mikudagur 21. august 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 151 — 21. august 1991
Ráðharrar eiga at
vera við í samar-
heiðnum í útnorði -
Herfyri hevði Tingmanna-
ráð Utnordur sína árliga
fund. Hann varð hildin í
Grønlandi. Ur Føroyum
luttóku sjey tingmenn. Ein
teirra var Niels Pauli
Danielsen, tingmaður úr
Kristiliga Fiskivinnu- og
Framsóknarflokkinum.
Niels Pauli Danielsen er
av teirri áskoðan, at sam-
arbeiðið millum londini í
útnorði hevur stóran týd-
ning. Men hann heldur, at
Teir sjey føroyingarnir á flogvøllinum i Narssaqssuak. Frá vinstru: Niels Pauli Danielsen, Christoffer Thomassen,
okkurt kundi verið ødrvisi
og betri. Við hesum sipar
hann til, at samarbeiðið er
alt ov óbindandi í løtuni.
Tað minnir ikki sért um
støduna hjá Norðurlanda
Ráðnum, tá hetta fór at
virka fyri mongum árum
síðani. Tá varð nevniliga
stór ónggd við, at ráðið
mest var at javnmeta við
ein óbindandi tjakklubba.
Har vóru so eisini bert
tingmenn við og eingir
ráðharrar. Hetta varð
seinni broytt, soleiðis at
ráðharrar við ábyrgd
komu beinleiðis upp í
arbeiði í Norðurlanda
Ráðnum og harvið góvu
Ráðnum eina nýggja og
týdningarmikla
dimensión.
-Hetta haldi eg eisini vit
í Tingmannarådi Utnorð-
urs eiga at taka til viðgerð-
ar, soleiðis, at tað í fram-
tíðini eisini vera ráðharrar
Nakrir av feroyingunum á »Brattahlid« frammanfyri minnisvarðanum fyri Eiriki
Reyða saman við donskum »guide« og svenskum flogskipara.
rr
Jógvan á Lakjuni, Lasse Klein, Vilhelm Johannesen, Signar Hansen og Jógvan I. Olsen.
Vilhelm Johannesen og Niels Pauli Danielsen tala við hin gamla kateketin saman við
Jónathan Motzfeldt í fiskibygdini Eqalugarsuit á oynni Kangeq
við í arbeiðinum og á árs-
fundunum.
Meira sum andstøda
-Fingu vit stjórnarleiðarar
við á hesar fundir, tá fingu
vit meiri aktualitet inn í
arbeiði, nú teirra úttalilsi
eru meira pliktandi. Tað
eru jú teir, sum sita við
ábyrgdini. Sum nú er
virkar ráðið kanska meira
sum eitt slag av andstødu
til verandi stýri, og tað
kann ikki vera meiningin.
Latið okkum tí fáa hetta
broytt, soleiðis at vit fáa
eitt Utnorðurráð við bæði
tingmonnum og ráðharr-
um.
Niels Pauli Danielsen
heldur annars, at tað er
gott at londini í útnoðri
kunnu hittast. Hann vísir
á, at føroyingar í dag fáa
stórt good-will frá íslend-
ingum, nú vit kunnu veiða
hjá teimum. Hann heldur
tað tí hevur stóran týd-
ning, at vit meta m.a.
íslendingum í einum
forum, har teir eru tann
stóra tjóðin, og at teir har
hava eina kenslu av, at teir
hava týdning fyri okkum
sum minni tjóð. Í
- Vit vita eisini, at Ísland
hevur traditión fyri at vísa
smærri tjóðum ans og at
hava samkifti við smærri
tjóðir og kann eg her um-
framt sóman mótvegis
okkum føroyingum eisini
vísa til tey baltisku lond-
ini.
EF
Niels Pauli Danielsen
heldur, at vit føroyingar
eiga at fylgja væl við
gongdini í
samráðingunum millum
EF og eitt nú Island og
Noreg. Hetta er eisini
nakað vit eiga at hava í
huganum í sambandi við
samstarvið í útnorði.
Sjálvur ivast hann stórliga
í, hvussu vit føroyingar
kunnu klára okkum uttan
fyri EF, um so er, at
Island og Noreg fara uppí.
-Men soleingi tað ikki
er aktuelt við limaskapi
hjå Islandi og Noreg er
spurningurin uttan åhuga
fyri okkum sigur hann.
Hann heldur, at skulu vit
lata sjógki til aðrar sum
partur av limaskapi, tå
kann slikur als ikki koma
uppå tal.
-Men tann dag islend-
ingar og norðmenn fara
uppí, tá vil eg síggja teir
føroyingar, sum vilja
gjalda fyri at vera uttan-
fyri. Eg trúgvi tó ikki, at
Island fer at lata nakað av
sínum sjógki fyri at gerast
limur í EF.
Annars heldur Niels
Pauli Danielsen, at avtalan
føroyingar hava gjørt við
EF er betri enn tann, sum
var. Hann er tó ikki heilt
nøgdur við allar partar av
henni.
Loyvi til laksafiskiskap kom í gildi tann dagin, feroy-
ingarnir vitjaðu á oynni »Kangeq«, har Jonathan Motz-
feldt tók ein laks og vísti Niels Paula Danielsen.