leygardagur 24. august 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 í
SEV-stjórin ger viðmerkingar til vindmylnumálið:
Vindorkuroyndir
eitt politiskt krav
-Tað er nóg mikið av elorku og mátti tøkt í meginøkinum
næstu 5-8 árini, og vindorkan er enn ov dýr samanborið við
okkara alternativ, men tað er eitt politiskt krav at gera
framhaldandi royndir nú skrivar Klæmint Weihe í
viðmerkingunum til vindmylnumálið. Hann sigur, at SEV
hevur tikið av einum tilboði frå J.K. Joensen & Soni um keyp
av eini vindmyllu.
Gongdin higartil:
Seinastu tíggju árini hev-
ur hetta verið eitt mál,
sum stovnar og einstak-
lingar hava sýnt stóran
áhuga. Tað eydnaðist ikki
fyrrverandi ídnaðarráð-
gevara at tvinga lands-
myndugleikarnar at
byrja, soleiðis sum hann
ynskti — tað hevði kostað
dýrt. Ístaðin varð tað
Orkuráðin, sum fekk upp-
gávuna at kanna nýtslu
av vindorku í Feroyum.
Bygt á vindmátingar í
fleiri ár og praktiskar
royndir á Vesturtúgvu
hevur ráðið nú sent Fer-
oya Landsstýri tilmæli
um >Vindorkumeguleikar
í Føroyum«. Sagt verður
m.a.
1. >Eingin mylla hevur
enn staðið sína roynd í
Føroyum«. Hetta hev-
ur privat vinnufyri-
teka síðani eisini ásan-
nað.
»Ein vindmylla skal
ikki kosta meira enn
6.000 -8.000 kr. /KW.«
Grundå á tey tilboð
SEV hevur fingið,
verður útbyggingar-
kostnaðurin umleið
15.000,- kr /kWh.
3. »Umleid 30 myllur
kunnu setast upp i Før-
bo
oyum«. Tað er nógv
sum bendir á, at hetta
talið er í hægra lagi.
4. „Ráðið kann ikki vid
mæla at seta upp nógv-
ar vindmyllur í Feroy-
um, fyrr enn myllan
lýkur krevini, sum eiga
at verða sett«.
Her verður helst sip-
að til, at ein donsk
standard mylla ikki
hevur lív lagað í Føroy-
um.
Í hevuðsheitinum eru
vit samdir við Orkuráðið í
niðursteðunum.
Umsókn frá
VESTAS
Aftaná at umboð fyri
VESTAS vóru i Føroyum
å våri 1990, fekk SEV eina
umsókn um loyvi at binda
2x5 vindmyllur í netið.
Málið varð viðgjert av
leiðslu og stýri, sum tóku
ta avgerð fyribils ikki at
loyva íbinding av fleiri
myllum.
Grundarlagið fyri hesi
avgerð varð:
1. Endurgjaldið sum
VESTAS kravdi fyri
framleiðsluna
(0,70-0,80 kr./kWh) var
alt ov høgt, ti oljukost-
nadurin at framleida
somu orku å
to
Sundsverkinum er bert
0,32 kr./kWh.
Tað at danir fáa
orkuavgjaldið endur-
goldið (0,40 kr/kWh)
frá tí almenna, um-
framt 0,35 kr./kWh frá
elfeløgunum ger, at
vindorka kann gerast
lenandi í Danmark.
Staturin hevur harum-
framt stuðlað hesi
vinnu við fleiri hundr-
að mió. kr.
Hesi viðurskifti eru
ikki galdandi í Feroy-
um og tí heldur ikki
sambærilig.
Feroyska elkervið er
elektriskt ov veikt á
mongum steðum til at
íbinda 1,2 MW vind-
orku. Spenningar-
góðskan hjá elnýtara-
num skal ikki gerast
verri av, at vindmyllur
eru í økinum.
Tá ið nú umboð fyri
VESTAS í blødunum siga,
at teir við 10 vindmyllum
(4 GWh) á føroyska elneti-
num, ella umleið 2% av
framleiðsluni kunna min-
ka føroyska elprísin niður
í helvt, kundi ein freistast
til at tikið teir upp á orðið.
Pástandurin er tó so veru-
leikafjarur, at best er at
lata verða.
