mikudagur 21. august 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið sosjalurin 1 MB, 21. august 1991
Umbodid hevur
onga ábyrgd
Jógvan Mørkøre, lastbilaeigari:
Stevnir nú
Johs. Berg
Jógvan Mørkøre, last-
bilaeigari í Hósvík,
stevnir nú Jóhannesi Berg
eftir 140.000 krónum.
Málið, ið áður hevur ver-
ið gjølla umrøtt í blað-
num, snýr seg um eina
peningatrygd uppá nevndu
upphædd, sum varð løgd
í fútarættin sum trygd
fyri eina umvæling.
Hvør skal gjalda?
Tvídráttur var millum
lastbilaeigaran og bilselj-
aran um, hvgr skuldi
gjalda umvælingina. Tí-
skil gingu partarnir undir
eina rættarsemju, ið gekk
út uppá, at teir hvør í
sínum lagi skuldu leggja
trygd fyri umvælingina í
fútarættin til rætturin
hevði gjørt av, hver
teirra skuldi gjalda.
Rætturin kom til ta
niðurstøðu, at partafel-
agið hjá Jóhs. Berg, ið
umboðaði Scania, skuldi
gjalda umvælingina. So-
statt kundi hósvíking-
urin, sum hevði lagt út,
fara eftir trygdini, sum
Jóhs. Berg hevði sett.
Sum døgg fyri Sól
Men trygdin var horvin
sum døgg fyri sól, tí
Jóhannes Berg hevði tikið
peningin út. Síðani hevur
verið kjakast fyri opnum
teppi um, hvussu hetta
kundi koma fyri.
- Tað er mær líka mik-
ið, hver er atvoldin til,
at trygdin hvarv, sigur
Jógvan Mørkøre, ið hevur
lagt út fyri umvælingina,
eg skal bara hava teir
peningin, sum eg eigi.
Einasti mátin at fáa
hendur á teimum er at
stevna, og eftir ráðum frá
advokati sínum Pålli
Nielsen verður Jóhs. Berg
persónliga stevndur.
Scania-krøv
Hjå Scania-partafelagnum
hjá Jóhs. Berg er einki at
fara eftir, tí tað er farið
av knóranum. Scania Dan-
mark hevur tó í brævi til
Jóhs Berg 15. februar
sagt, at tað >forventer, at
indgáede aftaler (...) bli-
ver overholdt, ogsá selv
om aftalerne er indgået
med mellem Deres tidli-
gere selskaber og kunder
før december 1990«.
Stevningin er latin inn,
men rættarmålid er ikki
dagsett enn.
ówh
Eitt mál í landsrættinum
í gjár er gott dómi um,
at tað er alt meira neyð-
ugt at gera formligar av-
talur í viðurskiftum her
á landi. Ikki so nógv tí
nakar eyðgivið hevði
brotið nakra avtalu, men
tí teir tríggir innbland-
aðu partarnir dagligt
høvdu so nógv sinamili-
um samskifti, at tað eft-
irsidan var ógreitt, hvør
hevði ábyrgdina av hvørj-
um.
Nýggjar motorar
Málið snúði seg um út-
skifting av motorum á
fyrrverandi alginatbåt-
inum Snæbjørn, sum nú
eitur Lamba Jørgin.
Partafelagið Ritudalur í
Miðvági keypti bátin í
januar 1988, og hann
verður í dag brúktur til
snelluveiðu.
Upprunaliga var ætl-
anin at umvæla motorar-
nar. Farið varð eisini
undir umvælingina hjá
J.K. Joensen í Miðvági,
sum eisini hevur bygt
båtin. Men motorarnir
véru i so vånaligum
standi, at P/f Ritudalur
ték av, tå føroyska
MYM Deutz-umboðið
Jóhann Magnussen i
Miðvági bjóðaði teimum
tveir nýggjar motorar av
sama merki sum teir
gomlu, men stérri;
gomlu motoramir skuldu
latast í býti og felagið
skuldi fáa endurgoldið
nýggju eykalutirnar, tað
hevði keypt til gamla
motorin.
Vatn í motorarnar
P/f Ritudalur bað J.K.
