Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 27. juli 1991 - Eg bleiv pápi fyrstu ferð, tá javnaldrar mínir blivu abbar, so tað er ein munur í hesum. - Adrenn eg giftist og fekk familju, hugsaði eg ikki so nógv um tað. Eg havi nógvar og góðar kenning- ar, sum eg kundi støkka inn á gólvið hjá. Onkuntíð havi eg ivaleyst trároynt henda møguleika, men í dag er ødrvisi, tí nú hava vit ikki so ofta stundir at hittast. Í dag hevði eg als ikki kunnað verið familjuna fyri uttan, og um eg skal siga tað, so eru sStarvs- trupulleikarnar í hesum døgum, bert smáputl, í mun til tað tú hevur saman við familjuni. Stuttligt at síggja påpan í sjónvarpinum - Eg havi altíð verið barngóður, og havi verið nógv um børnini hjá syst- kjum mínum, so í veru- leikanum var tað als ikki tann stóra broytingin - bert tað at tað altíð er ein stór uppliving at fáa børn. Hava børnini merkt, at nakað óvanligt fer fram í hesum døgum, kring pápa teirra? - Nei, tað haldi eg íkki. Tey eru eins og onnur børn, og halda bert at tað er stuttligt at hoyra pápan í útvarpinum og síggja hann í sjónvarpinum. Hvussu er at vera barn í dag, í mun til tínar barna- dagar? - Børnini krevja nógv meira í dag, og neyvan gongur ein dagur, uttan so at tey biða um eitt oyra at keypa fyri. Tá eg var smådrongur fekk eg 25 oyra um mána- dan í lummapeningi, so tað er greitt, at umstødur- nar ikki kunnu samanberst við tær, sum børn okkara liva í. Frá at vera gamal drongur fyri umleið 10 árum síðani, er familjan nú vorðin maður, kona við fýra børnum. Kirsten og Óli Jacobsen, saman vid børnunum . Vinstrumegin: Kári, Óli Jákup, Tróndur og Linda Sr s0Sialurin Hvussu skulu børn upp- alast? Børn eru so ymisk, og tey líkjast báðum for- eldrum. Vit kunnu bert uppala tey til at hava virð- ing fyri sínum medmenni- skjum, men annars haldi eg ikki, at ávís uppaling broytir teirra medferð. Eingin uppskrift er, sum kann verða felags fyri øll børnini, tí tey eru so ymisk. Ein háttur til eitt barn kann verða gagnligur, men ónýtiligur til eitt ann- að. Fitt og skikkilig - Annars haldi eg at okk- ara børn eru bæði fitt og skikkilig. Óli Jacobsen var uppstilla- dur til løgtingsvalid fyri Javnaðarflokkin í 1974 og 78, og gjørdst eftir seinna valid tiltakslimur fyri Ják- up Lindenskov, sum fór á Fólkating at virka. Ert tú framvegis javnaðar- maður, hóast ósemjuna? - Eg havi ið hvussu so er ikki meldað frá enn. Mínar royndir hava kortini lært meg so mikið, at tú ikki skalt vera so politiskt floksliga frelstur, tí so verður tú bert vónsvikin. Hevur tú tiltrúgv til stevn- umið floksins, hóast alt? Allar stevnuskráir lík- jast. Tær hava somu orð- ing. Flokkurin er kortini leiðslan í javnadarrørsluni, og í hesum føri er tað formaður og landsstýris- bólkurin, sum úteftir myn- da Javnaðarflokkin, og tað heldi eg ikki er heppið í løtuni. Eg haldi ikki, at tingbólkurin verður spur- dur. Skert demokrati Tá landsstýrisbólkurin fekk valdið, lurtaðu teir ikki eftir tingbólkinum longur. Tí er tað, at eg havi víst á, at landsstýrisbólkurin inn- an Javnaðarflokkin hevur alla skyldina. Er vandi fyri demokrati- inum, tá t.d. tú sum fakf- elagsformaður fyri 3000 limum ikki sleppur til orða, hóast tú hevur víst á óregliga framferð? - Tað er ið hvussu so er eitt afturstig, at teir størru flokkarnir samtykkja síná- millum, at útiloka Fiski- mannafelagið og onnur fakfeløg, frá teimum av- gerðum, sum verða tiknar í ovastu leiðsluni. Óli Jacobsen smírist og sigur beiskliga: men tað er ikki ov nógv, um