Gera egnar royndir:
Tað er sjálvandi neyðugt
at spyrja, hví SEV yvir-
hevur hugsa um vind-
orku, tá tað búskaparliga
og tekniskt liggur so illa
fyri. Svarið er einfalt tað,
at frá politiskari síðu inn-
anhýsis go í Landsstýri-
num eru ynskir um, at
royndi framhaldandi
verða gjerdar. Rættast
hevði verið, um lands-
myndugleikarnir hildu
áfram við royndum sín-
um, soleiðis at elnýtarin
ikki eisini verður tyngdur
av hesi útreiðslu við hægri
elprísi.
Men sum skilst, verður
tað ikki so, tí hevur licita-
tion verið um fyrstu vind-
mylluna til SEV. Fýra
fyritøkur hava givið bod,
tær eru VESTAS, NORD-
TANK, MICON og J. K.
Joensen & Sonur. Tvær
teirra vórðu útvaldar til
nærri kanningar. Steðan
júst nú er tann, at reali-
Nr. 154 — 24. august 1991 |
tetssamráðingar eru byrj-
aðar við feroysku fyri-
tøkuna J. K. Joensen &
Sonur, sum hevdi lægsta
bod. Kunnu teir låka krøv-
ini til trygd v.m., soleidis
at SEV ikki hevur nakra
åbyrgd, fyrr enn teir hava
prógvað, at myllan lýkur
sett krev, verður sáttmáli
helst skrivaður.
Samandráttur:
Vindur er nógvur og vind-
mylluteknifreðin verður
betri sum tíðin fer. Hver
veit um ikki ein partur av
føroysku elnýtsluni ein
dag, kann framleidast vid
vindorku. Sum er, er nog
mikid av elorku og måtti
tøkt i megingkinum
næstu 5-8 årini, og vind-
orkan er enn ov dyr sam-
anborið við okkara al-
ternativ, men tað er eitt
politiskt krav at gera
framhaldandi royndir nú.
Tórsh, 22.8.1991
Klæmint Weihe
prentsmiðjan
ið greiðir allar
prentlutir tygara
frá smáprenti
til dygdargott
fleirlitað prent
við royndum fakfólki
ið eisini
vegleiðir tygum
við hugskotsarbeiðnum
SAMALSGØTA 4
TLF 18142 POSTSMOGA 1344
110 TORSHAVN
Sjúkrahúsið i Eysturoynni
Undirritadi loyvir sær vid
hesum at minna å skriv-
ini, sum eru send um sjúk-
rahúsið millum Fjarða.
Undirritaði kann ikki
góðtaka svarið frá 26.
mars 1986. Hetta svar
kom sama dag, sum ráð-
leggingarnevndin varð
vald, og kann tí eingin við-
gerð verða farin fram av
sjálvum málinum.
Undirritaði krevur, at
málið verður vidgjørt á ein
semuligan hátt, og at
hetta mál verður til tikið
til viðgerðar sum skjótast.
Vinarligar heilsanir
Viggo Holm, Skála
Heimast
ýrislógin
Í samband við umreðu av
løgmansrøduni, varð sum
ikki einaferð skotið eftir
heimastýrislógini og
hennara samráðingum. Í
hesum sambandi er ikki
av leið at skjóta inn, at
teir løgtingsmenn, ið fóru
til Keypmannahavnar til
heimastýrissamráðingar,
vóru fyri Fólkaflokkin:
Th. Petersen og Poul Pet-
ersen. Fyri Sambands-
flokkin: Johan Poulsen og
Kristian Djurhuus. Fyri
Javnaðarflokkin: P. M.
Dam og Jákup Fr. Øre-
gaard, og fyri Sjálvstýris-
flokkin: Louis Zacharia-
sen, sum við valið í '46 var
valdur á Javnaðarlista-
num í Klaksvík. — Nakað
er tó um, at Louis var ikki
við til samráðingar.
Tað er nú so, at tíðin
stendur ikki í stað, og so-
statt einki legið, um
heimastýrislógin aftaná
trý og fjøruti ár verður
endurskoðað, uttan tó at
verða »kulegravet«.
Legið sum hamskiftið er
vorðið millum javnaðar-
tingfólk — og so sjálvstýr-
ishugað tey eru — at eing-
in munur kenst longur
millum loysingarflokkar
og Javnaðarflokkin, sum
áður var ein dyggur sam-
ríkisflokkur.
D. J. Sørensen