mikudagur 21. august 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 151 — 21. august 1991 -
Tey fýra sløgini av heilivági
Sum kanningin fevnir um
Nýtslan av vanligum svgvnheilivági
eftir kyn og aldur
600
Mynd 1
Menn
Kvinnur
Nýtslan av vanligum nervaheilivági
eftir kyn og aldur
Menn
Kvinnur
Nýtslan av heilivági fyri sinnissjúku
eftir kyn og aldur
Menn
Kvinnur
Nýtslan av heilivági fyri tunglyndi
eftir kyn og aldur
65-
74
75+
Menn
Kvinnur
eisini gjørt sær hugsanir
um hvør orsøkin kann vera
til stóra nýtslu av heilivågi,
og hvat kann gerast fyri at
tálma hesi nýtslu.
Um hetta vísa teir
millum annað á tær
hugsanir, sum hava verið
frammi, um tað almenna
skal gera sítt til at tálma
nýtsluna. Sjúkrakassin
hevur tikið burtur stuðulin
til vanligan nerva- og
svgvnheilivág, og aðra-
staðni hevur verið roynt
við upplýsandi tiltøkum
sum vísa seg at hava eina
ávísa ávirkan á fólk eina
tíð.
Prísurin hevur eisini
nakað at siga, soleiðis at
øktur prísur minkar um
nýtsluna. Tó soleiðis, at
nakað av nýtsluni so flytur
yvir í aðrar bólkar av
heilivági, sum framvegis
fáa stuðul.
Tey ymisku
áhugamálini
-Skal hugsast um at
tálma hesi nýtslu má ein
fyrst hyggja eftir, hvussu
áhugamálini síggja út hjá
teimum pørtum, sum
kunnu verða innblandaðir.
Her kunnu nevnast:
Framleiðsluliðið/heilsgluli
did, læknarnir og apoteks-
verkið, brúkararnir, land-
sins stýri og sjúkrakassar-
nir. Áhugamálini hjá hes-
um ymsu bólkum kunnu
vera samanfallandi ella
stríða móti hvørjum Ødr-
um. Út frá einum fakligum
sjónarmiði vil ein helst
hugsa sær, at heilivágur
verður brúktur so neyvt
sum gjørligt, t.v.s. fyri
ávísar sjúkur ella brek, og
ikki fyri hvat sum helst.
Av serligum vandabólk-
um verður hugsað um tey,
sum eru stórbrúkarar út um
rímiligt mark, og so um
misnýtarar, siga August G.
Wang og Richard Schwart-
son sum halda tað vera eitt
sindur hættisligt, at eldri
fólk fáa so nógvan heili-
vág, tí tey tola hann ikki
altíð so væl.
Stýring ella ávirka
hugburðin
Um hvussu hetta kann
gerast siga teir:
-Styring av hvør heilivágur
skal loyvast. Stýring av
upplýsan og lýsingum frá
framleiðsluliðinum. Stýr-
ing av reseptskriving hjá
læknunum. Ávirkan á
hugburð læknanna. Stýring
av atgongd til heilivág hjá
brúkarunum. Stýring av
prísum og ávirkan á hug-
burð brúkaranna.
August G. Wang og Ric-
hard Schwartson halda, at
ein tálming av heilivágs-
nýtsluni krevur, at fleiri av
hesum møguleikum verða
troyttir samstundis.
Vísindagrunnur Føroya
Sparikassans hevur stuðla
kanningina.
Føroyskir radioamatørar halda til Yviri við Strond. Teir fáa mangan vitjan av
útlendskum radioamatørum, sum ivaleyst verða alt fleiri sum koma higar
Feroyar eitt áhugavert
øki hjá radioamatørum
Radioamatørar, sum senda úr Føroyum, verða betur
hoyrdir tí teir senda úr einum sjáldsamum øki.
Roknað verður við,
radioamatørar koma higar
Tað vóru ikki njósnarar frá
KGB ella aðrastaðni, sum
seinastu tíðina hava hildið
til í einum húsum á
Økrum, hóast tað eftir
øllum antennunum omaná
og uttanum kundi bent so
á. Tað vóru bretskir radio-
amatørar, sum vóru kom-
nir higar at royna sína sera
framkomnu og rúgvus-
miklu útgerð.
Eftir at ávís lond tóku
seg saman í telesamstarv -
sokallaða CEPT avtalan -
er ikki neyðugt hjá teim-
um, sum hava CEPT-loyvi
at søkja um sendiloyvi í
limalondunum.
Vit hava skilt å lagnum,
at Føroyar eru eitt sera
åhugavert øki hjå radio-
amatørum at senda úr.
Sagt verður, at sendir ein
radioamatørur úr Føroyum,
hava aðrir radioamatørar
kring heimin størri åhuga
at svara aftur i mun til um
at alt fleiri
utlendskir
hann sendir av meginland-
inum. Fyri radioamatørar
eru Føroyar sostatt spenn-
andi og sjåldsamar, og
roknað verður tí við, at alt
fleiri útlendskir radioama-
tørar fara at leita hendan-
vegin.
Ikki minst í samband við
altjóða kappingar. Tá
ræður jú um at fáa
samband við so mong sum
gjørligt.
tór.-
Adventistaskúlin 25 ár
Adventistaskúlin við Hoy-
víksvegin í Havn hevur í
hesum døgum 25 ár á baki.
Í hesum sambandi hevur
skúlin givið út eitt lítið rit
um skúlans virki og søgu
hesi 25 árini, og sunnu-
dagin verður skipað fyri
fødingardagssamkomu.
I fyrireikingarnevndini
fyri skúlan vóru fyri stív-
40
=
SF
ere
Myndin er úr fødingardagsritinum hjá Adventistaskúlanum. Næmingar i skúlagarðin-
liga fjórðingsgld síðani
vald Niels Niclasen, Niels
Jóhannes Viderg og John
Sivertsen, sum var for-
maður. Teir fingu gjørt
avtalu við Tórshavnar
Kommunu um at fáa eitt
grundøki, har fyrst skúlin,
og seinri kirkjan, vóru
bygd á.
Hesi 25 árini, skúlin
um. Vinstrumegin skúlin og aftan fyri sæst kirkjan
hevur virkað, hevur skúlin
havt fýra leiðarar. Fyrstu
árini Hallgerð Sivertsen,
síðani koma Frits Jager, so
Viggo Jørgensen og núver-
andi skúlaleiðari Janne
Schantz Johnsson.
Í skúlanum ganga í dag
70 næmingar.
tór.-