Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 tíðindablaðið Sosialurin Á Nr. 118 — 26. juni 1991 Ferðafólkavitjan og témeikur ; Í hesum døgum vitja ikki bert vanlig ferðafólk, sum bert koma at njóta náttúruna og finna hvíld. Eisini nógv tónleikafólk vitja í ár, eins og undanfarin ár. Hesaferð er tað næmingar í Hosle skúla, sum fara at framfóra 30. juni, sunnudagin kl. 15.30 í Norðurlandahúsinum. BALLESKOLENS LÆSERORKESTER | Klokkan 16 sama dag tekur Balleskolens Blæseorkester vid å pallinum. Hesin tónleikabólkur hevur kappast um Danmarksmeistaraheitið fyri messingblásarar. Tey fingu 90 av 100 møguligum stigum, og gjørdust næstbesti tónleikabólkur í kappingini. Framhald av síðu 5 eru fyri ruskbingjum uttanfyri tey góðkendu plássini hjá kommun- unum. --Hetta kunnu vit ikki gera nakað við. Hevði talan verið um ruskbingjur á einum fiskavirkið, sc hevði økid, har hesar standa, lokið treytirnar, tí vit skulu góðkenna fiska- virkið og økid kring. Er talan um ruskbingjur uttanfyri fiskavirkir, so er tað upp til teir lokalu heilsumynduleikarnar og landstýrið at syrgja fyri, at hesar ikki dálka, Sigur Marjun Hanusardóttir jústinus Við rattið er tað tú t sum ræður « ferðini! HÓVLIGA + | 70 ár Í dag fyllir Harry S. Jo- hansen, Tórshavn, 70 ár. Mest er hann av nútíið- ini kendur sum Harry í Sjúkrakassanum. Hann er føddur í Havn 26. juni 1921, foreldur hansara vóru Kristina (á Treðni) f. Justinussen og Johan Jo- hansen hjá Vága Heina. Aftan á barnaskúlan var Harry eitt skifti á sápufabrikkini í Tórsgetu, men síðan fór hann í Handilin hjá Carl F. í Steinagetu, har hann starvaðist sum kramba- kallur, til hann í 1947 tók við starvinum sum for- rætningsferari í Havnar Sjúkrakassa. Hetta starv rekti hann væl og virði- liga, til hann legði frá sær á nýggjárinum, og nú er hann pensjónistur, tó av teirri grund tykir hann ikki at vera arbeiðsleysur. Vit frætta, at hann tekur eina hond í, eisini sjúkra- kassamál, men tað er nú honum so líkt, tá heitt verður á hann. Fáur man hava so neyvt innlit í sjúkrakassaviður- skifti, sum Harry S. Og ei heldur man nakar verða, sum er so neyvur og ár- vakin, tá um viðurskifti sjúkrakassanna er um at reða, sum feðingardags- barnið. Gjegnum tey meira enn 42 árini, Harry rekti upp- gávuna sum fyristeðu- maður, skuldi hann syrgja fyri at útreiðslur og inn- tekur samsvaraðu. Hesa uppgávuna tók hann í stersta álvara, tí nekur lett uppgáva er tað ikki at fara til limirnar eftir økt- um limagjaldi. Vit, sum hava kent Harry S. drúgt áramál, bera honum alt gott fyri vinskap, sum trúskap. Frá barnaárum hevur harry S. verið knýttur at Goodtemplara felags- skapinum, Losjuni í Havn. Her hevur hann lagt eina stóra arbeiðs- orku og ávirka arbeiðið í tænastu fráhaldsrerslun- ar. Gjegnum tað drúgva ungdómsarbeiðið, sum harry var uppii, serliga í krígsárunum og frameftir, tók hann sær av tí dag- liga, neyðuga og strævna arbeiðinum, umframt tað hann hevur lagt úr hond- um í fyristeðuni og rakstrinum av málgagni fráhaldsrerslunar. Hann stjórnaði í mong ár GLADUSTROKI, til blaðið gavst fyri góðum tíggju árum síðani. Tá IOGT í Feroyum í 1957 beinleiðis kom undir fer- oyska leiðslu, gjerdist Harry S. formaður og rekti hetta starv til 1981. Í dag eru mong viður- skifti væl eðrvísi, enn tey vóru fyri bert fáum árum síðan. Felagsvirksemi ikki minst, men betri felaga, at skipa fyri og taka virknan lut í sínum felagsarbeiði, enn feðingardagsbarnið, finnur tú valla; hann eigur evnini at finna áhugaverd mál at bera tey fram við fynd og samstundis geva eðrum part í tí. Sum fila- telistur er hann íðin, og man hesin felagsskapur ikki minst kenna ágóðan av tí nærlagni og neyv- leika, sum vit halda vera virðismikil eyðkenni fyri J. Lindenskov — er altíð á staðnum