Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. #41 — 27. juli 19 Oli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum um ósemjuna V 10 Landsstý - sigur Óli Jacobsen m.a. um ósemjuna við Landsstýrið, sum hann í hesum dógum áhaldandi skrivar um í blød- unum. Oli Jacobsen er eisini familjumadur, og tann leiklutin dåmar honum betri júst nú Óli Jacobsen, formai - Tad er ikki ov nu, - sagt, um eg sigi, at demokratiið í hesum dógum er skert. Hann er 48 ára gamal, og hevur verið formaður í Føroya Fiskimannafelag í 21 år. Bert 22 åra gamal varð hann valdur í nevnd Fiskimannafelags í 1966, og gjørdist sýðsluformaður fyri Eysturoy. Í 1971 gjørdist Oli Jacobsen formaður i Fiski- mannafelagnum, bert 27 ára gamal. Upprunaliga fór hann til skips, sum aðrir dreingir í hansara aldri í Nordagøtu, har hann gekk í skúla. Av tí at foreldrini vóru í Danmark undir krígnum, fór hann ikki í skúla fyrr enn tey komu heimaftur, tá hann var átta ára gamal. Óli Jacobsen: - Eg havi tí bert seks ára skúla- gongd. Áhuga fyri fískimannakorunum Óli Jacobsen var fiski- maður frá 1958 til 1970, og upplivdi nógv umborð, sum hann metti kundi ver- ið ødrvisi. Seinni hevur hann ging- ið á kvgldskúla og tikid merkonom prógv. Hóast hann støðugt gjøg- num árini hevur arbeitt fyri at bóta um korini hjá fiskimanninum, og hevur fingið nógv og góð úrslit - so er hann í hesum døgum einsamallur í ákoyringini mótvegis landsstýrinum, sum hann hevur stevnt inn fyri Føroya rætti, fyri brot á landsins lógir. Soleiðis er Óli Jacobsen, og hóast hann heldur at hetta er móti hansara nát- túru, á henda hátt at blaka um seg við skuldsetingum og harðrendari skriving, so stendur hann fast við sítt. Ísakgld tøgn Óli Jacobsen: - Skal eg skriva enn 100 greinar fyri at lýsa málið, so skal eg gera tað. Eg veit at mín ákæra er grundað á sakliga vitan, sum eg havi ognað mær gjørgnum 22 ár í mínam arbeiði. Er hetta ikki harðasta stríð, sum tú hevur verið fyri? - Nei, tey tungastu tøkini havi eg roynt í gðrum sambandi, um talan ska. vera um stríð - eitt nú sjó- mannaverkfallið og fiski- mannaverkfallið. - Í dag er einki stríð sum so, tí eg havi ongan mót- standara. - Nú er bert ísakgld tøgn! - Fyrstu 19 årini eg var formaður, var tað min styrki at vera sakligur. Vit hava fingið bestu hagtgl til vega, viðvíkjandi inntøkum hjá fiskimonn- um í heiminum. Hóast vit hava fingið av- bera gott úrslit í hesum arbeiði, so var tað tó gjørt í friði og náðum, og tað gevur sum kunnugt íkki tær stóru yvirskriftirnar. - Í dag eri eg skýrdur syndabukkur, tí eg sakliga føri mini sjónarmið fram, og eg eri útilokaður frá øllum avgerðum. Eg havi sagt teimum mína meining úti í Tinga- nesi, og úrslitið er, at eg eri útblakaður. - Tí haldi eg ikki, at tað er nøkur grund fyri at vera sakligur í hesum máli. - Tað er so mikið meira vónleyst, tí eg roknaði við at Javnaðarflokkurin var í mínum parti, og at hesi viðurskifti fóru at koma í rættlag, tá javnaðarfólk komu í Tinganes. - Eg vil bert ikki verða syndabukkur, tí í mínum fakfelagsarbeidi gjøgnum 22 år, veit eg betur enn politikarnir í hesum máli. Vit kundu vísa teimum á, hvussu sleppast kundi un- dan trupulleikunum, sum eru í dag, og handaðu Landsstýrinum eitt álit í 1986 um prísásetingar- skipanina og at leggja um til marknaðarbúskap. Landsstýrið setti ein ar- beiðsbólk, og so hendi einki meir. Málið varð dri- gið út til 1988, tá tað varð viðtikið. - Sjálvur varð eg upp- runin til hetta upprit, men blakaður í ruksílatið og tagdur íhel. Líkist ikki mær ... - Hóast tað ikki er mín náttúra at arbeiða á henda hátt, við at klikkja niður á teir persónar, sum eru móti rættvísi, so noyðist eg at gera tað. Um eg ikki gjørdi hetta, fekk eg ivaleyst magasár og endaði kanska úti hjá Ama. - Mestu hugstoytandi hevur tað verið, at Javn- aðarflokkurin er farin í hernað móti mær. Eg eri limur í Javnaðarflokki- num, og hayi heilt greitt samhuga við stevnumið- um floksins, men eg kyssi ikki koyrilin. Tað hevur landsstýris- bólkurin hjá Javnaðarflok- kinum gjørt, við at kyssa koyrilin hjá Fólkaflokk- inum. Hóast tú ikki kundi hugsað tær, at Óli Jacobsen fær stundir til familjuna í sein- astuni, so blíðkast hann, tá prátið verður bent á konu og børn. Hann er giftur vid Kirst- en og tey eiga fýra børn. Yngsta barnið er hálv ár og elsta níggju ár. - Eg eri ikki altíð so illur, sigur hann og smírist. Hvat sigur kona til til hesa Eg kyssi ikki Kkoyrilin ákoyring, sum fer fram í løtuni? - Hon studlar meg og heldur, at ein ikki skal lata seg traðka á, og vit kunnu tosa um hesi viðurskifti. Tað er ein lætti, at eg ikki eri einsamallur í dag. Annars eri eg ikki slíkur persónur, sum tekur trupu- lleikarnar við til hús, eftir arbeiðstíð. i Tinganesi Óli Jacobsen var 38 ár og gamal drongur, tá hann fyrstu ferð hitti Kirsten, sum er 12 ár yngri enn maðurin. Hon starvaðist á Fiskivinnustovuni í Tinga- nesi, og hann var limur í Råfiskanevndini og var ofta í fundi í Tinganesi. - Hevði tað verið í dag, so var einki hent okkara millum, tí eg havi ikki longur ødrindi í Tinganesi, sigur Óli. Hvussu var tað at stovna familjiu og blíva pápi sum 38 ára gamal? se »