Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Var sorgarleikurin bert ein åvaring? Hopdråp í Vilnius meðan Gorbatjov svav - Eingin vildi taka ábyrgdina, tá sovjettiski herurin í januarmánaða gjørdi seg inn á sprettandi demokratiið í Litavia. Gorbatjov umbar seg og segði at hann svav. Vit hava fingið fatur á eini frágreiðing um hesar syndarligu tilburðrir. 15 fólk vórðu dripin og 164 særd. Frágreiðingina hevur Regina Stadalnikaite, programleiðari í Lita- viska sjónvarpinum skrivað. Viðmerkjast skal, at hetta er skrivað stutt eftir tilburðirnar, so ruðuleikin, ið nú valdar, verður ikki umrøddur: Týsdagur, 8. januar 1991. Tíðliga á morgni tysja fólk saman framman fyri tjóðartingsbygninginum í Litavia. "Príshækkanir" er evnið á skránni í ting- inum í dag. Viðurskift- ini eru spent. Klokkan 10.00 fer mannamúgvan yvir til útgongdina. Nøkur uppøst mótmæl- isfólk royna at berja sær veg inn í bygningin. Vatnkanónir verða vendar móti manna- mugvuni fyri at "kela" stemningin. Royndin eydnaðist ikki hesaferð. Inni í tjóðartingsbygn- einir hundrað tjóðartingslimir inginum royna ; ; at gera iogina um pris- hækkanina til einkis Tíðindi koma við ' 111 milt r i jøvnum millum dilum ut til ta uppeýstu múgvuna. manna Vidurskiftini gerast alsamt meiri spent. Tann rasandi mannamúgvan noktar at vera køld niður, sjålvt av teirra egnu leiðarum. Viðurskiftini lætna ikki fyrr enn sjálvur Vytau- tas Landsbergis tekur til orða fyri mannamúgvuni. Søki frið - finnið frið "- Vit eru noydd at tosa um viðurskiftini og við- gera tey gjølla. Greitt er, at vit mugu kunna tykkum meira og betur og hetta krevja vit av stjórnini. Eg biði tykkum um frið. Eg biði tykkum um at stóla upp á opinleika og ærligheit. Eg biði tykkum um frið millum íbúgvar so skulu vit finna henda frið." Sama dag leggur stjórnin frá sær. Ein av teimum trimum varða- formonnunum í tjóðar- tinginum, Kazimieras Motika, segði hetta um støduna: ". Vit hava frætt tey tíðindi í dag, at í Jonava og oðrum Litavskum býum eru ungdómar byrjaðir at savnast í bólkum. Eg biði borgarar í Vilnius og ødrum býum í Litavia um ikki at falla í fátt. Í dag var tað bert ein roynd. Tey lydningarmestu stigini verða tíkin komandi dagarnar." Herurin blandar seg Mikudagur, 9. januar 1991. Teir næstu dagar- nir prógva, at óttin hjá Kazimieras, tjóðartings- limi, var væl grundadur. Sovjettiski herurin er farin at blanda seg uppi. Seks stridsvognar, sum eru til reidar til bardaga, hava umringad sjónvarps- bygningin, hagani Litavi- ska sjónvarpið sendir. Samstundis verða gøtur- nar í Vilnius, Kaunas og ødrum býum fyltar við hernaðarligum akførum - tanks, stríðsvognar, og lastbilar við vápnaðum hermonnum. Avleiðingarnar av hes- um síggjast skjótt. Í Kaunas blokerar eitt her- naðarakfar vegin og førir hetta við sær, at ein bilur, við tveimum fam- iljum, koyrir inn undir akfarið. Ein kvinna doyr á staðnum, maðurin doyr nakrar fáar minuttir eftir. Tvey onnur av ferðafólkunum eru álvar- liga skadd. Í Vilnius koyrdi eitt tank á ein lastbil. Bil- førarin og eitt ferðafólk verða álvarsliga skadd. Eitt egnavitni segdi:”- Hasi tanksini koyrdu beint fram og ignoreraðu allar ferðslureglur. Koyrdu í skeivari síðu, rendi á ein lastbil og av- leiðingarnar eru ræðu ligar." Litaviska fólkið vil hava kommunistiska okið av sær. "Vónandi fara børn okkara at uppliva sama frælsi, sum foreldur okkara upplivdu fyri annan heimsbardaga,” er ynski hjá fleiri | litavum í dag. Á myndini sæst ein alvápnaður sov- Jetiskur hermaður Góðtaka íkki álopið í 1940 Hósdagur, 10. januar 1991. Klokkan 10. Á flogvøllinum í Vilnius fara tey í verkfall. Hóast tjóðartingið vrak- aði uppskotið um prís- hækkanir, eru fleir fyritøkur í Vilnius, sum beinleiðis hoyra undir Sovjettsamveldið, farnar í verkfall kortini. Verk- falsfólkið krevur at tjóðartingið leggur frá sær. Tað sær nú út sum, um hettar er byrjanin til eina væl tilrættislagda politiska ætlan. Hetta verður váttað av einum ultimatumi, frá Michail Gorbatjov til tað "non- exit Supreme Soviet of the Lithuanian SSR." Vytautas Landsbergis: "Sovjettiski forsætisråd- harrin krevur at ovasta sovjettin í Lýðveldinum Litavia alt fyri eitt viðurkennur, sum gyld- ugt er í Litavia, stjórn- arskipanina fyri USSR. Hettar er eitt treytar- leyst krav sum ovasta sovjettin í Litavia ikki vil góðtaka. Hon vil heldur ikki góðtaka, ella legalisera, hertøkuna og álopið, sum var framt í 1940, sum um hevði hon gloymt at onnur kon- gressin av USSR people's deputies fordømdi poli- tikkin hjá USSR tá." Verjið Tjóðartingið! Sama dagin vaks herurin um virksemið. Vápnaðar deildir løgdu kósina móti verjumálaráðnum. Um náttina hertóku deildir høvuds jarnbreyt- arstødina. 35 tok vid 20.000 ferðafólkum sleppa ongan veg. Eitt tok er við børnum frå Tjernobýl, sum hava verið og ferðast. Myndugleikarnir í Vilniusi veita fólkunum mat og aðra neyðútgerð. Borgarstjórin kemur á staðið: "Tokini eru tarnað, tí hernaðarakfór standa á jarnbreytini.” Dagurin minnir um várið 1990, tá harðskap- urin frá sovjettiska her- inum byrjaði, tá teir her- tóku bygningar. Alla- staðni úr landinum komu áheitanir til forsetan fyri tjóðartinginum at koma til tjóðartingsbygningin. Fólk komu allastaðni frá fyri at verja teirra tjóð- arting. Ætlað kvett Í einum av bygningunum hjá aðalstjórnini hjá Litavska kommunista- flokkinum, sum var her- tikin sidsta summar, sigur leidarin fyri CPSU i Litavia, Jupzas Jarma- lavichius, at ein tj68- skaparlig frelsunnar- nevnd er sett á stovn, sum ætlar at taka valdið. Hesin "leiðarin fyri Litavisku tj6dini" noktar at úttala seg til tidinda- fólk, sum hoyra til nevndina. Tað gerst nú greitt, at CPSU í Litavia arbeiðir saman við heri- num. Júst sum Prag í 1968 Fríggjadagur 11. januar 1991: Sovjettisku her- deildirnar halda fram og økja nú virksemið. Våpn-