluta, og nú bólka-
spælið í steypakappingini
byrjar leygardagin, eru út-
lendingar at finna í fimm
av í alt tíggju venjarastørv-
unum í 1.deildarfeløgun-
um.
Føroyska íkastið í 1.deild í
ár mynda Jógvan Martin
Olsen, Jan Joensen, Petur
Mohr, Jens Erik Rasmussen
og Johan Nielsen.
FSF nýtt nógvar
pengar
Fótboltssambandið hevur
nýtt nógvan pening til at út-
búna føroyskar fótbólts-
venjarar. Í 2001 vóru tað
níggju føroyingar, sum tóku
elitu venjaraskeiðið. Fleiri
av venjarunum, sum tóku
elitu venjaraskeiðið í 2001
tóku eisini FSF-venjarar-
skeiðið í 1995. Elitu venj-
araskeiðið frá 2001 er mest
krevjandi venjara útbúgv-
ingin nakrantíð fyriskipað í
Føroyum.
Teir sum tóku elitu venj-
araskeiðið vóru: Jógvan
Martin
Olsen,
Mourits
Foldbo, Johan Nielsen, Pet-
ur Simonsen, Trúgvi Mort-
ensen, Eli Hentze, Mattias
Davidsen, Petur Mohr og
Annfinn Danielsen.
Av hesum eru bert tríggj-
ir, ið eru høvuðsvenjarar
hjá 1.deildarfeløgum, og
tað kann tykjast heldur
lítið, tá FSF hevur lagt so
nógv fyri at útbúgva før-
oyskar
venjarar.
Johan
Nielsen er einasti venjarin,
ið hevur verið 1.deildar-
venjari yvir fleiri ár, meðan
flestu av hinum elitu-venj-
arunum eru bert at síggja
av og á sum 1.deildarvenj-
arar. Spurningurin kann tí
setast við, um tað er
nøktandi, at teir ikki luttaka
meir í elitu menningini av
føroyskum fótbólti. Fleiri
teirra hava gjørt eitt risa
ungdómsarbeiði, men tað
haltar, tá vit tosa um menn-
ing av fremstu leikarar-
unum.
At vera venjari er ikki
nakað trygt starv. Í fjør
skiftu fimm feløg í 1.deild
venjara ígjøgnum kapp-
ingarárið. Flestu av venjar-
unum, ið hava elitu-venjar-
aútbúgvingina, eru á ar-
beiðsmarknaðinum og hava
eina trygga inntøku. Tað
kann tí tykjast hættisligt at
taka eitt venjarastarv, tá
starvið er so ótrygt.
Útlendingar staðið seg
best
Tað er onki at ivast í, at út-
lendsku venjararnir hava
Framhald á síðu 19
Bæði B36 og VB hava seinastu mong árini havt
útlendskar venjarar. Sambært Annfinni Danielsen
hevði føroyskur fótbóltur havt betri av at hava
føroyskar venjarar i 1.deildarfeløgunum.
Savnsmynd
17
16
Nr. 54 - 19. mars 2003
Talvfelagið Føroyar millum sterkastu feløg í DK
Sunnudagin varð
greitt at útisetar
vunnu 2. deild, og
telva tí komandi ár í
bestu deildini í Dan-
mark. Eitt satt bragd.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Talváhugaðir lesandi úti-
setar hava seinastu mongu
árini trinið á gátt í føroyska
talvfelagnum í Keypmanna-
havn, sum tann 14. sept.
verður 19 ár, har samanhald
og góðar løtur altíð hava
verið í hásæti. Felagið hevur
altíð verið ein blandingur av
rutineraðum telvarum, sum
hava verið við nærum øll
árini, og ungum útisetum,
sum koma og fara.
Felagið rykti upp í 3.
deild fyrst í nítiárunum, og
vunnu deldina í 1997. Men
stokkut var gleðin í 2. deild,
tí longu árið eftir rykti fel-
agið niður í 3. deild aftur.
Árini 1998-2000 megnaði
føroyingar so dánt at halda
seg flótandi í tribestu deild-
ini. Á heysti 2000 kom
broyting í, eftir at nevndin
valdi at satsa uppá at leika
seg heilt fram í 1. deild, í
seinasta lagið eftir kapping-
arárið 2002/2003. Og nú vit
skriva 2003 er felagið mill-
um sterkastu feløg á flat-
londum! Í Danmark eru
millum 1-200 talvfeløg.
