mikudagur 17. juli 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 133 — 17. juli 1991
ene Sosialurin 1
| Teir
undir-
>Endiliga eydnaðist okk-
um at fáa eitt gott úrslit
við gðrum enn bert verju-
spæli,« kundi tann væl-
nøgdi Páll Guðlaugsson
fáa burturúr úrslitinum
månakvøldid, tá føroyska
landsliðið sum kunnugt
spældi javnt 1-1 móti turk-
iska landsliðnum við fyrr-
verandi landsliðsvenjaran-
um hjá dønum, Sepp Pion-
tek, sum venjara.
„Okkara spælarar tordu
meira enn í fleiri av hinum
dystunum,< segði Páll.
„teir tordu at fara fram og
ordu betur at sleppa mark-
eringunum, enn teir hava
gjørt higartil. Samstundis
eydnaðist okkum at fáa
skapt fleiri góðar mál-
møguleikar í dystinum, og
vóru vit í mongum førum
bæði eins vandamiklir og
enntá vandamiklari enn
turkarnir.«
Týðiligt var eftir dystin,
at av teimum báðum
landsliðsvenjarunum, ið
sótu undir liðini á
hvørjum øØødrum á
tidindafundinum, var Påll
so nógv tann fegnari.
Ongan stjørnuspælara
Og hóast føroyska
landslidid å ongan hått var
vid undirlutan i Gundadali
månakvøldid — heldur var
tað beint tvørturiméti —
so hongur gledi venjarans
millum annad saman vid,
at Turkaland i fótbólts-
heiminum er bæði stórri
og royndari enn Føroyar
eru tað.
Báðir hesir venjararnir
hava gjørt vart við seg úti í
tí stóru verð. Sepp
Piontek, tá hann saman
við danska landsliðnum í
80'unum fekk fleiri
ótrúliga góð úrslit á
altjóða stigi, og Páll Guð-
laugsson, sum í EM-kapp-
ingini saman við føroysku
landsliðnum hevur nátt
longri enn nakar hevði
droymt um.
Alt byrjaði við sigrinum
á Kanada í 1987, og helt
N
síðani fram við sigrinum á
Eysturríki og javnleikinum
á Norðurírlandi, fyri nú at
halda fram við einum 6-
trúliga væl uppibornum
javnleiki móti Turkalandi.
>Nakað av tí mest gagn-
liga, sum er fyri okkara
landslið, er at vit ikki hava
nakra stjórnu, ið yvir-
skuggar hinar spælararnar
á liðnum, men at allir í
hvørjum einasta dysti
stríðast fyri allar,< segði
Páll á tíðindafundinum í
ÍSF-húsinum eftir dystin.
>Á tann hátt hava vit
uppnátt tað, vit nú hava at
halda okkum til.«
Kunnu vera vælnøgdir
Páll legði eisini stóran
dent á at greiða frá, hvussu
stórir fyrimunir tað var
fyri hann sum venjara, at
hann kann velja og vraka
millum nógvar spælarar, tí
hópurin er stórur, og fleiri
eru, ið hava hug at banka á
landsliðsdyrnar.
Sepp Piontek og Páll Guðlaugsson á tíðindafundinum aftaná dystin månakvøldid.
»Eg haldi, at sum heild
kunnu bæði vit og áskoð-
ararnir vera vælnggdir við
úrslitið hesaferð, sum var
betri, enn tey flestu mundu
hava roknað við,< segði
Páll. >Vit kunnu gleða
okkum um, at vit nú hava
spælarar, sum fara fram og
skapa nakað, sum bæði
gevur úrslit og undirhald-
andi fótbólt at hyggja at.<
Um turkiska landsliðið
helt Páll, at teir mundu
hava havt skeivan innstill-
ing undan dystinum:
Undirmettu okkum
>Ég haldi, at tað tóktist,
sum turkarnir høvdu hug
at undirmeta okkum, og at
teir tí ikki fingu meira
burturúr. Tað var jú ikki
fyrrenn vit komu á odda í
dystinum, at vit sóu nakað
til teirra,< segði hann.
Umframt føroysku tíð-
indafólkini á fundinum,
vóru eisini umboð fyri
turkisku pressuna á fund-
inum. Ein av turkisku
blaðmonnunum var so al-
tráður eftir at vita, hvønn
turkiskan spælara Sepp
Piontek og Páll Guðlaugs-
son hildu vera tann fræg-
asta.
Páll sá íkki Colak!
Eftir at hava spurt
Piontek til fånytis, vendi
blaðmaðurin sær ul Páll
fyri at fritta, um hann
hevði nakran at visa. Tað
hevði Páll ikki.
Tá blaðmaðurin so
spurdi meira beinleiðis,
Mynd: Hilmar Jan
um Påll helt europeiska
toppskjúttan Tanju Colak
vera tann besta, svaradi
Påll honum stutt aftur: »I
didn't see Colak! (Eg så
ikki Colak!)«
Og rætt hevdi Påll i ti.
Føroyska verjan var nevni-
liga so vælvirkandi, at Co-
lak — og vid honum eisini
fleiri av honum stjørnu-
spælarunum — ikki eina ta
einastu ferð fekk gjørt
nakað serligt um seg
hj.
Fitt ikast
til FS
4.000 låtu 100 krónur i
part fyri at siggja dystin
móti turkum. Leggja vit
bernini afturat, so man
ikki vera av leið at siga, at
áskoðaratalið var millum
5000 og 5500.
FSF skuldi hava 230.000
at gjalda beinleiðis út-
reiðslur í sambandi við
dystin og helst 300.000
fyri at fáa nakað til tað,
FSF sjálvt skal nýta í fyri-
reikingarútreiðslum.
Samlaðu inntekurnar
vóru 400.000, og tað vil
siga, at yvirskotið av til-
takinum var 100.000
krónur.
Í FSF sóu teir við
spenningi fram ímóti,
hvussu áskoðararnir fóru
at taka undir: gjaldið var
sett til 100 krónur, m.a. tí
mett verður at slíkt tiltak
skal hvíla í sær sjálvum,
og tí tað verður hildið vera
rímuligt, at gjaldið verður
sett í mun til dygdina á
liðunum, sum fara á vell-
in.
FSF formaðurin, Torleif
Sigurdsson, segði áðrenn
teir fóru til Prag, at á-
skoðaraundirtekan fer at
telja við, tá avgerð verður
tikin, um vit skulu melda
lutteku til HM kapping-
ina ella ikki.
— Almenni studningur-
in til FSF skal ikki nýtast
til altjóða dystir, men
heldur til at menna fót-
bóltin heima á landi.
Skulu vit taka lut í altjóða
hepi, so skal tað fíggjast
við sjónvarpsgjaldi, lýs-
ingum og áskoðarainntek-
uni, sigur Torleif Sigurds-
son.
Eftir skuffandi dystir-
nar móti Sveríki og Is-
landi settust nógv bygda-
fólk aftur hesa ferð, men
stóra undirhaldsvirðið
mánakveldið ger heilt
víst, at fjøldin verður upp
aftur sterri næstu ferð.
-nn-