týsdagur 25. juni 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 117 — 25. juni 1991
Síða 3
Mynd: Hilmar Jan
Reykjavíkar Býráð vitjar Havn
Í hesum døgum hevur
Tórshavnar Býráð vitjan
av umboðum fyri Reykja-
víkar Býráð. Tey komu til
Havnar sunnudagin og
vera her til hósdagin.
Í gjár vitjaðu íslendslu
gestirnir í Kaldbak, millum
annað á alibrúkinum hjá
Mortani Johannesen. Í gjár
seinrapartin fóru tey útferð
við Norðlýsinum. Í dag og
Undirskriftin á Tvøroyri
Semja ella dómur
Sum kunnugt hava ávika-
vist undanfarna nevndin í
Tvøroyrar Flakavirki og
ein av nevndarlimunum,
Térbjørn Lisberg, stevnt
einum Olavi Simonsen, id
eisini sat í undanfarnu
nevnd.
Undirskrift í fokus
Málið gongur aftur til
samráðingarnar á vári í
fjør um útleigan av flaka-
virkinum til P/f Eurofisk.
Ólavur Simonsen hevur
alment úttalað, at stóð tað
í gerðabókini hjá nevndini,
at virkið skuldi leigast til
Eurofisk, so var tað skriv-
að eftir at undirskriftirnar
vóru settar undir. Undan-
farna nevndin hevur kravt,
at hann tekur hesi orðini
aftur. Ólavur Simonsen
ført fram, at hann ongantíð
hevur sagt hetta: blaðmað-
urin, sum endurgav hann
fyri hetta, hevur misskilt
okkurt, sigur Ólavur Sim-
onsen.
Uppskot til semju
Ólavur Simonsen segði
eisini alment í fjør, at
hansara undirskrift á eini
álitisváttan frá nevndini til
formannin, var falsað.
Térbjørn Lisberg, ið fekk
álitisváttanina í lag, krev-
ur, at pástandurin verður
tikin aftur.
Mánadagin í farnu viku
hittust dómarin og advok-
atarnir fyri partarnar til
tess at royna semju. Semja
varð eingin burturúr, men
heldur eitt konkret uppskot
frá dómaranum um semju,
sum advokatarnir skuldu
fara til partar sínar við.
Til tey skriftkenu
Sum skilst, verður málið
ikki tíkið upp til dóms,
tekur Ólavur Simonsen út-
talilsi sítt um falsaðu und-
irskriftina aftur.
Verður eingin semja
burturúr, verður málið tik-
í morgin skulu tey vitja
ymsastaðni í Havn. M.a. á
skipasmiðjuni og Bacalao,
stadiongkinum, Norður-
landahúsinum og á forn-
minnisumsitingini í Hoy-
ið upp til dóms. Hendir
tað, so verður ivamálið um
undirskriftina hjá Ólavi
Simonsen óivað sent til
serkøn at meta um, hvort
vík. Eisini fáa umboðini
fyri Reykjavíkjar Býráð
høvi til at vitja úti í
landsstýrinum.
tór.-
tað er hann ella onkur ann-
ar, ið hevur sett hana undir
álitisváttanina.
ówh
Dagblaðið og Teldu Team
Somuleiðis
Eisini í sakarmálinum
Teldu Team ímóti Dag-
blaðnum skuldi semja
finnast í vikuni, sum fór.
Partarnir skulu hittast
týsdagin í vikuni, sum
fór, men málið var útsett
til í dag, tá partarnir
skulu royna at semjast.
Málið snýr seg um
telduútgerð, sum fyri-
tøkan hevur latið Dag-
blaðnum. Fyritgkan
heldur seg til, at útger-
ðin var endaliga avhend-
að, tá Dagblaðið brendi,
meðan blaðið sigur, at
útgerðin virkaði íkki.
Var útgerðin avhendað,
eigur Dagblaðið sjálvsagt
at gjalda fult fyri hana,
var hon ikki, má fyritgk-
an sjálv bóta fyri tað.
