Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 133 — 17. juli 1991 FSF-ferdin til Prag gjørdi allan munin: UEFA brovtti avgerðina — men enn er ikki sloppid Starvsnevndin í UEFA hevur sum so einki ímóti, at eftirverandi EM-dystirnir verða spældir í Føroyum, um bert stadionøkid vid grasvølli og neyðugum tilhoyri verður liðugt til tíðina, og um Norðurírland, Danmark og Jugoslavia — øll — góðtaka at spæla dystirnar her. Men er eitt av teimum trimum londunum ikki sinnað at spæla her, verður eingin dystur spældur á Svangaskarði „Um eg segði, at vit eftir fundin í Prag mánadagin ikki vóru komnir longur, vildi tað verið skeivt, og um eg hinvegin segði, at vit nú vóru komnir á mál, vildi eisini tað ver- ið skeivt.« Orðini omanfyri vóru tey fyrstu, formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson læt frá sær, eftir at Sosialurin fekk fatur á honum í telefonini av einum gistingarhúsi í Keypmannahavn seinna- partin í gjár. »Eg vil siga tað soleiðis, at teir høgu harrarnir í UEFA nú hava avreitt málið til okkara métstødulid í EM- kappingini, sum koma at avgera, hvgr endaliga lagna okkara verður í hesum máli,< sigur FSF- formaðurin. Hann var seinnapartin í gjár komin aftur úr Prag saman við hinum trimum í sendinevndini frá FSF, ið var mannað av honum sjálvum, John Kjær, Niclas Davidsen og Niklas Foldbo. Hvat hendi í Prag Tað, sum nevniliga hendi á fundinum, var í stuttum hetta: Starvsnevndin í UEFA Jens Christian Hansen, arbeiðsformaður á Svangaskarði: Vit seta meira ferð á arbeiðið Arbeiðsformaðurin á Svangaskarði, Jens Christian Hansen, var fegin um boðini, tá vit í gjár søgdu honum frá avgerðini hjá UEFA. - Ein hevði sjálvandi vónað at teir fingu eitt treytaleyst ja, men hetta er eisini eitt gott úrslit, heldur hann. Tað verður ætlandi umleið 20. august, at fólk úr Norðurírlandi, Danmark og Jugoslavia kemur at hyggja at vøllinum. Siga tey gott fyri honum tá, verða okkara komandi dystir helst Føroyum. Men hvat sigur Jens Christian? Klåra teir at hava alt klárt til ta tíð? - Ja, gongur arbeiði líka væl sum higartil, vænti eg, at tað mesta verður liðugt, sigur hann. - Og tá nú arbeiðið hjá okkum komandi mánaðin fær so stóra ávirkan á avgerðina, kann eg longu nú lova, at vit fara at seta enn meira kraft á enn higartil! spældir í S-S- varð av føroysku sendi- nevndini kunnað um tey viðurskifti, ið viðvíkja nýggja grasvgllinum á Svangaskarði. Hetta varð — umframt í orðum — gjørt við mynd- um, sjónbandi, tekningum, tekniskum upplýsingum og ødrum, sum gav Starvs- nevndini eina so greiða og nágreiniliga mynd sum gjørligt av støduni á Svangaskarði. Eftir hetta gjørdu UEFA-umboðini greitt, at tey sum so einki høvdu ímóti, at EM-dystir og aðrir dystir vórðu spældir í Føroyum, men løgdu hinvegin vid sum treyt, at vøllur og øki uttanum kundi verða liðugt í nóg góðari tíð, og at hini lond- ini, sum skulu spæla sínar EM-dystir har, einki høvdu ímóti at koma hag- ar. Broyttar fyritreytir Eisini varð sagt frá, at UEFA annars ikki helt tað vera serliga heppið, at Før- oyar nú vildu broyta fyri- treytirnar fyri luttøku í EM-kappingini, hóast alt gott var at siga um, at landið fær sín egna vøll. Somuleiðis varð sam- tykt, at tvey umboð fyri UEFA umleið 20. august skuldu koma til Føroyta at hyggja at og meira ella minni góðkenna vøllin og øki uttanum. Til ta tíð skuldi stórt sæð alt arbeið- ið verið liðugt á Svanga- skarði. Tey bæði umboðini, UEFA fer at senda, verða formaðurin í enska fót- bóltssambandinum, Bert Millichip og íslendingurin Ellert B. Schram. Framvegis í óvissuni >Tað, sum í øllum hes- um framvegis letur okkum sita eftir við Óvissuni, er at UEFA framvegis ikki hev- ur tíkið nakra endaliga av- gerð, ið fult og heilt er okkum til gagns,< sigur Torleif Sigurðsson við So- sialin. »Ti sita vit fram- vegis eftir við 6vissuni, nú avgerðin bara er flutt til okkara mótstøðulið.< Hinvegin fegnast for- maðurin sjálvsagt um, at upprunaliga avgerðin um, at eingin dystur skal spæl- ast í Føroyum, er broytt. >Vit møttu partvís væl- vild frá monnunum niðri í Prag, so hóast alt kann ikki sigast annað, enn at hendan ferðin so ikki var til fánýtis,< sigur Torleif. >Avgerðin frammanundan var jú bert eitt noktilsi, meðan vit nú hava fingið eitt slag av eini játtan, um nøkur ávís ting koma upp á pláss. Og tað er hóast alt frægari enn einki at fáa.< Kunnu spæla puss Hann sigur, at tað, sum í veruleikanum hendi, var at nú kann eitt av hinum londunum í okara EM- bólki sleppa at spæla okk- um eitt ordans puss. Spurdur, hvat hann held- ur hevði størst ávirkan á, at starvsnevndin í UEFA nú broytti avgerðina hjá kappingarnevndini, sigur Torleif seg vera vísan í, at fleiri ting hava spælt inn: »Filmurin hevur sjálv- andi gjørt sítt til, at vit fingu tað burturúr, sum vit nú einaferð fingu, men eg trúgvi sjálvur, at eisini alt prátið við hesar menninar mánadagin undan fund- inum, hevur havt sína ávirkan,< sigur hann. >Tað skal sjálvandi valdast, hvussu troyttandi ein kann vera fyri at fáa sítt igjøgn- um, men vit royndu so at tosa so nógv við teir, sum vit kundu, uttan tó at troytta teir, so teir kanska hinvegin vendu sær ímóti okkum og staðfestu hina avgerðina, ið var galdandi frammanundan.< hj. Torleif Sigurðsson, formaður í FSF: Urslitið hevur stóran tydning Eins og øll onnur vælsakt- ans eru tað, er formaðurin í FSF eisini fegin um úr- slitið hjá landsliðnum móti Turkalandi månakvøldi8. »Hatta úrslitið kemur at fáa stóran tydning framyv- ir, nå vit bædi skulu fåa Svangaskarð-málið upp á pláss, og eisini skulu taka stóðu til HM-innbjóðing- ina,< sigur hann. Torleif Sigurðsson sigur, at hatta var eitt ógvuliga gott úrslit, sum gll kunnu vera bæði glað fyri og stolt av. >Ég må ærliga siga, at eg fryktaði fyri einum verri úrsliti enn hasum, tí eg var ikki sért bangin fyri, at Turkaland fór at fáa sítt gjøgnumbrot í hesum dystinum, men tað hendi tíbetur ikki,« sigur formaðurin í stuttari viðmerking til Sosialin. hj.