fríggjadagur 19. juli 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 135 — 19. juli 1991
Czesarabrøp SS
Javnaðarflokkurin sleppur ikki at nýta
Fiskimannafelagið til syndabukk!!!
Í árunum 1920 til 1928
gav Fiskimannafelagið út
eitt vikublað. Tá hetta
blað gavst at koma út,
samtykti nevndin í FF, at
neyðugt var framvegis at
hava eitt málgagn, so ella
so. Tískil varð fingin tann
skipan, at Fiskimannafel-
agið skuldi hava ein fast-
an teig í málgagninum hjá
Javnaðarflokkinum, og
sóknarformenn hjá FF
vórðu settir sum ókeypis
haldarar av hesum blaði.
Málgagnið hjá Javnað-
arflokkinum hevur uttan
iva verið valt tá, tí felagið
hevur hildið henda flokk
vera tann nærmasta til at
umboða áhugamál fiski-
mannsins.
Heilt fram til landsstýr-
isskiftið seinast hevur
Javnaðarflokkurin havt
nyttu burtur úr samstarvi
við umboðsmenn fyri FF
eins og fyri onnur fakfel-
og. Men sum eitt skot hev-
ur Javnaðarflokkurin nú
kvett alt samband við fak-
felagsfólk og flokkurin
hevur yvirtikið tann hold-
ning til fakfeløgini, sum
Fólkaflokkurin og Óli
Breckmann standa fyri.
Hetta sigur ikki so lítið, tá
hugsað verður um, hverj-
um nevndi flokkur hevur
sín politikk á hesum eki
frá.
Flokkarnir samdir
um at finna ein
syndabukk
So er spurningurin hver
orsøkin er til hesa kúvend-
ing, fyrst hjá Tjóðveldis-
flokkinum i fjør og nú hjá
Javnaðarflokkinum.
Orsekin er tann einfalda,
at allir flokkar í Føroyum,
í hvussu er teir stóru,
hava brúk fyri einum
syndabukki. Tað er lætt
at semjast um, at illa er
stýrt í Feroyum í 80-un-
um, og allir flokkar hava
ábyrgd.
Men nú tykist, sum at
feløgini i fiskivinnuni
skulu hava skuldina fyri
at t.d. studningstørvurin
gjørdist so stórur. »Vis-
indaliga« verður prógvað,
at orsekin til hetta óskil er
tann medvirkan, sum
feløgini, og helst FF, hava
havt i studningsnevnd og
råfiskafisk. »Loysnin« er
so at utiloka feløgini frå
allari åvirkan. So kunnu
politikkararnir spæla fríir.
Tað, sum tó má sigast
at vera eitt stórt vónbrot,
um tað ikki er láturlig at
tosa um vónbrot í poli-
tikki, er, at Javnaðar-
flokkurin er fallin í hesa
fellu, og at Javnaðarflokk-
urin enntá fremur lógar-
brot fyri at syta feløgun-
um tað sindrið av med-
ávirkan, sum tey eiga eft-
ir. Tí í hvussu er Javnað-
arflokkurin, og ikki minst
Atli Dam, veit, at tað er
beinleiðis falsan sum verð-
ur nýtt móti feløgunum.
Ætli ikki at vera
syndabukkur
Men undirritaði ætlar ikki
at politikkarar skulu nýta
vinnufelegini til
syndabukk. Sjálvur havi
eg í meira enn 20 ár livað
upp at politikkarum og
veit hvat ið er hent á
hesum eki. Javnaðar-
flokkurin í landsstýrinum
hevur samtykt, at fakfel-
øgini skulu tigast i hel.
Hóast eg og onnur fakfel-
agsfólk við tilknýti til
Javnaðarflokkin ferð eftir
ferð bæði alment og bein-
leiðis til flokkin, hava
reist spurningar, sum vit
meta okkum at hava krav
uppá at fáa eina frágreið-
ing um, er bert ísakeld
tegn frá flokkinum. Men
at tiga okkum í hel fer ikki
at eydnast. Tað stendur
Javnaðarflokkinum frítt
at útifrysta teimum fak-
felagsfólkum, sum hava
stuðlað teimum. Men
hetta fer so ikki at henda í
tegn. Tann fyrstkomandi
greinin verður um studn-
ingsnevndina, og hvussu
hon við medvirkan frá
vinnuni minkað um studn-
ingar frá 1984 til 1986 við
uml. 100 mill. kr. og
hvussu Javnaðarflokkur-
in tá kundi nýta feløgini.
