Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 136 — 20. juli 1991 Eingin bón: andid eigur | at gjalda fyri dripna fiskin -tað var landið, sum gav boð um at beina fyri tí sjúka fiskinum, og tí má tað eisini vera landið, sum rindar smoltstødini endurgjald fyri missin sigur eigarin av smoltstødini Fjarðará í Funningsfirði, sum misti fisk fyri millum 5 og 6 mill. kr., tá alt varð dripið herfyri orsakað av furunkulosusjúkuni. Furunkulosan, sum herfyri varð staðfest á smoltstød- ini Fjarðará í Funningsfriði gjørdist alistødini ein dyggur smeitur - fyri ikki at siga tann vísi deyði. Eigarin av stødini Johan Hansen fekk herfyri boð frá landsstýrinum um at drepa allan fiskin, sum varð raktur av sjúkuni fur- unkulosu. Landsdjóralæknin hevði til uppgávu at beina fyri fiskinum. Talan var um umleið 75.000 smolt og 730.000 laksayngul, sum er dripið og síðani koyrt í kassar, har tað skal liggja í 14 dagar, áðren tað verður fyribeint á ein ella annan hátt.. Eftir á berum Eftir stendur Johan Hansen so gott sum heilt á berum. Hann er noyddur at byrja heilt av nýggjum, um hetta í heila takið letur seg gera. Uppá fyrispurning hvussu stórur missurin er sigur hann, at tað er ringt at gera upp í pengum, men tapið man liggja millum 5 og 6 mill. kr. Sjálvur heldur hann, at tað er rímuligt og rætt at landið letur honum endur- gjald, tí tað er landið, sum hevur givið boð um at drepa fiskin. Í løtuni kannar hann saman við sakførara, hvat skal gerast í málinum. -Fyri meg er tað eingin bøn. Landið eigur at koma út við pengunum fyri fisk- in, tað hevur givið lands- djóralæknaum boð um at drepa. Tað er hent einaferð áður, at ein smoltstø8 hevur verið noydd at beina fyri smolti vegna sjúku. Hetta var í Gøtu fyri nøkrum øarum síðani, og tá fingu eigararnir endurgjald fyri missin, og Johan Hansen heldur tað ikki verða ødrvisi við stóðu hansara. Heldur stendur tað nógv Síða 3 verri til hjá honum enn hjá gøtumonnum å sinni. Ti tá varð bert ein árgangur dripin, men har var fiskur á stødini at koyra á sjógv árið eftir. Hjá Fjarðará í Funningsfirði er ødrvisi. Hann er als eingin fiskur eftir og teir eru noyddir at byrja heilt av nýggjum. Til tess er neyðugt , at landið letur endurgjald fyri dripna fiskin. Lógin sigur, at landið kann geva endurgjald fyri slíkt, og Johan Hansen væntar sær tí at fáa eina rættvísa viðferð frá mynd- ugleikkunum. Men tað er greitt, at tað kann fara at blíva ein stríðsspuringur - ein spurningur um tulking av orðinum kann. Alt takast sundur og reinsast Men hvussu og ikki, so eru teir á stødini noyddir til at reinsa alla stødina sum hon er, áðrenn hon kann takast í brúk aftur. Hetta er eitt sera stórt og krevjandi arbeiði, tí alt skal takast sundur, vaskast og reinsast og málast. Tað er hetta arbeiði, sum teir nú eru í ferð við at gera. Æltanin er so at hava stødina klára til at taka ímóti laksarogn í septemb- er ella í oktober. -Men tað veldst sjålv- andi um eg í heila takið eri alari til ta tíð sigur ein annars rættiliga bjart- skygdur Johan Hansen. Øll kørini mugu reinsast og målast, áðrenn teirr kunnu fara í gongd aftur. Tilvildarliga vald mynd. Brenna ella grava fiskin niður Tað er ikki bara spurning- urin um endurgjald, sum spøkir. Eisini spurningurin um, hvat skal gerast við tað dripna smolud og hver hevur ábyrgdina av at beina fyri tí, eru spurningar, sum enn standa ósvaraðir. -Fiskurin hevur nú ligið í kassunum í eina viku, og skal hann liggja í eina viku aftrat. Hvat so hendur veit Johan Hansen ikki. Av ti at landið hevur givið boð um at drepa fiskin heldur hann, at landið hevur ábyrgdina av honum og má syrgja fyri at beina fyri honum. -Men eg beri Ótta fyri, at tað verið eg sjálvur sum "hangi uppá" alt hetta eisini, tá avtornar, sigur hann víðari., Uppá fyrispurning hvat skal gerast við tann dripna fiskin sigur hann, at hann antin má gravast niður ella brennast. Tað hevði kanska ikki verið av leið at latið IRF fingið hann at brenna, tí har er nógv lýsi í. Annars er eisini vanligt at grava slíkan fisk niður. -Spurningurin er so, hvar ein fær loyvi til at gera hetta leggur Johan Hansen aftrat. Men mest umráðandi fyri tann óhepna smoltsalaran á Funningsfirði er í løtuni at reinsa og fáa stødina í Hildið verður, at furun- kolosan hevur verið á Funningsfriði í longri tíð, og síðani møguliga hevur spreitt seg til smoltstødina góðan stand aftur og síðani at fara út í Tinganes eftir endurgjaldinum fyri harvið " at begynde pá en frisk". Rímuligt og rætt at landið letur endurgjald Vit spurðu at enda Johan Hansen, um landið ikki kann vísa slíkt endur- gjaldskrav frå sær við ti grundgeving, at alarin sjålvur må hava åbyrgdina, tå fiskurin verður sjúkur. -Tað er landið, sum hevur mett, at fiskurin á stødini er ein vandi fyri aðrar stødir, og at mín fiskur ti skal drepast.. Hetta fyri at forða fyri at sjúkan fer til restina av alivinnuni. Tá haldi eg eisini tað er rímuligt, at landið rindar fyri fiskin, soleiðis at vit sleppa í gongd aftur endar Johan Hansen. jan »Flekk fær eina systur« og »Hvar er Flekk?« 48. »Stora orðabókin hjá Flekki 86.-.