Partarnir skulu semjast
um uttastu 50.000 krón-
urnar av útgerðini. Sum
skilst, er Teldu Team
sinnað at slaka nakað,
men ikki munandi, meðan
Dagblaðið helst vil
sleppa undan at gjalda
nakað. Verða partarnir
samdir í dag, er málið
avgreitt. Koma teir íkki
ásamt, verður málið tikið
upp til dóms.
ówh
”r
Á skaðastovuna
Tvey ung fólk vórðu
flutt á skaðastovuna í
Klaksvík eftir eitt
ferðsluóhapp leygar-
morgunin.
Ein bilur við trimum
fólkum í fór leygar-
morgunin um seks tíðina
norðureftir Anavegn-
um. Ætlan teirra var at
fara tvørturum byrg-
ingina yvir á Kunoynna,
men ferðin man hava
verið í meira lagi, ti í
staðin fyri at snara, helt
bilurin fram norðureftir
og rendi beint inn í
stabbasteinarnar.
Bilførarin og ein
genta i bilinum skóru
seg eitt sindur og vórðu
flutt á skaðastovuna.
Bilurin fór rættiliga
illa.
Vita ikki hví
Arbeiðseftirlitið heldur
ikki, at byggifelagið
Kanjon, sum sprongdi í
Hoyvík fríggjadagin við
Mjólkarvirki Búnaðar-
manna, bar seg skeivt at.
Líkt var í hvussu er til, at
allar forskriftir
viðvíkjandi at løda og
dekka vóru fylgdar,
verður sagt.
Spreingingin hevði
við- sær, at tvær tekjur
og ein bilur fingu skaða.
Nógvir avdotnir
Nú eina tíð hevur løg-
reglan í Havn úr at ger
við at taka fullar menn
upp av gøtuni. Summir
kunnu fåast å føtur, og
eru teir førir fyri at siga,
hvørjir teir eru, verða
teir koyrdir beint heim.
Aðrir mugu á politi-
stødina at koma fyri seg.
Leygamáttina koyrdi
løgreglan triggjar fullar
mans heim. Tann fjórði
gisti á politistødini.
Samaskilið var sunn-
unáttina. Ein lá avdottin
við Sandá, ein við báta-
brýrnar í Vågsbotni, ein
á Sundvegnum og ein í
Hoyvík.
Hetta vikuskiftið eru
triggir skuldsettir fyri at
hava koyrt rúsdrekka-
koyring.
Gjáramorgunin var ein
hundur dripin, sum
hevði verið í varðveitslu
hjá politinum og hunda-
fangaranum, uttan at
eigarin hevði saknað
hundin.
Aðrenn hesin hund-
urin varð dripin, høvdu
teir fýra hundar í varð-
veitslu. Eigararnir hjá
tveimum av hundunum
skuldu koma eftir
hundunum seinnapartin
í gjár, men fjórði hund-
urin átti ongan góðan.
Tað er dýrt fyri fólk,
um tey ikki ansa eftir
hundum sínum, og teir
verða tiknir upp. Vilja
tey hava hundin aftur,
ella løgreglan finnur
fram til eigaran, skal
vidkomandi gjalda 300
krónur fyri uppptøkuna
og haraftrat 125 krónur
fyri hvert fylgjandi
samdøgur.
Fyra komu inn
Tad eydnadist fyra før-
oyingum at koma
igjøgnum nálareyða og
sleppa inn á Danmarks
Journalisthøjskole í År-
hus.
Tað er ikki sum at siga
tað, ti umsøkjaramir eru
nógvir í tali.
Í mai mánaði vóru
1624 fólk til upptøku-
roynd og kappaðust um
tey 210 plássini á skúl-
anum um árið.
Upptøkuroynd til
umalisthåskulan = er
sama dag i Føroyum
sum i Danmark. 17
møttu upp til royndina i
Føroyum, og fimm
føroyingar niðri.
Av journalistháskúl-
anum verður upplýst, at
fýra føroyingar sluppu
inn. Annars stóðu teir
flestu føroyingamir seg
heilt væl, verður sagt.
Helvtin av teimum
210, sum sluppu inn,
byrjar 1. september í ár.
Hini 1. februar næsta ár.
randi