Síðan verður grein um
prístalsásetingarskipan-
ina. Her verður greitt frá,
hvussu Atli Dam tá kundi
nýta FF og undirritaða til
at fáa í lag eina prísáset-
ing, sum bygdi á mark-
naðarbúskap. Fyri síðan
ndsstýrisflokkarnir hava nú avtalad, at gera
reglugerð fyri Fiskivinnu Starvsneyndina.:
Javnadarflokkurin fer at krevja, at'gll uppskot
um lógir og kunngerðir fara til ummælis f Starvs-
neyndini
Sjálvandi eigur Flskivinnu
Starvsnavndin at verða
eftirspurti í málum, sum *
"vidvikja Gskivinnuni. TI
«elga øl] lík uppskot um
»kunngebir og løgir-at
verða løgd fyri Starvs-
pevndina 60renn ky koma
í tingid, heldur Í hvussu er
Javnaðarflokkurin.
Á lándsstýrisfundi :
styrisDokkarnis uro a gers
eina reglugerd fyri Flski-
vinnu Starvsnevdina Og
JanaBarflokkur:n fer st
eyja, at mál, sum við-
víkja fiski vinnuni, korna ál
ummælis har,
Hetta er eitt prógu um, at tað er ivasamt um nakar javn-
aðarflokkur í heila tikið er til í dag.
Í april mánaða boðaði »Sosiaurin« frá, at nú fór Javn-
aðarflokkurin at krevja, at »øll uppskot um lógir og
kunngerðir fara til ummælis í starvsnevndini«. Seinni
hevur Javnaðarflokkurin eftir diktati frá Fólkaflokki-
num samtykt eina reglugerð, sum í stríð við lógina um
fiskivinnuráð ásetir tað mótsatta. Síðan tá hevur Jaun-
aðarflokkurin vist sína vanvirðing móti fakfeløgunum
við at seta Fiskivinnu Starvsnevndina undir admini-
stratión.
Og nøkur frágreiðing um henda ágang móti fakfeløg-
unum fæst heldur ikki.
at avnokta hesa medvirk-
an frá fakfelag bert fyri at
tekkjast Fólkaflokkin.
Niðursteðan av ellum
hesum er tann sama sum
hjá franska kardinalinum
og statsmanninum Richel-
ieu, tá hann bað Gud um
at varðveita seg móti sín-
um vinum. Sínar óvinir
skuldi hann sjálvur klára!
Annars er niðursteðan
eisini tann, at veruleikin
er tann beint mótsatti, tá
politisku flokkarnir, fiski-
vinnuumsitingin og Fróð-
skaparsetrið »i skøn foren-
ing< vilja gera fiskimenn
og teirra feløg til synda-
bukk fyri tað óskil, sum
politikkarnir einsamallir
hava ábyrgdina av.
Óli Jacobsen
nn
Ovissa og ryggloysi
———————————i€iiøø——iiiøHn———mmwwwwewwwwwwwwwwowmeaeennaa
Ongin kennir dagin, fyrr-
enn sólin er sett.
Eisini hendir tað, at
hundur etur tað hann
havnar og ketta tað hon
spýr. Soleiðis eisini í okk-
ara lítlu verð á Tveroyri.
Mangan hevur verið øs-
ing á stjórnarfundi í Tver-
oyrar Flakavirki — við
ófatiligum brigsli og
mannminkandi 6érættvis-
andi skuldsetingum, ser-
stakt um ein nertir við
orðið uppsegn av Euro-
fisk — ella um at lýsa eftir
teroyingi við kunnleika til
at stjórna hesum virki
ja, allarverst tá ein við-
merkti ein tverámann, tá
týsti sjálvt banka Emeri-
tus >tveroyramaður væl
uppbakkaður av
nistaregiini«
takstrygging.
Nú kom so kúvendingin
— uppsøgnin stadfest og
nú seinast stjóri settur —
ein tverámaður. Vælkom-
in tú bygdabróður og
lukku við honum okur øll.
Eitt megnarverk er
henda vending, um seint.
Eitt syndarligt petti av
bygdasegu okkara er farið
í kav. Eg ætlaði at gevast
fyri rest lata ormarnar
halda fram við at skapa
sín egna trivna í garði. Vit
sóu og vit hoyrdu á aðal-
pensio-
okkara til
fundi Fylkingar 17. mei —
ein ruðuleika — hvar
sjálvur yvirmetarin, tað
altvitandi X endaði fundin
við at signa og sálva alt
lógloysi har fór fram.
Aatlanin var sera væi
skipað fundarliga sæð eitt
fríggjakveld — besta sjón-
varpskveld setti formaður
Fylkingar, Dánial av
Rana fundin. Við lið sína
hevði hann hin ongantíð
valda pensionistin, skriv-
aran og protokollgoymslu-
mann Lisberg. Men hóast
tað so máttu teir undir
grein 20 í lóg felagsins,
stk. 1 greiða frá virki fel-
agsins, um har kann kall-
ast nakað virkni og stutt
bleiv. Tríggir fundir í
farna ári, ein vegna krav
limanna. Eitt ávíst ar-
beiðsloysi var — men
kommunan vildi tryggja
sínum arbeiðarum meiri
steðugt arbeiði framyvir.
