hósdagur 13. juni 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 109 — 13. juni 1991
Fundur um fiskireiðskap
Heldur urveljandi
reidskap enn
kvotur
Síða 7
Føroyingar hava luttikid å einum nordurlendskum fundi i Dan-
mark, har roynt var at finna fram til viðurkifti innan fiskivinn-
una, har norðurlendskt samstarv kann fara fram
Vikuskiftið 28-29 mei
vórðu umboð fyri fiski-
vinnuna, fiskiumsitingina
og fiskirannsóknarstovuna
á einum fundi í Køge í
Danmark. Millum 50-60
umboð úr øllum Norðan-
londum vórðu komin
saman.
--Fyrilestrar vóru um
ymisk viðurskifti í sam-
band við úrveljandi fiski-
reiðskap. Við at gjøgnum
ganga mest sum alt fiskari
í Norðuratlantshavi, varð
víst á hvussu nógv av
undirmálsfiski varð
blakað út í ymiskum
fiskiskapi, og hverja
ávirkan tað hevði havt, um
hesin fiskurin ikki varð
dripin. Við hesum varð
víst á tørvin fyri reiðskapi,
sum bert tekur ta ætlaðu
støddina og tey ætlaðu
sløgini av fiski, sigur
Bjarti Thomsen frá
Fiskirannsóknarstovuni.
--Teir sum umboðaðu
fiskivinnuna vildu heldur
hava úrveljandi fiski-
reiðskap enn kvotur. Men
teir vístu á, at um nýggjur
reiðskapur førdi til inn-
tøkumiss, so fór métstød-
an at verða stór móti
hesum. Asannað varð, at
stovnsrøkt og figgjar-
viðurskifti ikki altíð ganga
hond í hond. Og teir
eftirlýstu loysnir, sum eru
einfaldar og nýtiligar í
vanligum fiskiskapi, sigur
Bjarti Thomsen.
Rimar í trolið
Á fundinum varð tosað
mest um trolveiðu og um
ymiskar mátar at gera
reiðskapin meira úrvelj-
andi.
--Greitt varð frá, hvussu
tað hevur eydnast at skilja
allan rundan fisk frá
Metalramma við rimum.
Tættleikin millum rimarnar avgerð,
hver stødd av fiski sleppur út.
Botnfiskatrol við metalrammu og rimum
Trolposi
rækjum, við at seta eina
metalrammu við
lodrøttum rimum
frammanfyri posan i
einum rækjutroli. Hesar
royndir halda fram i
Grønlandi i juli i år, har
Fiskirannróknarstovan
eisini er umboðað, sigur
Bjarti Thomsen.
Eisini hevur verið roynt
at seta líknandi metal-
rammur í vanlig botn-
fiskatrol. Royndirnar vísa,
at við hesum fæst eitt
neyvari mark fyri, hvør
stødd av fiski verður tíkin
og hvør stødd sleppur
ígjógnum. Í heyst fer
Fiskirannsóknarstovan at
gera líknandi royndir í
samband við upsafiski-
skap.
Livandi útaftur
--Tað er ongin dugur í,
at síla fisk úr einum troli,
Hol í erva, so fiskur kann koma út.
Rækjuirol við einum skiljiportri
um hesin doyr aftaná. Tí
varð nógv tosað um hesi
viðurskifti. Norðmenn eru
í ferð við at kanna hetta
og nøkur fyribilsúrslit
vórðu løgd fram. Hetta
varð kannað við at fanga
fiskin, sum kom út úr
posanum, við einum
netbúri, íð varð heft
uttanum posan, sigur
Bjarti Thomsen.
--Tá nógmikið av fisk
varð komin í búrið, varð
hetta loyst frá posanum,
so síðan varð fiskurin
eygleiddur við sjókaga í
fleiri vikur.
Úrslitini vístu, at ongin
toskur doyr, meðan mill-
um 20-30 prosent av
hýsuni doyr og hildið
verður at upsin uppførir
seg á sama hátt sum tosk-
urin
Royndirnar vístu, at
fiskur, sum fer igjøgnum
jarnrimarnar fer ikki so
illa, sum fiskur, íð fer
gjøgnum meskar.
jústinus