Ein blandingur av fíggjar-
ligum stuðli frá serliga
Talvsambandinum, og góð-
um vilja, er málið rokkið.
Drama til síðsta leik
Undan seinasta umfarinum
lógu Hillerød hálvtannað
stig ovari enn føroyingarnir
á øðrum plássi. Men góður
møguleiki var at heinta inn
stigini, tá Hillerød hevði
torføra mótstøðu, sam-
stundis sum føroyingar
hittu
einasta
botnliðið
Øbro. Væl gekst hjá føroy-
ingum og eftir hálvanfimta
tíma, var støðan 6-0 til okk-
ara menn, og 5-2 til
Hillerød. Spenningurin var
í toppi, og ilt var at meta
um greiðar niðurstøður.
Hjá føroyingum sótu Carl
Eli N. Samuelsen og IM
Nicolaj Borge eftir við
støðum, sum neyvan kundi
geva meir enn eitt stig til-
samans. Tvs 7-1, og tí mátti
seinasti Hillerød-maðurin
endiliga ikki vinna sítt talv
ímóti teimum úr Fredriks-
berg, sum tískil hevði ogn-
að teimum fyrsta plássið.
Carl Eli hevði ongan møgu-
leika at vinna javna róka-
endatalvið og mátti tí taka
til takkar við javnleiki.
Nicolaj bardist fyri sín-
um javnleiki, og fekk hann
eisini
hendan
umsíður.
Beint undan hevði Hille-
rød-maðurin tapt sítt talv,
og tann dysturin endaði so-
statt 5-3. Tí bleiv knasandi
7-1 sigurin nóg mikið til
eitt søguligt flott fyrsta
pláss í 2. deild.
John Arni Nilssen, Heini
Olsen,
Eyðun
Nolsøe,
Heini Danielsen, Terji Pet-
ersen og Arild Rimestad
vunnu síni talv. Serliga
leikti John Arni væl og
vann leikandi lætt og skjótt
á einum 2300-manni. Talv-
ið hjá Eyðun er við í blaðn-
um í dag.
At eitt føroyskt útiseta-
felag blandar seg í abso-
lutta toppin í danska ítrótt-
arheiminum, er óhoyrt.
Føroyska flogbóltsliðið í
Keypmannahavn megnaði
eina árið at smasha seg upp
í 3. deild, men tó ikki long-
ur. Fótbóltsfelagið IF Før-
oyar hevur eisini røttuna
kósina við fleiri upprykk-
inginum seinastu árini, men
tó er ótrúliga langt upp til
superliga´ina
sum
eitt
felag...
Avbjóðingin
At telva í bestu donsku
deildini krevur sítt. Tí ætlar
felagið at finna sær enn ein
styrk, og við IM Borge við
aftur komandi ár (hann
hevur játtað) + einum øðr-
um tittultelvara og seks før-
oyingum á liðnum, harav
føroya sterkasta telvara og
toppskorarinum á liðnum
John Arni, eigur at bera til
at halda seg í deildini. Mill-
um tey átta liðini í 1. deild,
eru eini 2-3 lið, sum før-
oyska felagið kann kappast
við. Onnur feløg eru einfalt
ov sterk. T.d er Helsinge,
við sínum trimum stór-
meistarum og fimm altjóða
meistarum, í flokki fyri seg.
Tvey lið flyta niður, og tí er
málið eitt sætta pláss mill-
um tey átta liðini.
Endaliga støðan í 2.
