fríggjadagur 5. juli 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—|—|— GISK
———————
Nr. 125 — 5. juli 1991
Neyðugt at umvæla
Landssjúkrahús-bygningarnar fyri
einar 25 milliónir
| sera
ringum
standi
Stórir skaðar á berandi súlum, fleiri tók eiga at
verða gjórd av nýggjum og fleiri staðni er
timburið so rotið, at knívur kann stingast í til
skeftið. Í mongum fórum er talan um nýgerð
heldur enn viðlíkahald
Síða 3
Landssjúkrahúsbygningarn
ir í Havn eru í syndarligum
standi. Tað sær ein og
hvør, sum gongur framvið
sjúkrahúsgkinum, men nú
er kanning gjørd og
frágreiðing skrivað har
skaðarnir eru fyribils upp-
gjørdir til einar 25 milli-
ónir.
Arkitektavirkið hjá Árna
Winther hevur gjørt eitt
ummæli av bygningunum
fyri sjúkrahúsið, og sum
nú verður sent landsstýr-
inum.
Í ummælinum verður
sagt, at fleiri partar av
bygningunum, eins og
teimum teknisk tólunum,
eru í einum sovornum
standi, at talan er fyri ein
stóran part ikki um við-
líkahald, men um endur-
nýggjan og útskifting.
Betongskaðarnir eru
størstir í íbúðarblokkunum.
Í fleiri fórum eru armer-
ingsskaðar á berandi bjálk-
um yvir altanum og hurð-
um.
Ein av íbúðarblokkunum
varð umvældur fyri bert
trimum árum síðani, men
her eru eisini fleiri nýggir
skaðar at síggja. Roknað
verður við, at neyðugt
verður at inniloka altanir-
nar fyri at steðga niður-
brótingini av betonginum.
Nýtt tak
Tøkini eru eisini í
syndarligum standi. Fleiri
tekjur hava ov lítið hall, so
har er neyðugt at gera
tekjuna av nýggjum við
sørri halli.
Meginparturin av øllum
bygningunum eru år be-
tongi, men nakad av
timburid er eisini. I fleiri
fórum er timburið so rotið,
at knívur kann stingast í til
skeftið.
Vindeyguni eru eisini
Tað eru serliga
íbúðarblokkarnir, sum
eru í ringum standi
sera vánalig. Tey eru rotin
og trekkja og mugu
skiftast út.
Kloakkir brotnar
Men eisini uttan um
húsini er galið. Millum
annað er stórur partur av
kloakkunum í sera ringum
standi og leka munandi. Í
frágreiðingini frá arkitekta-
virkinum verður millum
annað sagt, at tá ið ambu-
latoriubygningurin varð
bygdur, kom so nógv
kloakkvatn inn undir hús-
ini, at tað var ikki verandi
inni fyrr enn kloakkin varð
útskift. Sama er skilið við
ødrum kloakkum á sjúkra-
húsgkinum.
Tervandi viðlíkahald
Karter Højgaard, um-
sjónarmaður á landssjúkra-
húsinum sigur, at høvuds-
orsgkin til at bygningarnir
síggja soleiðis út í dag er
tørvandi umvæling gjøg-
num árini. Tað hava
ongantíð verið nóg nógvir
pengar at umvæla fyri og tí
er skilið haraftur,- og tað
er ringt, leggur hann aftrat.
At fara um landssjúkra-
húsbygningarnar er ikki
sum at siga tað tá hugsað
verður um, at har eru ikki
færri enn 40.000 fermetrar
undir taki.
tór.-
Her er loftið á eini
altan. Har jarnið liggur
innanfyri er betongið
brostið burturúr