Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

JAMES JOYCE TEY DEYÐU Joyce fyrstu ferð á foroyskum Fyri fyrstu ferð ber til at lesa ein tekst eftir heimsgitna írska rit- hevundan James Joyce á feroyskum. Joyce, sum var fedd- ur í 1882, er fyrst og fremst kendur fyri tvey slóðbrótandi verk, skaldsegurnar Olysses og Finnegans Wake. Millum hansara minni kendu bekur er segu- savnið The Dubliners, Dublinbúgvar. Tað er tann seinasta og longsta segan í hesum savni, sum nú er út- komin í feroyskari týð- ing. Tey deyðu, sum seg- an eitur á feroyskum, sigur frá eini veitslu trettandakveld í Dubl- in stutt fyri aldarskift- ið. Lesarin fær eina dámliga mynd av írsk- um vertskapi og gesta- blidni. Men undir ti ytru gongdini fer ein annar leikur fram. Hes- in leikur kemur til sjóndar í tí ímyndar- liga og evnisliga fjøl- tætti, sum eyðkennir frásegnina og orða- skiftið í seguni — og tankarnar hjá hevuðs- persóninum, Gabriel Conroy Evnið í seguni er tví- drátturin millum tað gamla, upprunaliga Ír- land og tað upplýsta mentunarrákið í Dubl- in um aldarskiftið. Hesin tvídráttur verð- ur í seguni kynstrugt flættaður saman við eðrum mótsetningum millum lív og deyða, „ OVur- Hev- hesar Varma og Kuida iðsger x við S nenda Søgan verðu tald sum eitt meistara verk millum europeisk- ar stuttsøgur í hesi øld- ini. Søgan er ikki torlis- in, og ein krevur ikki at hava serkunnleika fyri at kunna njóta hana. Hon átti at hóskað væl til undirvísing í hægri skúlunum — sum demi um eitt skrivikynstur, riðandi á markinum millum realismu og im- pressionismu, sum var frammi um aldarskift- ið. Tað var ikki av til- vild, at amerikanski filmsmaðurin John Huston á gamalsaldr- inum fekk hug at skapa ein film burtur úr hesi segu. Úrslitið var meistaraverkið The Dead, seinasta bragdið hjá Huston. Filmurin er eitt demi um, at tað kann bera til at endurgeva tað inn- ara lívið í einum skaldaverki á lerifti. Um frumsýningina í Venesia í 1987 skrivaði The Times, at »få listarfólk hava sagt farvæl við so tignarlig- um yndi sum John Marcellus Huston«. Tað er Hanus Andreassen, sum hev- ur týtt Tey deyðu til foroyskt. Aftast í bók- ini er eitt stutt eftir- mæli, sum Hanus eisini hevur skrivað. Utgev- ari er tað nýggja for- lagið Náttsólin, og bók- in er tann fyrsta í ein- um rað av úrmælings- tekstum, týddum úr upprunamálunum, sum hetta forlag ætlar at geva út. Hestprent hevur havt prentingina hend Bókin Cantus Borealis syngur Messiah Nr. 109 — 13. juni 1991 Fyrstu ferð, at alt Håndel's MESSIAH verður framført í Foroyum. Komandi vikuskifti fer CANTUS BOREALIS at framfera oratoriið Mess- iah eftir G.F. Hándel. Leygardagin 15. verður framfert í Kommunu- skúlaauluni og sunnu- dagin 16. í Domkirkjuni. Báðar dagar klokkan 16.00. Graeme Rudd stjórnar Tað er bretin Graeme Rudd, sum hetta skeiðið stjórnar Cantus Boralis. Kórið for undir at venja verkið um mánaðarskiftið januar/februar í ár, og vant hevur verið regluliga einaferð um vikuna. Fleiri av sangarunum hava sam- stundis luttikið í eðrum sang- og tónleikartiltek- um, so tað hevur sum so ofta fyrr verið eitt sam- skipanarligt ódnartak at fáa hetta at bera til. 12 tónleikarar úr Føroya Symfoniorkestri eru við. Royndir solistar úr Danmark Tveir av solistunum eru komnir úr Danmark: Kirsten Dolberg hevur nomið kirkjumusikalska diplomroynd við Vestjysk Musikkonservatorium. Hon hevur fingið privata MESS CANTUS BOREALIS Saman sangundirvising í Aal- borg, Stockholm og Mannheim. Hon hevur luttikið á meistaraskeið- um hjá Sena Jurinac, Nicolai Gedda, Irwing Gage og Walther Berry. Hon byrjaði sum sangari í 1983, tá hon sang við í Jólaoratoriinum hjá Bach saman við symfonior- kestrinum í Aarhus. Hev- ur síðani sungið í m.e. Hándels Messiah, Judas Maccabæus og 9. symfoni Beethovens. Byrjaði at syngja opera í 1984 (Erda í »Rhingullinum«, eisini Erda í »Siegfried«, og fyrsta norna í >Gøtter- dåmmerung«. Kirsten er regluligur gestur í út- og á Få 7 1 g f Í Kirsten Dolberg, sum fekk Musikanmeldernes mu stkpris í 1986 sjónvarpi. Í 1986 fekk hon Musikanmelderringens Musikpris. John Laursen syngur tenor. Hann hevur lisið við Operaakademiið í Keypmannahavn. Var síð- ani eitt lestrarár á >Con- servatorio Di Santa Cecilia i Rom« og hevði sum lærara har Maestra Thea Carcavallo. Hann er royndur sum solistur i Oratorium og passiónum eftir Bach, Haydn og Håndel. Var solistur i ein- ari skrå vid donskum sangum og romansum við symfoni- orkestrinum í Aalborg í 1989. Í 1990 var hann Rinnuccio í operu Puccin- is Gianni Schicchi« í kon- serthellini í Tivoli. Hann hevur eisini sungið nógv í útvarpi og sjónvarpi og á plátum. Hinir solistarnir eru lim- ir úr kórinum: Kristina Burin, sopran, er svensk. Hon hevur útbúgving sum sanglærari og hevur starvast við Feroya Mu- sikkskúla í 3 ár. Berghild Poulsen, sopran, er sjálv- lærd, men gekk tó til sangtímar hjá Marit Mor- dal í eini tvey ár. Kenneth McLeod og Graeme Rudd hava í mong ár starvast við Feroya Musikkskúla. Graeme hevur áður verið LANIUS Borealiis kor leidari hjå Cantus Boreal- is. Religiøs fråsøgn Eitt oratorium sum Mess- iah er rættiliga likt operu. Her eru Ouverturur, ariur, resitativ og kør. Men ora- toriið hevur ein meira religiøsan frásagnardám, og tað sjónleikarliga, vit kenna úr operuni, er ikki við. Partar eru sungnir í Føroyum fyrr Messiah er helst hitt mest kenda oratoriið yvirhevur, eins og Hándel er kend- asti oratorii-tónasmiðurin. Partar eru sungnir í Fer- oyum fyrr: Seinast í seksti árunum sungu fólk í Havn nakrar = partar undir leiðslu Peter Weiss'. Og í 70-unum sang kórið hjá Símini Nónklett megin- partin av verkinum. Mess- iah hevur meira enn hálvt- hundrað stykki, av teim- um eru tjúgu fyri kór. Framførslan varar í góð- ar 2 tímar. Forsøla av at- gongumerkjum á kr. 60,- fer fram í kunningarstov- uni í Havn frá týsdegnum 11. juni. 10 (Mynd: Oli Rubeksem)