eg sigi at demokratiið í hesum døg- um er skert. - Eg havi víst á ósem- juna um tulking av reglu- num hjá starvsnevndini, og kann vísa á, at eingin løgfrødingur hevur lagt navn til tulkingina hjá Landsstýrinum. T.v.s., at um Landsstýrið finnur tað fyri gott, so halda teir løgfrødingarnar uttan fyri avgerðirnar. Fyri at styrkja sína stóðu, koysta teir eina reglugerð yvir starvs- nevndina, sum er í stríð við lógina. Annað skinn um bak - Tá hetta málið kemur í rættin, sum Fiskimanna- felagið hevur reist, verður bert lógin at taka støðu til, og tað vísir, at reglugerðin er løgfrødilig manupula- tión! Tekur tú kortini undir við javnaðarflokkinum í fram- tíðini? - Tað havi eg ikki tikið stóðu til, men um so verð- ur, skal Landsstýrisbólk- urin taka annað skinn um bak. Fært tú nakrar viðmerk- ingar frá fólki í hesum døgum? - Eg fái viðmerkingar frá fólki, sum hava skil fyri málinum, men trupullekin er, at nógv fólk ikki vita, hvat tað snýr seg um. Eg kann tó siga so mikið, at eg eisini fáa viðmerkingar frá javnaðarfólki, sum eru samd við mær. Er vandin ikki til staðar, at tú kemur at tosa fyri deyvum oyrum, ella blind- um eygum, tá tú áhaldandi skrivar í blóðini um sama mál? - Sum áður sagt, so noyðist eg at gera vart við hetta, hóast tað er móti míni náttúru. Eg havi einki val. Hevur tú stundir at taka stóðu til onnur samfelags- mál, tá tú gongur so nógv inn fyri hesum eina máli. Hvat heldur tú td. um rúsdrekkamálið? - Higartil hevur einki land loyst rúsdrekkamálið, sigur Óli Jacobsen, sum er avhaldamaður burturav. - Nútíðar samfelagið er vorðið so fjølltåttad, at tað neyvan ber til hjá einum fólki at taka stóðu í hvør- jum máli sær. Hetta er mítt lív Fiskimannafelagið og tað sum eg standi fyri, er mítt lív, og tí eri eg so við- kvæmur fyri júst hesum máli. Tí mugu aðrir, sum hava skil fyri ti, loysa rús- drekkamålid. Tad er einki livsstarv at verda fakfelagsformadur. Hverjar vónir gerst tú tær persónliga fyri framtíð- ina? - Mítt starv er soleiðis háttað, at eg kann setast á dyr 3. hvørt ár, so møgu- leikin er til staðar 1. feb- ruar 1992. So noyðist eg kanska at leita mær annað starv, og vóni bert, at onk- ur hevur brúk fyri mær og mínum starvsroyndum. Er tað ikki sálarliga stre- við at koma fram við nega- tivum ábreiðslum fleiri ferðir um vikuna? Ikki grenjutur Eg kenni tað ikki sum persónliga ákoyring, og eg haldi meg hava gott sam- band við øll fólk . Kann tað ikki sýnast sum grenj, tá tú endurtekur tín- ar ákærur ferð eftir ferð? - Nei, tað haldi eg ikk. Tá eg kann undirbyggja mínar ákærur, kann tað ikki sammetast við, at eg eri grenjutur. Telefonin á skrivstovuni hjá Óla Jacobsen ringir, og tað er boð úr Landsstýri- num, sum endiliga gevur seg til kennis. Málið snýr seg um eina kæru um dagpening, sum Fiskimannafelagið hevur fingið viðhald í, men hetta er gamalt mál, sum varð reist í 1988. Óli Jacobsen er tó ikki meira negativur enn so, at hann er fegin um svarið úr Landsstýrinum. Dagny Síða 7 "Skal eg skriva 100 greinar afturat, fyri at lýsa málið, so skal eg gera tað" Fyrst 19 árini er var formaður, var tað mín styrki at vera sakligur" "Eg haldi at børnini eru bara fitt og skikkilig" "Í dag eri eg skýrdur syndabukkur, tí eg sakliga føri mini sjónarmið fram. Ti haldi eg ikki at tað er nøkur grund fyri at vera sakligur í hesum máli "Tá Landsstýris- bólkurin fekk valdið, lurtaðu teir ikki longur eftir tingbólkinum" "Sum sagt, so noyðist eg at gera vart við hetta, hóast tað er móti míni náttúru"