leygardagur 15. juni 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í døgunum 17. - 20. juni
kemur ballettbólkur til
Føroya at framføra klass-
isku Bournovilles ballett-
irnar.
Hesaferð verður fram-
sýningin ikki bert í Norð-
urlandahúsinum sum van-
ligt, men eisini í Miðvági
og í Klaksvík.
Ballettframførslurnar
"Euridice" og "Sylfiden"
eru kendar og væl um-
tóktar klassinskar Bourno-
villes syningar, sum eru
framførdar óteljandi ferðir
kring um í heiminum.
Susanne Valentin, balett-
Tað er ikki á
hvórjum ári at
ballettbólkur vitjar í
Føroyum, men
kortini hevur ballett
verið á skránni fleiri
ferðir í ár í
Norðurlandahúsinu
m. Eitt nú ein
barnaballett og
"Brot úr
Havnarmyndum."
Hesaferð eru tað
Bourneville
ballettirnar
"Euridice" og
"Sylfiden," sum
ballettbólkur úr
Svøriki fara at
framføra í Havn,
Klaksvik og i
Miðvági
Nr. 111 — 15. juni 1991
dansari hevur sjálv sett
báðar leikirnar upp. Við
sær hevur hon 10 av bestu
ballettdansarunum í Svg-
ríki, sum arbeiða á
Dramaten og Operahúsi-
num í Stockholm.
Nútíðar uppseting
Hóast talan er um klass-
iska ballett, sum tey ballet-
tkønu kenna út oginn, so er
henda framførslan eitt
sindur ødrvisi.
Søgugongdin er henda:
James er bóndasonur í
Skotlandi, sum á brúd-
leypsdegi sínum verður
offur fyri Sylfiduni, ein
Overuliga nátúrvera, sum
við sínum vakurleika lokk-
ar og bergtekur hann.
Men eydnan fæst íkki
gjøgnum hugmyndir og
dreymar, hvussu vakrir teir
enn eru. Sveimanin fyri tí
óveruliga fær valdið á
James, og forðar honum í
at finna eydnuna í tí versl-
iga.
Heldur ikki Sylfiden
kann yvirliva, ti ein nått-
úruvera, eina andi uttan
likam, kann ikki knýta seg
at jórðiskum máttum.
Hgvuðsleikarin í "Syl-
fiden" James, er td. í
hesu framførsluni nútíðar-
gjørdur. Hann er tænastu-
maður í Skotlandi, í slipsi
og klædningi, og sum í frí-
tíðini spælir golf, hyggur í
sjónvarpið o.s.fr.
Alexis í Dollars
Mótleikari hansara Mad-
ge, gandakellingin er eisini
nutidargjørd og er at sam-
meta vid Alexis i Dollars
sjónvarpsreðini og Sylfid-
en kundi eins væl verið at
sammett við Madonna, ro-
ck songkvinnuna.
Susanne Valentin hevur
eisini sett ballettina
"Sylfiden" upp i Dan-
mark, og hon sigur í sam-
rødu við Politken, at hon
hevur nitidargjørt søgu-
gongdina, av ti at hon
heldur, at henda romant-
iska søgan frå farnu øld, i
veruleikanum eins væl
kundi farid fram i dag.
Susanne Valentin: - Eg
skilji søguna soleidis, at
hon er um ein mann sum
hevur fingid eitt kall, sum
hann noydist at gjøgnum-
føra - um neydugt at lata
liv fyri at røkka hesum
måli. Um hann ikki ger
eftir hesum, verður liv
hansara keðiligt og inni-
haldsleyst.
- Slíkt val hava t.d. lista-
fólk eisini í dag - vit noyð-
ast at taka stóðu til litsar-
liga virksemið okkara, sig-
ur Susanne Valentin, men
leggur samstundis dent á,
at hon hevur varðveitt
søguliga grundarlagið i
leikinum, hóast nútíðar-
uppsetingina.
Ballettin "Euridice"
byggir å Orfeus-søgnina,
sum er tíkin úr gomlu
gudalæruni. Orfeus er son-
ur Kalliope, ið er íkveikjari
fråsøgumansins.
Orfeus i helheimi
Hvør påpin hansara var
er heldur ivasamt. Ein av
teimum, sum verður nev-
ndur er Apollon.
Tá Orfeus var smá-
drongur fekk hann eina lut
og íkveikjarakonurnar lær-
du hann at spæla so væl, at
hann rúnabant menniskjuni
og tamdi tey villastu djóri-
ni, eins og skógir og fjøll
fluttu seg nærri, fyri at
hoyra tónleikin.
Tá kona Orfeus - Euri-
dice varð eitrað av einum
ormi og doyr, fór Orfeus
niður í helheimin og tamdi
máttirnar við sínum lut-
spæli.
Fyrsti partur í balett-
framførsluni er "Euridice",
Ballettvitjan
Í bygd og hý
har tey luttakandi eru
Margreta Lidstrøm (Eurid
icie), Carl Inger (Orfeus)
Elina Lehto, Mats Weg-
mann, Betina Marcolin og
Viveca Sjøgren.
Seinni partur "Sylfiden'
eru leiklutirnir: Betina
Marcolin (Sylfindin), Mats
Wegmann (James), Carl
Inger (Madge) og Max
Valentin.
Á hesum steðum:
Ballettframførslurnar
verda å hesum stødum:
Månakvøldid 17. juni i
Norðurlandahúsinum kl.
19.30.
Atlantis Bio i Klaksvik
mikukvøldid 19. juni kl.
19.30.
Midvågs Byrgdrådshusi
hóskvgldið 20. juni kl.
19.30.
Dagny
RYGGURIN !
Kennir tú aftur onkrar av hesum
trupulleikum
it í rygginum
i í lendunum
ischies
Beinkrampa
Diskusprolaps
MASSA
ar við bæð: or
Ger sjålvur okkurt munagott vid pir
una NU
SUPRAMED HITA- &
MASSASJUPUTAN
10 ára framleiðsíu trygd
S.C. SKIPAN, Box 1287
112 Tórshavn - TH 18858
—————————mm————m——mmd