Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 fellur avgerðin - um Århus - Tønsberg Line flytir til Noreg, sigur Bjørn Andreasen, stjóri Herfyri frættist í tíð- ndunum, at Århus - Tøns- berg Line skuldi flyta úr Danmark til Noregi, av tí at peningastovnarnir í Danmark, ikki vildu stuðla nýggja ferjusambandinum millum Danmark - Noreg. Bjørn Andreasen, stjóri í Árhus - Tønsberg Line, sigur við Sosialin, at hesar ætlanir ikki eru endaligar enn, av tí at nakrar samráðingar vanta, áðrenn stóða kann takast til flyt- ingina. - Annars gongur framá við rutuni, og vit hava nóg mikið av ferðafólk og bil- um, umframt at eitt flut- ningsfelag í Tønsberg hev- ur gjørt íløgu í rutuna. Samstarvstelaga Hetta felagið er sinnað at nýta Smyril til flutning av lastbilum og farmi, tá tað er rúmd fyri tí. Flutningsfelagið hevur sett 800.000 krónur í Ár- hus - Tønsberg Line, og í morgin týsdag halda sam- ráðingarnar fram, um hvussu samstarvið fram- eftir skal vera. Eitt nú hev- ur verið tosað um at flyta rutuna til Noregs, av tí at tað er lættari at umsita rutuna hiðani, umframt at ein peningastovnur er áhugaður í at gera iløgur í rutuna. Í farnu viku rindaði Biørn Andreasen 500.000 kónur til Landsstýrið, og er hetta leiga fyri juni mánaða. Bjørn Andreasen sigur, at hann vegna væntandi Bjørn Andreasen, stjóri : - I dag verður fundur um rutan skal flytast til Tønsberg í Noregi royndir innan terðamanna- fluting, var fýra vikur ov tíðliga við rutuni, og at hann hevði væntað stórri tilgond í byrjanini, enn veruleikin hevur verið. Døgnkioskin seld Nú zongur tað eftir ætl- anini, og vit hava fingið nógvar bíleggingar. Higartil hevur stjórin selt døgnkioskina, men hevur enn eina kiosk í Árhus, sum hann i løtuni samráð- ist við keytpara um. - Møguliga verður tað ikki neyðugt at selja hesa kioskina. Nú mugu vit síggja hvussu tað gongst við at fáa aðar at gera iløg- ur í rutuna. Selja sína sál... - Eg eri ikki samdur við mær sjálvum um at flyta rutuna til Noreg - tað velst eisini um, hvert tú vilt selja tína sál ..., sigur Bjørn Andreasen, og skoy- tir uppí: kona mín og børnini vilja helst búgva í Danmark, men um so er, at felagið verður flutt til Noreg, so fari eg at arbeiða á terminalinum í Árhus. Mikudagin fellur avgerð um, hvert Århus - Tøns- berg Line flytir til Tøns- berg. Dagny Listakvinna úr Ålandi: Nú ferðamannastreymurin rættiliga setir dám á býar- og bygdamyndina, hevur ein ferðandi verið í Før- oyum í slakan mánaða. Tað er Maret Ekner, tekstil listakvinna úr Álan- di. Hon er komin henda- vegin sum liður í eini Norðurlendskari ment- anaravtalu, ið gevur norð- urlendskum listafólki møguleika at fara í annað norðurland at arbeiða eitt tíðarskeið. Maret Eknar er upp- runaliga úr Estlandi og varð borin í heim fyri 61 árum síðani. Bert 14 ára gomul flígg- jaði hon úr Estlandi til Svørikis, eftir at fyrst russ- ar, síðani týskarar og aftur russar hertóku landið undir krígnum. Serkøn í rúmdarprýði - Hóast eg upprunaliga eri estlendingur, so kenni eg kortini, at Svøriki er mítt fødiland, sigur Maret Ekner, sum fyri trimum ár- um síðani flutti til Alands, har hon nú livir og virkar. Maret Ekner er forvitni- slig listakvinna, sum ser- liga hevur gjørt listaverk til stovnar, skúlar 0.2. stór rúm, umframt at hon eisini ger áseymaðar myndir. - Eitt listaverk er palltjald í Skinnskalleberg fólkaháskúlnum á Álandi, sum er heilar 52 fermetrar til støddar. Maret Ekner er serliga kend fyri at gera stand- myndir, á tann hátt, at hon letur ein viðabul í tekstil og úr hesum fæst eitt rúmdarprýði, sum ið hvus- su so er ikki líkist øðrum. Serliga hugvekjandi hev- ur ferðin í Føroyum verið, tí Maret Ekner hevur fingið innivist í Norður- landahúsinum. - Bert tað at fáa loyvi at búgva og arbeiða í hesum vakra húsi, hevur verið ein stór uppliving, sigur Maret Ekner. Tiltakið "Nordjobb" Hon hevur eisini kunnað seg vid føroysk viðurskifti á ferðini, sum umframt ljós, litir og náttúru, eisini arbeiða fyri norðurlends- kum samstarvi, har tað serliga snýr seg um at fáa ungfólki arbeiði í øðrum RN a Norðurlondi. - Eitt nú "Jordjobb" til- takið haldi eg vera hug- takandi. Hugsa tær, um vit ístaðin at vaksa um vápna- goymslurnar og læra tey ungu, at tey skulu verja seg móti umheiminum, hinvegin kundu minka um vápnini og ístaðin nýta allar hesar mió. krónur til at læra tey ungu, at heim- urin er góður. So kundu vit fingið sav- nað Norðurlond undir ein- um, í royndini at líta á hvønn annan og læra av hvørjum ødrum. Maret Ekner hevur júst kent tað persónliga í lív- inum, at liva í ófrælsum landi og at verða noydd at flíggja, fyri at yvirliva. Tá hon fór til Svørikis sum 14 ára gomul, saman við eini mammusystir við tveimum børnum, noyddist hon at fara frá mammu síni, sum var einkja. Hon átti trý onnur syst- kin, sum vóru í skúla, tvingsislflutt til Russland. Børnini vóru frá sjey til 12 ára gomul, og tey koyrdu heilan mánaða í toki, sum ikki hevði nakað komustað. Blaðmaður fann børnini Eingin hevði hugsað um, hvar tey skuldu fara, men bert, at tey skuldu til Russlands, at verða innl- imað og uppald í kommu- ONE Nr. 117 — 25. juni 1991 O(Ger listaverk ur viðabulum Listaverkini hjå Maret Ekner eru serstøk, og fylla it karmarnar i stórum hólum. Her síggjast lidnu viðar- bularnar, eftir at lista- kvinan hevur gjórt arbeiði sítt RYGGURIÍN ! Kennir tú aftur onkrar av hesum trupulleikum jev so tær sjálvur dagir isur £- Tiboðs9“ 4990; k lit í rygginum lt í lendunum Ischias Beinkrampa Diskusprolaps gt hetta kanr HITA & MASSASJU »g hetta innar so tað munar Ger sjálvur okkurt munagott við pín una NU! SUPRAMED HITA- & MASSASJUPÚTAN vælroynd tysk dygdarframíeiðsla 10 ára framleiðslu trygd Orkusparandi 30 daga royndartíð Ringið eila sendið okkum lepan og fáið sendand: pE ifar um SUPRAMED HITA. & MASSASJUPUTUNA S.C. SKIPAN, Box 1297 110 Tórshavn - TI. 18659