Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 133 — 17. juli 1991 Síða 7 LANDSDYSTUR FØROYAR-TURKALAND 1-1 (0-0): Fralikt undirhald Vit høvdu møguleikan at vinna á Turkalandi, men hóast teir javnaðu, so fekk stóra åskodarafjøldin staðfest, at vit eru á rættari leið, tá tað ræður um EM-dystirnar í heyst Landsdystur í Gundadali mánadagin 15. juli 1991, kl. 19.00 Fer.-Turkaland Feroyska liðið: Jens Martin Knudsen - Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Mikkjal Danielsen (85: Kurt Merkere) - Jan Dam, Magni Jarnskor (84: Eyð- finn Davidsen), Ábraham Hansen, Todi Jónsson, Ari Thomassen Jens Erik Rasmussen (81: Jan Allan Miller), Kári Reyn- heim (85: Gunnar Mohr). 1-1 (0-0) Målskjutti: Todi Jónsson (51. min.) Eftir áhaldandi leikin móti turkum kunnu vit staðfesta, at tíðin er farin frá, at landsliðið roynir seg á heimavelli móti t.d. unglingalandsliðunum hjá Íslandi og Sveríki. Í stað- in skal FSF leggja seg eft- ir at fáa lið henda vegin, sum í styrki eru á hædd við Turkaland. Í leiki móti slíkum lið- um er mótsteðan og ikki minst leikferðin á slíkum steði, at tað er væl skilj- andi, at leikliga útgangs- steðan er tann, vit kenna frá EM-dystunum: varis- ligur verjuleikur, har be- stikk verður tikið av viðurskiftunum fyri síðani at ota seg eitt sindur fram. Soleiðis myndaðist ein hin mest undirhaldandi landsdysturin, vit higartil hava sæð í Feroyum. Vánaligir skjúttar Turkarnir løgdu út við yvirtaki á miðvellinum, kvikleikin og bóltkunn- leikin vóru stórir, teir megnaðu væl stutt samanspæl og taktiskt at tema ávís eki á vellinum fyri síðani at spæla í hol- ini, men talan bleiv ongan- tíð um nakað trýst á okk- ara mál. Fyrst og fremst tí álops- liga hugflogið bilaði í stór- um: vongspæl tykist vera býur í Kina, tá sæð verður burtur frá at liðformaður- in, Riza Calimbay, á høgra vongverja onkuntíð í 1. hálvleiki streyk fram við. I staðin bleiv pilkad og kombinerað við hæl og tá mitt fyri, uttan at nakað kom av skafti, ikki minst ti vit eru eina best fyri í miðverjuni. Jens Martin vísti stóran tryggleika, eisini úti í feltinum, har Í 51. minutti eydnaðist Toda Jónsson at skjóta fóroyska málið, so Føroyar komu á odda 1-0. Her er tað ein av turkisku verju- spælarunum, sum hevur fingið ta ótakksomu uppgávu at umm »rudda upp« í turkiska ti målinum. Mynd: Hilmar Jan hann hóast hart trýst helt øllum og Mikkjal, Jóannes og Tummas Eli staðfestu sína styrki. Beyðst meguleikin hjá turkum, so bleiv trupul- leikin at fáa mál staðfest- ur. Í onkrum hornasparks- steðum vóru vit veikir yvirfyri luftbóltum, sum t.d. norðurírar neyvan hevdu viðgjert so jánka- sliga, sum turkar gjerdu. Í 18. min. var tó nær við: okkara verja er um ein háls eftir stikkbólt, sum Colak er um at náa um brotsteigarstrikuna. Men Jens Martin tveitir seg og verjir = við hondunum uttanfyri brotsteigin. Gult kort, men einki mál Okt sjálvsálit Vit hava framvegis trupulleikar at varðveita bóltin so mikið frammar- laga á vellinum, at Jens Martin ikki er næsti av- leveringsmeguleiki. Í mun til aðrar eru skjótleikin og bóltkunnleikin ikki nóg stórir til tætt samanspæl við stórum tryggleika, og ov sjáldan megna vit at gera okkum dælt av diagonalmeguleikunum, sum uppstanda. Men heilt víst gerst hetta alt betur, og sum dystur leið var ein fragd at staðfesta, at nýggja miðvallar = uppstillingin fótaði sær: Vongverjarnir, Jan hegru og Ari vinstru megin, vóru sterkir og tóku væl lut í uppbyggj- andi spælinum, Todi í vinstru vísti sítt offensiva hegni, Magni hegrumegin stríddist fyri fleiri, og Abraham kenna vit. Onkur langskotsroynd var, og stutt fyri hálvleik bar ekta framdriftin (utt- an at verjan gloymdi sínar skyldur) 5 hornaspert í sær innanfyri lítla letu, og tað var um reppið, at lang- skot frá Ara fór í netið eftir at hava nomið verju- leikara á vegnum. Skjótt hvønn vegin 5 min. eftir steðgin kom málið, sum peppaði undir- haldsvirðið longur upp: Turkar hava horna í høgru, sum verjan fær út frá til Kára. Hann setur ferð á, verður steðgaður, fær fríspark, sum kvikt verður tikið til Toda. Hann smýgur sær fram við tveimum og á vinstru brotsteigar samankoming smekkar hann til flatt í handara horn. 1-0 og róm- Magni Jarnskor hevði ein stóran málkjans. Mynd: Hilmar Jan ur í Gundadali. Kanska bleiv okkara leikur ov tíðliga í 2. hálv- leiki fluttur eitt vet longur aftur, soleiðis at tað í sterri mun gekk fyri seg á okkara hálvu. Ikki minst eftir at Sepp 20 min. fyri leiklok skifti tríggjar hvíldar menn inn og m.a. tók Colak út. Men vit høvdu megu- leikar at staðfesta sigurin. Ikki minst lítla letu fyri útjavningina, tá Tummas Eli bjóðar seg til, strýkur fram við í vinstru síðu og spælir diagonalt til Magna, sum gerst púra leysur við málverjanum, men temjingin er ikki nóg neyv. Og í næsta álopi verður javnað. Hegur diagonal bóltur úr hegru verður úr lítlari fjarsteðu stútaður niður í, og Jens Martin verður fangaður á skeiva beininum Tíbetur riðu vit stormin av ta letuna, tá útskift ingarnar vóru nógvar og tískil vandi fyri at rútman skuldi blíva burtur. 1-1 móti Turkalandi er einki vánaligt úrslit. Men hond- ina á hjartað: landslið okk- ara hevur sýnt slík bregd, at javnleikur móti Turka- landi, sum fyri tveimum árum síðani hevði verið frálíkt, kennist ikki longur sum nakar sigur Tó, tað sum meira ræð- ur um, er, at vit fingu staðfest, at okkara lið er á rettu leiðini, bæði tá tað ræður um samanspæl og ikki minst hvat úthaldni viðvíkur. Steðgurin í landskappingini hevur verið langur, og tí restar dystarvenjing. Hon verð- ur í hvussu so er til staðar, tá sterru uppgávurnar skulu loysast í heyst -nn-