So mong vóru orð hans-
ara. Ikki eitt orð um verk-
fall ella hví ikki Fylkings-
limir fingu hevi til at vera
við til at mynda nýtt upp-
skot til samráðingar-
grundarlag millum F.A.
og F.A.G. Ikki eitt orð um
at felagð hevði goldið
verkfallspening út, uttan
at heinta sær heimild til
tess. Tað eru nógv ár síð-
ani, at viðtikið varð at
seta verkfallsgrunn á
stovn og stovnsfæið vera
renturnar av fritidarløn
arbeiðarans — men eisini
at onki skuldi vera útgold-
ið fyrr enn stovnsfæið
varð komið upp um 1 mill.
Men felagsins rokniskap-
ur sýndi onki um hettar
sum Ólavur Simonsen,
kassameistari las upp.
So nú var petti 1 & 2 i
grein 20 í felagslógini
greitt at taka til viðgerð-
ar. — Ein limur bað um
orðið, men Dánial av Rana
formaður, segði nei tú ert
ikki limur, so legði limurin
kvittu fram við Dánial av
Rana'sa egna navni á, so
sjálvur hevði hann tikið
móti hesum peningi.
So bað Karl Jespersen
um orðið — men tá sprakk
form. Dánial av Rana á
fotur og rópti: >NEI, tú
fært ikki orðið, tú ert ikki
limur her« — men kassa-
meistarin kundi vátta, at
Karl hevði goldið sítt
limagjald sum vanligt í 61
ár.
Tá byrjaði Dánial form.
at vísa til F.A. og segði, at
flestu arbeiðsmannafelog í
landinum hevdu viðtikið,
at pensionistaldurin 67 ár
var aldursmark fyri lima-
skap í arbeiðarafelogun-
um.
Lygnir ella veruleiki,
Ingiborg Vinther veit, tí
uttan hennara stuðul, sat
ikki Dánial har í dag sum
stjóri stjórans á Len-
gjaldsstovu Fylkingar og
hevði aldrin fingið høvi til
at komið fram við slíkum
ófullfíggjaðum (milt sagt)
rokniskapi — um hann
bleiv vidgjørdur ella góð-
tikin veit eg ikki — men
tað kann eg koma til eina
aðru ferð.
Eg fekk so mín Oscar og
útvístur. F.A. kundi
kanska sýnt mær tann
heiður at latið meg vita,
hvat rætt form. Dánial av
Rana hevði í hesum føri.
Men hvat skal ein vænta!
7.5.90 á eykaaðalfundi,
royndu limir Fylkingar at
ringja til forkvinnu okk-
ara í F.A. um ósemiliga at-
burð formannsins móti
kassameistaranum, men
hon gav okkum skeivar
upplýsingar fyri at bjarga
Dánial av Rana — hesum
manni, sum miðvíst hevur
ført eian snikjandi ment-
unaroyðandi framferð
móti felagsskapi okkara.
Við at stongja limirnar úti
— við á ósemiligan hátt at
forða fyri, at limirnir fáa
at vita, um hvat Fylking
var. — Ein fundur um árið
gevur onga vitan um
henda felagsskap — og
ongar viðtekur ella lógir
verða fylgdar til fullnar, tí
endar alt í ruðuleika við
formannsins ólógligu og
órættvísu framferð.
Eisini må Ingiborg
Vinter forkvinna F.A.
hava sæð rokniskap Fylk-
ingar, ið skuldi verið F.A.
í hendi innan 1. mars,
sambært lóg F.A. grein 5
fyrsta petti. 70 limir í
Teir reyðu
Fylking — hetta kann ikki
vera rætt — spyr kassa-
meistaran.
Len hevur ein skrivari
fingið, ið ongnatíð er vald-
ur og á fundum hevur for-
maðurin skrivað. Og fund-
arútreiðslur til menn, sum
ongantíð eru valdirat ferð-
ast fyri Fylking.
Alt Dánials verk.
Carl Jespersen
Tit lovaðu okkum frælsi og frið,
hetta stóðu tit ikki við.
Tóku frælsi og knústu borg,
voldu okkum trega og sorg.
Jógvan
DIE rt NO + 7 00
J. J. í Gerði
Sigldi við knørrinum ofta og títt,
stormur og toka, tað var einki nýtt.
Tú bardi mangan stormin av,
stríddi fyri teg á tí stormandi hav.
eg
J.J. i Gerði