Joensen seta motorarnar í
og serliga hava eftirlit
við, at hydraulikkurin var
í lagi; J.K. Joensen, ið
áður hevði MVM Deutz-
umboðið í Føroyum,
hevði vanliga sett Deutz-
motorar í skip. Í hesum
fóri var talan um tveir
motorar, sum fingu
skrúvuna at mala gjøgn-
um eitt hydrauliskt sam-
band (vatnskipan).
Hevði alt spælt væl av,
so var sýgan ikki longri.
Men dagin eftir at mot-
orarnir vóru settir í
gongd fyrstu ferð, var
vatn komið í teir. Fyrst
var hildið, at tað var hent
undir flyting, og Jóhann
Magnussen hevði latið
orð falla um, at so tók
Deutz ábyrgdina. Men
søgan endurtók seg, tá
motorarnir vórðu settir í
gong, eftir at vera tómdir
fyri vatn, so orsgkin
mátti vera ein onnur.
Tvey mistøk
Orsøkirnar vistu seg eft-
irsidan at vera tvær.
Onnur tann, at kølivatns-
slanguni varð nýtt sum
útstoyt; hin at eingin
ventilur var á, sum forð-
aði ødrum motorinum at
tórna, tá hin varð start-
aður. Avleiðingin av hes-
um varð, at 'restvatnið'
úr slanguni fór í motorin
kalda motorin. Hetta lat
seg bert gera, av tí at
ikki varð lagt upp fyri, at
nýggju motorarnir vóru
nógv størri, greiddi
Bjarni Joensen, táverandi
stjóri hjá J.K. Joensen frá
í landsrættinum. Tað var
ikki so trupult at skilja,
men tað kann væl henda,
at ikki verður gáa um tað.
Tað stutta av tí langa
er, at hetta hevði vid sær
eina dýrkandi umvæling
við sær; tað var hendan
pening MVM Deutz
vildi hava: reiðiliga
93.000 krónur. Men hvør
skuldi gjalda? Við ødrum
orðum: hvgr hevði á-
byrgdina av mistakinum?
Partarnir høvdu so tætt
samstarv ella sóu ongan
trupulleika í uppgávuni,
at teir høvdu ongar skriv-
ligar avtalur, - hvørki
um ísetanina ella eftir-
fylgjandi umvælingina.
Eftir at Jóhann Magnus-
sen hevði starvast hjá
J.K. í fimtan ár, yvirtók
hann MVM Deutz-um-
boðið frá J.K., men fór
ikki longur enn so, at
motorfyritøkan leigaði
hóli til eykalutir frá
J.K., har Jóhann Magnus-
sen sostatt framvegis
hevði sína dagligu gongd,
eisini meðan hetta arbeiði
fór fram.
Leingi og dýrt er tað,
ið væl skal vera, máttu
eigararnir av Snæbirni
enn eina ferd sanna.
Landsrætturin staðfesti
dómin hjá Føroya
Rætti
>lkki eg...!<
>MVM Deutz<, segði
P/f Ritudalur, tí tað var
teirra maður, Jóhann
Magnussen, ið hevði yv-
irumsjón við umvæling-
ini, og tað var eisini
hann, sum kom við upp-
skotinum at brúka køli-
vatnsslanguna sum út-
stoyt. Øll ivamál vóru
avgjórd í samráð við
hann.
>MVM Deutz<, segði
J.K. Joensen, tí motor-
fyritókan brúkti bert
fólk frá J.K. til at gera
arbeiði fyri seg.
»J.K. Joensen<, søgdu
MVM Deutz og Jóhann
Magnussen. »MVM
Deutz-umboðið selur
bert motorar og eykalutir
og hevur ikki átikið sær
ábyrgd ella umsjónar-
skyldur í sambandi við
ísetan, og hartil hevur
J.K. sent Ritudali rokn-
ing fyri ísetanina, so tað
má merkja, at teir roknað
seg at hava ábyrgdina<,
segði Jóhann Magnussen,
ið legði dent á, at hann
talan var um vana og
vinatænastu, at hann var
uppii arbeiðnum á smið-
uni, men púra uttan á-
byrgd. Utstoytsuppskot-
ið var hansara, men bæði
J.K.-menn og Ritudals-
menn tóku undir, og
Framhald á síðu 15