Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Erhard Jacobsen stovnar nýtt virki Fytitøkan Infex, sum fyrrverandi fakfelagsfor- maðurin hevur stovnað, ætlar sær m.a. at gera altjóða marknaðarkunning til sítt seróki Í hesi vikuni byrjaði Er- hard Jacobsen nýtt virki. Talan er um fyritøkuna INFEX, sum býður sær til at gera ymsar tænastur fyri vinnuvirkir, stovnar, feleg og einstaklingar um alt landið. Navnið INFEX er sam- andráttur av orðunum in- formatión og export, og hesi orðini mynda eisini hevuðsekini, sum nýggja virkið fer at virka á. Umframt at átaka sær alt vanligt tænastuvirki so sum at skriva og seta upp rapportir, brev og upplýsingafaldarar, skipa fyri skeiðum og ráðstevn- um og gera kanningar fyri virkir, stovnar, feløg og onnur viðskiftafólk, fer INFEX í dagliga virksem- inum serliga at leggja dent á at menna seg í tí fakinum, sum viðvíkur at leita eftir informatión um oll megulig viðurskifti. Endamálið hjá nýggja virkinum er millum annað at byggja upp eina upp- lýsingamiðsteð, sum fyrst og fremst vendir sær til vinnulívið, men sum eisini er ætlað at verða ødrum til tænastu, tað verið seg sum nevnt stovnar, felø og einstaklingar. Í hesum arbeiðnum fer INFEX at brúka øll nútímans am- boð. Við tilboðum sínum ætl- ar INFEX at hjálpa bæði smærri og sterri virkjum á glið, og síðani at stuðla og vegleiða teimum á leiðini til eitt munagott og væl- eydnað virksemi. Rit um marknaðar- kunning Loysunarorðið í hesum degum er marknaðarbú- skapur. Kapping og kapp- ingarferi skulu avgera, um vinnuni skal verða lív lagað. Og ikki sert av sannleika er í hesum. Einasti máti hjá virkj- unum at klára seg í dag- sins samfelag er at vera væl fyri, tá ið tað snýr seg um vitan um gongdina á heimsmarknaðinum. Við hollari vitan um hvussu kappast verður, hevur virkið longu slóðað væl fyri einum góðum úrsliti. Ikki minst um ætlanin er at klára seg í útflutnings- vinnuni. Nýggja fyritøkan INFEX ætlar sær tí at gera altjóða marknaðar- kunning til sítt serøki. Um einar tveir mánaðir ella so fer INFEX undir at geva út eitt smárit, sum skal veita regluliga upp- lýsing um marknaðar- viðurskifti i breiðastu merking. Nr. 109 - 13. juni 1991 Erhard Jacobsen, sum hevur stovnad INFEX, er fyrr- verandi fakfelagsformaður. Hann hevur lært til bóka- verð og arbeitt í kesum fakinum í fleiri ár. Erhard Jacobsen hevur eisini handilsvísindaliga útbúgving. Nærri upplýsingar um INFEX eru at finna í lýsing, sum stendur í bloðunum í hesi vikuni. Í hesum riti fer høvuds- denturin at verða lagdur á almenna kunning um sam- felags- og búskapargongd, framleiðslu og keyp og selu í løndunum uttanum okkum. Hetta smárit skuldi veitt vinnulívsfólki eina grundvitan um øll tey viðurskifti, sum neyðugt er at hava hylling á, um ætlanin er at hava nakað vinnuligt samskifti úteft- ir. INFEX fer eisini — sum framhald av hesum — at bjóða tí einstaka virkinum vegleiðing um tey ávísu viðurskifti, sum viðkoma júst hesum virki, tá ið tað ætlar at fara undir út- flutning. Nú er Mynda- kalendarin '92 komin Síðani 1979 hevur Feroya Myndasavn hjá Jákupi A. Arge á hverjum ári givið hin vælkenda kalendaran, Føroya Myndakalendari, ut. J. A. Arge hevur sjålv- ur tikid allar myndirnar, å sinum mongu tårum kring um oyggjarnar. Um alt landið Kalendarin fyri 1992 er nú lagdur út til selu um alt landið. Í Havnini fæst hann bara í bókhandlun- um, men um landið annars liggur hann til selu í mat- veruhandlum, benzin- steðum og aðrastaðni. At hann verður til sølu longu nú í juni hevur sjálvandi samband við, at so nógv ferðafólk koma at vitja okkum frá juni mánaða og summarið út. Spurdur, hvussu plagar at gangast at selja ka- lendaran, sigur Jákup Andreas, at vanliga verð- ur mest selt um summ- arið, og so aftur áðrenn jól. Nakað fyri jól plagar kalendarin at verða út- seldur, og tá eru ofta nógv, ið framvegis ætla sær at keypa. Meira enn helvtin av kalendarunum fara av landinum, og tað er óivað eitt gott íkast til marknadarføringina av Føroyum sum ferða- mannaland, tí myndirnar í kalenaranum eru ógvuliga vakrar. Hesuferð, sum vanligt, eru myndir av bygdum, úr náttúruni og býarmynd úr gomlu Havnini. Ein hugnalig vetrarmynd innan úr hús- unum á Breyt í Húsavík ímyndar stak væl hin myrka desember-mánað- an. Á permuni sæst Bøur í Vágunum. Kunning til útlendingar Føroya Myndakalendari hevur sama snið og skap sum undanfarin ár. Tó er baksíðan, ið higartil hevur verið blonk, nú eisini nýtt. Har er nú prentað kort, ið sýnir, hvussu Ferovar liggja millum Bretland, Ísland og Noreg. Hetta er svar til teir útlendingar, sum fyrr hava sæð kalend- Wan og spurt: > men, nvar hesar Feroy- ar?« Tad sært tu nu å baksiduni, har eisini er skrivad stutt kunning å enskum og donskum um landafrødiligu, buskapar- ligu og stjórnarligu viður- skifti Føroya umframt um segu okkara. Har kunnu útlendingar nú millum annað fáa at vita, at tjóðarting okkara eitur »Løgtingid«, at hetta ting hevur tilnevnt landsins leiðara Atla P. Dam, løg- mann, i 1991, at hægsta fjalli er Slættaratindur, at hitin í sjónum, sum i medal er millum 5 og 10 hitastig gevur góðar livi- umsteður hjá fiski, ið teknar seg fyri 92 prosent av okkara samlaða út- flutningsvirði. Feroya myndakalendari er góður at geva sum gáva, og kann lættliga verða sendur sum bræv. Tá ið ein keypir hann, er hann nevniliga bjálvaður í vakurt pryddum bræv- bjálva. Kalendari og brævbjálvi tilsamans viga ikki meira enn 275 gr. Tað er íslendska prent- smiðjan Kassagerð, ið hevur gjørt reproarbeiðið, hevur prentað, bundið inn, gjørt brævbjálvan og pakkað hann.