mikudagur 10. juli 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SA s0Sialurin Síða 7
Nr. 128 — 10. juli 1991
Kalmar var mána-
dagin á Leynasandi og
tók hesar myndirnar
gr
Eingin veit um sovorðið
summarveður í Føroyum
sum seinastu dagamar, og
tað hevur havt við sær, at
fólk hava livað sum í
útlondum.
Í hvørjum matvøruhandli
hava buffar og pylsur ligið
fremst, tí nógv hava etið úti
hesar dagarnar. Grillirnar
eru eisini útseldar.
Stór sigst sølan somu-
leiðis hava verið av sól-
kremi og verju móti
mýggjabiti.
Nógv fólk hevur gingið í
haganum hesar dagarnar, og
strendurnar hava verið av-
taglaðar við fólki.
Eitt nú Leynasandur.
Onkur taldi 673 bilar í
Leynum og á vegnum móti
Stykkinum og Skælingi
sunnudagin, so ikki var
fram komandi. 2-3000
mundu fólkini verða har,
varð sagt.
Leynasandur minti um
onkra miðalhavsstrond.
Men hevði tað verið í út-
londum, hevði onkur henda
dagin gjørt góðan handil, tí
hjá nógvum hevði komið
væl við at keypt okkurt
leskiligt. Men har var eingin
handil.
Tey flestu vitjandi
ruddaðu væl uppeftir sær pg
tóku pappír heimvið aftur.
Men tíverri ikki øll, tí nógv
lá eftir á sandinum, sigur em
teirra, sum brúnkaði seg á
Leynasandi sunnudagin.
Og hví í verðini verður ikki
alment toilett sett upp á
slíkum stað, spyr ein