deild:
Talvfg. Føroyar
35
Hillerød
34,5
Fredriksberg
29
Helsingør
29
AS 04
29
Skakspilleren
27
Odysseus
24,5
Øbro
16
Einkultúrslitini
1. IM Nikolaj Borge
4,0 av 7 - (57%)
2. John Arni Nilssen
5,5 av 7 - (79%)
3. Heini Olsen
4,5 av 7 - (64%)
4. Eyðun Nolsøe
4,5 av 5 - (90%)
5. Carl Eli N. Samuelsen
4,0 av 7 - (57%)
6. Heini Danielsen
4,5 av 7 - (64%)
7. Finn Nøhr
2,0 av 5 - (40%)
8. Terji Petersen
4,0 av 7 - (57%)
9. Arild Rimestad
2,0 av 3 - (67%)
10. Regin Reinert
0,0 av 1 - (00%)
Talvið hesa vikuna
Niels Hornekær — Eyðun
Nolsøe
DSU 2.div. (7), 16.03.2003
Sicilanskt
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4
4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 a6
6.g3 g6 (nógvir møguleikar
eru her, og Eyðun velur
tann mest lokkandi, sum
hann sjálvur segði eftir
talvið) 7.Bg2 Bg7 8.0—0
0—0 9.a4 Fc7 10.Bg5
Ribd7 11.Fd2 Re8 12.Rfe1
e6 (g6, e6, d6 finnustrukt-
urin kann tykjast veikur,
men so er ikki) 13.Rad1
Rie5 14.b3 Rifd7 15.Ride2
Bf8 16.h4 b6 17.h5 Bb7
18.Ff4 Bg7 19.Bh6 Bxh6
20.Fxh6 Rad8 (støðan er
jøvn, nú farið verður undir
miðspælið. Hvítur hevur
einki
kongaálop,
hóast
frúgvin stendur í durum
svarta kongs) 21.hxg6 hxg6
22.Fd2 Rif6 23.Fg5 Kg7
24.b4 Rh8! (svartur byrjar
so smátt at taka yvir)
25.Fd2 Ric4 26.Fd4?? e5!
27.Fd3 Rib2 (tí átti hvítur
av fyrstan tí leikt frúnna á
c1, og ikki á d4) 28.Fd2
Rixd1 29.Rxd1 Fc4 30.b5
a5 31.Fe3 Fc5 32.Fd2 Rig4
[ein annar møguleiki er:
32...Rh2!
33.Ric1
(33.Kxh2 Rig4+) 33...Rdh8
34.Rib3 Fb4 og svartur
vinnur]
33.Ric1
Rixf2
34.Fxf2 [34.Rib3 Rih3+
35.Kf1
(35.Kh1
Fg1+
36.Rxg1 Rif2#) 35...Fg1+
36.Ke2 Fxg2+] 34...Fxc3
støðan
er
fullkomiliga
vunnin. Eyðun hevur spælt
væl og útnytta feilir hjá
dananum til fulnar 35.Fxb6
Bxe4!? (Eyðun er í tíðar-
neyð, og helt at hann kundi
fáa mannin aftur við skáki.
Hann gloymdi at bispurin
kemur ímillum aftur eftir
Fxg3, men hinvegin hevði
hann tá møguleikan til
niðanfyrinevnda møguleik-
an, sum hann tó ikki sá
vegna tíðartrot) 36.Bxe4
Fxg3+
37.Bg2
Fh2+?
[37...Rh2! 38.Ff2 Rh1+!
39.Kxh1 Fxf2] 38.Kf1 d5
39.Fe3? síðsti møguleiki
var Rid3 39...Rh5 40.Rd2
d4 41.Fd3 (Fe1 hevði
verið drúgvari)
Støðan eftir 41. Fd3
41...Rf5+ 42.Rf2 Rxf2+
43.Kxf2 Ff4+ 44.Ff3 Fxc1
45.Fc6 Fe3+ 46.Kf1 d3 0—
1.
Heini Olsen og hinir í
Talvfelagnum Føroyar skulu
komandi kappingarár telva í
fremstu donsku deildini.
Komandi vikuskiftið
verður farið undir
hálvfinalurnar í
bestu donsku flog-
bóltskappingini
ÚTISETAFELAG
Páll Holm Johannesen
Flogbóltsfelagið
hjá
Bárða Mikkelsen, Holte,
tapti í seinasta dystinum í
endaspælinum.
Sunnu-
dagin vitjaði Holte DHG
Odense, og heimaliðið
vann ein greiðan 3-0
sigur. Settúrslitini vóru
25-13, 25-15 og 25-17.
Dysturin hevði ongan
týdning fyri Holte, tí liðið
hevði undan dystinum
tryggja sær sess í hálv-
finaluni.
Holte skal komandi
vikuskiftið leika fyrstu
hálvfinalu ímóti Skov-
bakken Volley. Hálvfinal-
urnar eru skipaðar í best
av trimum dystum. Fyrsta
hálvfinalan verður sunnu-
dagin á útivølli í Århus.
Holte tapti
C
M
Y
K
16