hósdagur 8. august 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 8 august 1991.
Hesar kommunur
skylda mest
Slakar 1500 milliónir skylda okkara 48 kommunur
tilsamans. Henda skuld er í miðal 2,33 ferðir tað,
sum kemur inn í kommunuskatti. Hesi tól eru fyri
1990 og eru enn stórri enn tey vóru í 1989. Tá
skyldaðu kommunurnar tilsamans 1435 milliónir
ella 2,15 ferðir kommunuskattin. Skuldin, her er
talan um, er nettoskuld.
Skuldin, kommunurnar hava, svarar til, at
kommunurnar hava í miðal skuldabundið hvønn
borgara fyri 31.515 krónur í 1990 í mun til 30.042
krónur í 1989.
Her er eitt yvirlit yvir tær 25 kommunurnar, sum
skylda mest. Talið aftanfyri sigur frá hvussu mikið
kommunan hevur skuldabundið hvønn íbúgva fyri:
Oyndarfjarðar Kommuna skyldar mest í mun til
fólkatalið
Oyndarfjarðar ......... ... 73.822
Sands ... 2267.562
Skála ........ 52.187
Leirvíkar ... 851.240
Vestmanna ...... . . 50.748
Tvøroyrar .. .......... ...50.865
Miðvágs ......................45.820
Vágs ss44.517
Húsavíkar ....... el42.847
Porkeris ........40.013
Viðareiðis .........39.696
Runavikar 2%37.541
Argja ........... 235.699
Sørvågs ..............35.607
Klaksvíkar .....................35.359
Sunda ........ .. 84.329
Skopuner ............ +++ 92.700
Fuglafjarðar ....................32.564
Gøtu. ......... ll. . . 80.939
Hovs..... I .. 28.667
Tórshaynar „s.s 27.837
Elduvíkar .............. .. 25.347
Haldórsvíkar ........... . 24.208
Hvannasunds .......... . 21.123
Hvalvikar . 20.968
Síða 7
449 fólk eru higartil í ár flutt úr einari kommunu í aðra i
Føroyum. Ur ødrum kommunum í Føroyum fluttu 138
fólk til Havnar og 56 til Argjar
aftur
Nú veksur
fólkatalið
Nú búgva 47.504 fólk í Føroy-
um, 58 fleiri enn vid årsbyrjan
Sidani fyrst i sjeytiårunum
er fólkatalið i Føroyum
vaksid vid millum 400 og
600 félkum um årid, men
fyri tveimum árum síðani
fekk pípan annað ljóð. Í
1989 byrjaðu fólk at flyta
av landinum, men burðar-
avlopið hetta árið gjørdi
kortini, at fólkatalið
minkaði ikki. Men tað
gjørdi tað í fjør. Tá
minkaði fólkatalið í
Føroyum við 390. Hetta
fyrstu ferð í nýggjari tíð.
Men nú tykist talið at
koma eitt sindur uppaftur,
og higartil í ár er fólkatalið
vaksið við 58. Hetta vil
kortini ikki siga, at før-
oyingar ikki longur fara av
landinum. Tað gera teir, og
hartil nógv fleiri enn teir,
sum koma higar.
Flyta av landinum
Higartil í ár eru 482
føroyingar fluttir av
landinum og 321 eru
komin higar uttanífrá. 225
eru farin uttanlands úr
Havn og 147 komin í
staðin.
Annars er ikki óvaligt, at
fólk flyta úr eini kommunu
í aðra. Higartil í ár eru ikki
færri enn 449 fólk flutt úr
síni kommunu í Føroyum
fyri at búseta seg í eina
aðra.
130 fólk eru flutt úr
Havn og 138 komin.
Størstu tilflyting av teim-
um stórru kommununum
at rokna í mun til fólka-
talið hevur Argja komm-
una, har 33 fluttu úr
kommununi og 56 í hana.
Tilsvarandi størstu frá-
flyting var í Vágs Komm-
unu, har sjey fluttu til og
24 úr fyri at búseta seg á
aðrari kommunu í Føroy-
um.
tór.-
Hesar kommunur
eiga mest
Eru kommunur, sum skylda pengar, so eru eisini tær,
sum eiga pengar tilgóða.
Atta av teimum 48 føroysku kommununum eiga
pengar til góða. Best er Fugloyar Kommuna fyri.
Hon eigur stivliga 22.000 krónur roknað fyri hvønn
íbúgva í kommununi.
Hesar átta kommunumar eru best fyri. Aftanfyri
kommunuheitið er viðmerkt hvussu stór nettoognin
er fyri hvønn íbúgva:
Fugloyar kommuna eigur mest pengar til góða
Fugloyar 22.331
Hests 17.495
Skálavíkar 7.138
Svínoyar 6.765
Kunoyar 6.050
Fámjins 4.566
Bíggjar 2.431
Gjáar 1.026
Tær komunur, sum skylda minst, eru hesar.
Aftanfyri kommunuheitið er viðmerkt hvussu nógv
nettoskuldin hjá kommununi er fyri hvønn íbúgvan:
Nólsoyar 1.429
Eiðis 8.200
Kvívíkar 9.960
Mikladals 13.467
Sumbiar 14.245
Funnings 14.929
Hósvíkar 15.125
Kollafjarðar 16.142
Sandavágs 16.330
Hvalbiar 17.270
Nes 18.106
Húsar 19.057
Sjóar 19.149
Skúvoyar 19.271