Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. | Landsstýrið einki arbeidsplåss skapt enn! Vit vóru mong, sum vóru rættuliga ivasom, tá tað kom upp, at javnaðar- flokkurin skuldi í landsstýrissamgongu við Fólkaflokkin. Hesin hevði altíð verið mótpolur okkara og tí var hetta ein seigur biti. Men havandi í huga, hvussu láturliga flokkarnir í undanfarnu samgongu upp- førdu seg, so kundi skommin ikki verða stórri, um vit so valdu samband, tjóð- veldi, fólkaflokk ella fyri ikki at tala um hinar báðar. Onkran skuldu vit velja! Tí hugsaðu vit sum so, at hetta kanska var eina roynd vert fyri at fáa skil á aftur í landinum og fyri at fáa arbeiðsfrið á politiska vigvøllinum. Javnadarflokkurin fór til val upp á at fáa samfelagshjólini at mala aftur. Skipast skuldi soleiðis fyri, at arbeiði varð til allar vinnufgrar hendur. Nú landsstýrið næstan hevur sitið í trý fjeringsár, kunnu vit spyrja, hvussu gingist hevur? Skuffað mugu vit síggja veruleikan í eyguni: Arbeiðsloysið versnar fyri hvgnn dag og landsstýrið hevur púrt einki arbeiðspláss skapt! Tvørtur ímóti! Tá samgongan var skipað, lovaðu vit í SU at vit skuldu vera ringa samvitskan hjá Javnaðarflokkinum. Vit skuldu skumpa undir, koyra á og royna at halda flokkinum á javnaðarkósini, tá vit hildu at hann slakaði ov nógv. Hetta lovaðu vit og hetta vilja vit gera. Vit vilja ikki vera við til at fra ein kompromispolitikk, sum førir vid sær at túsundavís av føroyingum skulu ganga vinnuleysir - harav stórur partur av ungdóminum. Størsta uppgávan hjá landsstýrinum í dag, er at fáa bilbukt við arbeiðsloysi- num. Tí mugu onnur mál, so sum at fáa danskar lógir at virka skjótari í Føroyum, at fáa føroyskt koyrikort o. s. fr., leggjast til viks - tey eru peanuts. Stødan er katastrofal - vit kunnu ikki bara sita og hyggja, meðan fólk mugu rýma frá húsi og heimi undan pantifúta- num. Tað allar minsta vit kunnu krevja av einum landsstýri, har Javnaðarflokkurin er í meiriluta, er at arbeiðsskapandi til- tók vera sett í verk beinanvegin. Vallyfti so sum "arbeiði til allar hendur" forplikta. So okkara heilsan til landsstýrið skal vera: "Brótið upp ermar!" Eirikur Lindenskov Berg Leygardagur 24. august 1991 Alt meðan andstødan li ur og steinsvevur: Sosialistiskum Málgagn hjá Teir gera Havnina til eitt personligt imperium - F ólkaflokkurin í i Havn, við borgarstjóranum á á odda, hevur seinastu 10 árini miðvíst bygt upp eitt dynasty í Havn. Sam- stundis er kontoin til umboðan vaksin við risalopum. Men havnarfólk vilja hava fyrimyndir - onkran at síggja upp til. Í hvussu er tann helvtin, sum velur Fólkaflokkin. Hin helvtin kann so bara royna at vakja andstýðuna..." havnarmaður m.a. Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um, at Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at selja burtur av ognum sínum. At Tórshavnar kommuna er í trongstødu fíggjar- liga, undrar helst ongan, men áhugavert er at síggja, at leiðsla býarins fyrst og fremst ætlar at selja tey smæstu húsini, har fólk búgva til leigu. Ov stravid at veita hjålp I hesum trongum tidum eru tað nógvir borgarar, sum uttan egnan vilja og åvirkan, koma í ófgri fíggjarliga og verða noyddir at fara frá húsi og heimi. Tá er gott at vita sær, at tað almenna, í hesum føri kommunan, kanska kann veita eina hjálpandi hond við at útvega fólki tak yvir høvdid, til tey koma fyri seg aftur. Men hesum er ov nógv stríð av og hetta er ov dýrt, meinar altso Tórshavnar