mikudagur 10. juli 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 128 — 10. juli 1991
Á)
var I
+ DA
Vidtøkan
4
Hóast bert tveir skålanevndarlimir tóku
avgerð um at seta varaskúlastjóra, sig-
ur Ólavur Petersen, formaður í skúla-
neyndini á Argjum
Ólavur Petersen, formað-
ur í skúlanevndini á
Argjum, vil einki til at
tosa um setanina av vara-
skúlastjóra, sum fór
fram 29. mai. Málið var
umrøtt í blaðnum í gjár.
Ólavur Petersen sigur,
at alt er farið fram eftir
reglunum.
- Allir skålanevndar-
limir vórðu innkallaðir
til fund, sigur Ólavur
Petersen. Víðari sigur
hann: tríggir møttu upp,
tveir atkvøddu fyri hon-
um, sum var í uppskoti,
og tí hava vit kunnað
landsskúlafyrisitingina
um, at hann er settur.
Skúlanevndarformaður-
in sigur, at í føri sum
hesum er tað nóg mikið,
at meirilutin av limunum
eru møttir á fundi; fyri
at taka avgerð krevst, at
meirilutin av teimum
møttu atkvøda fyri.
Hetta er ásett í komm-
unulógini, sum álagt er
skúlanevndum at virka
eftir, sigur argjamaðurin.
Nevndin setir
vikarstørv
Tá vit spyrja, um tað er
4 þ Storno
--tín trygd fyri góðsku!
H. J. Michetsen
Handan á 6, Tórshavn
tif. 1.4414 — fax 1.8045
rætt, at skúlanevndin
einsamgll setur ein vara-
skúlastjóra, svarar Olav-
ur Petersen, at tað hevur
nevndin heimild til.
- Talan er um eitt vik-
arstarv, og tá er tað
skúlanevndin, sum setur,
sigur Ólavur Petersen.
Sosialurin: - Starvið
varð lýst leyst á skúlan-
um, og ein umsøkjari var.
Er tað tá rætt atborid, at
tit seta ein, sum als ikki
hevur søkt, bara tí tað
passar tykkum ella onkr-
um ðrum betri?
Men Ólavur Petersen
er ikki serliga sinnaður at
gera viðmerkingar til
hendan spurningin, og als
ikki um tað konkreta
málið. Um mannagongd
yvirhøvir í slíkum før-
um vil hann kortini siga
so mikið, at ein nevnd
altíð hevur møguleikan
at fara út um umsøkj-
ararnar fyri at finna eina
loysn, sum er best fyri
skúlan.
Helst eingin annar
Ólavur Petersen gjørdi -
tá setanin var gjørd -
fundin varugan við, at
talan kundi verða um at
kalla inn aftur, um so
var, at fundurin ikki var
vidtøkuførur.
I dag er hann eins sann-
førdur og tå um, at
fundurin var vidtøkufør-
ur, og í dag hevur hann
eisini løgfrødingaord fyri
hesum.
Heldur ikki væntar
hann, at nakar annar
verður settur í starvið,
tí hann hevur vissu fyri,
at tríggir av teimum
fimm limunum í skúla-
nevndini eru fyri Tor-
finni Højgaard sum
varaskúlastjóra.
ówh
Hensar Ellingsgaard:
- Tað er nóg mikið at
meirilutin av teimum
møttu eru fyri eini av-
gerð í skúlaneyndini
Tá lærari skal setast í
fyribilsstarv sum vara-
skúlastjóri, skal starvið
lýsast leyst innanhýsis,
t.v.s. á lærarastovuni á |
skúlanum, talan er um.
Hetta hevur landsskúla- |
fyrisitingin mælt til.
á Argja skúla fyrr í ár,
tá tað var greitt, at vara-
skúlastjórin fór at verða
burturstaddur komandi
skúlaár. Ein umsøkjari
var, men hann er als ikki
nevndur í innstillingini,
skålanevndin á Argjum
hevur sent landsskúla-
fyrisitingini.
Kæra komin
Í staðin hevur skúla-
nevndin sett - og ikki
bert innstillað - for-
mannin í lærararáðnum.
Óskrivað grundgeving:
umsgkjarin sampakkar
ikki við skúlastjóran,
men tað ger formaðurin í
Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóri
Rættast er at lýsa
starvið leyst aftur
lærararáðnum.