Býráð. Standmynd á Gladehjørn Kommunan hevur havt ein vælumtóktan borgar- stjóra. Allir politiskir flokkar í býráðnum hava flirtrað og liftrað fyri hesum manni, hóast tað bert er sambandsflokkur- in, sum í løtuni er nóg góður at vera í krithúsi- num. Ja, núverandi sam- bandsmaðurin, Heðin Mortensen, var so al- tráður at fjeppast uppí teimum fínu, at hann skifti flokk fyri at koma í samgongu við borgar- stjóranum. - Við at selt móttókuhúsini í Tróndargótu heyði býráðið spart borgarunum fyri nógvar pengar... Hesin borgarstjórin hevur verið góður fyri Havnina, eru tað tey ið siga. Vit hava fingið nógvar urtapottar, góðar vegir 0. á. m. Jú, treyðugt so. Hann hevur farið so væl um pening borgaranna, at hann uttan at himprast kundi nýta yvir fimm milliónir upp á eitt garvilt flogvalla- projekt, sum ongantíð verður til nakað. Jú, so sanniliga ein góður mað- ur fyri Havnina!? Men vit hava so eisini fingið eitt nýtt kongarí- ki - eitt dynasti. Tað ein- asta sum vantar, er ein standmynd av borgar- stjóranum í gosbaðnum á Gladehjørn. Men henni syrgja helst fylgisneyt- arnir fyri, nú tá borgar- stjórin leggur frá sær. Kommunan hevur við hesum fingið ein stóran útreiðslupost afturat. Hettar er kontoin til umboðan. - til sjampanju, likør, konjakk, m6ttøku- hús, málningar, o. a. m. Jú, sanniliga skal ein hg- vuðsstaður hava virðilig umboð og verða virðiliga umboðaður úteftir - vit meina tað. Hver skal lyfta arvin Aðrenn hesin borgarstór- in kom framat, var annar borgmeistari, ið eisini var fólkafloksmaður. Men hann var hóast alt sum maðurin á gøtuni. Hann var ikki so upp- stáplaður at tú nærum fórt at biða autograf frá honum, um tú komst á tal við hann. Heldur ikki ein, sum tú vart serliga ovurerpin av at kenna. Nei, hann var sum tú og eg - munur á monnum. Nú hevur hgvuðsstað- urin fingið ein kong - ein kong, sum er álmáttug- ur, ein kong, sum eingin torir at siga ímóti. Spennandi verður at síggja hvør av fylgis- neytum hansara verður eftirmaðurin og hver megnar at lyfta arvin. Verður tað Jan?, Páll? ella kanska Heðin? (altso um hann tá hevur kon- verterað til fólkafloks- trúgv!) Seljið móttskuhúsið í Tréndargøtu Nei, um Havnin vil útvega sær inntøkur at , skrivar gjalda undirskotið á fíggjarlógini, so er tað ikki rætti vegurin, at selja smáu kroysirnar úti á Reyni. Heldur skuldu teir sett móttgkuhúsini hjá Trúgva í Tréndargøtu ovast á sølulistan, so høvdu teir fingið allar teir pengar inn, sum teir vænta at fáa við at selja fimm onnur hús. Eisini hevði hetta munað dyggiliga á útreiðslu- kontoini til umbodan. So kundu teir eisini selt målningarnar å uppbodi til hægstbjóðandi - um ikki annað, so kanska bert til havnarmenn?! Men nei. Hetta vilja teir ikki. Havnarfólk vilja hava onkran at síggja upp til. Í hvussu er tann slaka helvtin av havnarfólki, ið velur fólkaflokkin. Soleingi meginparturin av and- støduni steinsvevur hendir einki. Í andstøduni sita hóast alt seks fólk. Tórfinn ger ein vørr við hvert, men annars hava vit eina gelda andstødu, sum bara er har fyri at vera har. Borgmeistarin leggur frá sær og onkur av fylgis- neytum hansara fer at taka yvir sætið. Hann kann so víðari byggja upp sítt dynasti. Samstundis kann so hin helvtin av havnarfólki, sum ikki velur fólka- flokkin seta seg at rópa: TÓRFINN SKÁLA- LEIVUR, LEIVUR, KRISTIANNA, PETUR OG INGI, vaknið nú fór í ólukkan og arbeiðið saman. Tá kanska havnar- fólk gjøgnumskoda sjón- leikin! Havnarmaður