Hensar Ellingsgaard,
landsskúlastjóri, váttar,
at hann hevur fingið eina
kæru um málið. Kæran er
frá einum skúlanevnd-
arlimi, ið ger vart við, at
hann ikki hevur fingið
fundarboð, og at avgerðin
er ógildug, tí bert tveir
limir tóku hana.
Bíðar eftir
grundgeving
Landsskúlastjórin upp-
lýsir, at kæran er ikki
endaliga vidgjørd. Orsøk-
in er, at bíðað verður
eftir einum skrivi frá
skúlanevndini á Argjum;
nevndin verður biðin um
at gera grein fyri teirri
avgerð hon hevur tikid,
íroknað teirri manna-
gongd, sum hevur verið
nýtt í sambandi við set-
anina.
Hensar Ellingsgaard,
ið váttar, at tann setti
ikki hevur sekt, sigur, at
tað er sambært eini av-
talu millum fyrisitingina
og lærarafelagið, at slík
størv lýsast leys á skúl-
anum.
Lýsast aftur
- Sum málið nú er komið
fyri, hevði mær dámt
best, um starvið var lýst
leyst á skúlanum aftur,
sigur landsskúlastjórin.
Viðvíkjandi vidtøku-
førleikanum hjá skúla-
nevndini er Hensar Ell-
ingsgaard stórt sæð
samdur við Olav Peter-
sen. Skúlanevndirnar
virka sambært lógini fyri
bý- og bygdaráð (komm-
unulógini), og hon til-
skilar, at fundur er við-
tøkuførur, tá fleiri enn
helmingurin av teimum
møttu eru fyri.
Sosialurin: - Hvussu so
við fyrisitingarlógini
fyri undirvísingarverkið.
Har stendur, at fleiri enn
helmingurin av skúla-
neyndarlimunum skulu
vera fyri... er tað ikki
minst tríggir?
Tveir fyri í lagi
Til hetta svarar Hensar
Ellingsgaard, at komm-
unulógin má roknast fyri
at vera tann ovara, og tí
má tulkingin av fyrisit-
ingarlógini lagast eftir
kommunulógini.
- Brotið í fyrisit-
ingarlógini skal tískil
skiljast sum 'meira enn
helmingurin av teimum
méttu skúlanevndarlim-
unum', er útleggingin hjá
Hensari Ellingsgaard, ið
ætlar at avgreiða málið,
skjótast til ber.
Ólavur Petersen, for-
maður í skålanevndini á
Argjum, upplýsir, at
nevndin hevur havt fund
um málið og at eitt svar
er á veg.
ówh
Hvussu um fatandi er furunkulosan
Ikki avklárað enn
UL. | Ovist er, hvussu umfat-
Og tad var eisini gjørt |
andi furunkulosu-trupul-
leikin er í løtuni, tí
møguleiki er fyri, at
sjúkan hevur breitt seg
til onnur stød enn Funn-
ingsbotn, har hon er
stadfest.
Landsstyrid hevur eftir
tilmæli frá landsdjóra-
læknanum gjørt av, at
20.000 fimmkilo laksar
hjá Star Salmon skulu
avlívast; furunkulosa er
staðfest í alibrúkinum,
ið er á sjónum í Funn-
ingsfirði. Fiskurin skal
avlívast undir eftirliti av
Heilsufrødiligu Starvs-
stovuni, so sjúki fiskurin
verður tikin frå og
soelidis, at smittan ikki
breiðir seg.
Landsdjóralæknin hev-
ur mælt til at drepa
smoltið í smoltstødini
Fjarðará; talan er um
hálvt fjórða tons, sum er
uttandurað; sjúkan er ikki
staðfest í smoltinum,
sum stødin hevur innan-
dura.
Sjúkan er ikki staðfest
í alibrúkinum North
Atlantic Salmon, sum
eisini er í Funningsfirði.
Jórun Sumberg-Olsen,
ið loysir av sum lands-
djóralækni, sigur, at í
løtuni er stovnurin i
holt vid at kanna, um
sjúkan hevur breitt seg
til tey alibrúk, sum
smoltstødin Fjarðará
hevur latið smolt til.
Talan er um Streymlaks,
Gján og Tanga.
- Hesar kanninga eru
ikki lidnar enn, sigur
Jórun Sumberg-Olsen, og
tí vita vit íkki enn,
hvussu umfatandi sjúkan
er.
Sjúkan smittar illa, so
meðan trupulleikin verð-
ur loystur í einum stað,
kann smittan gera seg
galdandi í einum ødrum
stað.
ówh