Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

aðar herdeildir seta kós móti tíðindahúsinum. Ein norskur tíðindamað- ur, sum kláraði at filma hesar hendingarnar, hevði hesa frágreiðingina: "Hermenn síggjast, tað sær út sum um teir royna at stilla upp. Hetta er vanlig mannagongd tá teir gera rutinuvenjingar. Men tá hermenninir hava staðið eina løtu, hendir okurt, sum ikki minnir teg um eina vanliga her- naðarroynd. Hermenninir loypa ut og ganga beinleiðis móti tíðinda- húsinum. Tanks koma nú drønandi og vit renna - Hóast valdsharrar- nir í Moskva ætlaðu at knúsa spírandi fólkaræði í Litavia, so gjørdi fólkið stóra måtstødu. Her sæst ein byrging. Hetta minnir ikki sért um uppreisturin, ið nú var í Moskva. Myndin er tikin í Vilnius í januarmán- aði okkara veg, fyri ikki at verða koyrd yvir av teimum. Tað er ómggu- ligt at siga hvat henda kann. Áðrenn herdeildir- nar komu, merktu fólk við tíðindahúsið at okkurt fór at henda og tey vóru sera óttafull. Hermenninir eru fjáltur- stungnir. Tað er "beklagiligt", sjálvandi, at fyrsta skotið hjá herinum rakar orðið "word" á tíðindahúsi- num. Oberturin vil ikki tosa við nakran. Vit spurdu hann um hansara meining um tað, sum fór fram. Men hann hevði fingið ordrar um ikki at tosa við nakran. Eitt tanks kemur koyr- andi móti bakdyrnum fyri at styrkja um vaktahaldið, so eingin sleppur úr. Fólk krevja eina frágreiðing um hvat teir gera, men eingin svarar, tógn valdar - teir á hinari síðuni vilja ikki tosa við tey. Nú eru vit við høvuds- dyrnar. Hermenn royna at bróta sær veg inn gjógnum glasdyrnar, og skjótt síggja vit at teir blokera høvudsdyrnar við innbúgvi. Eftir hvat vitni søgdu seinni, sum høvdu verið inni, so bukaðu hermenninir eina kvinnu, sum arbeiddi har, og róku ell hini starvsfólkini burtur. Stødan innandura var serliga spent. Nú er greitt, at hetta als ikki er nøkur vanlig hernadarvenjing.” Nor- maðurin sigur at Evropa ikki hevur sæð slíkt síðan august 1968 í Prag í Tjekkoslovakia. ' (framhald) eli Dupultmoralur og rúsdrekka einaferð enn: Kunnu landsstýrismenn. - So kunnu vit eisini! - Ein av orsøkunum til at rúsdrekkalógin ikki enn er broytt, er at fóroyingar enn ikki vilja vidganga, at teir drekka. Fram- standi fólk billa sær inn, at vit mugu broyta rúsdrekkalógina, fyri at fáa fleiri ferðafólk hendavegin. Hetta er tað reina hum- bukk. Vit skulu hava eina fóroyska lóg fyri fóroyingar - tí tað eru hóast alt vit, ið skulu brúka hana! Rúsdrekkalógin hevur verið eitt evni, sum mangan verður havt á lofti. Hetta er eisini eitt mál, sum politikkarar okkara helst ikki vilja hoyra um. Tað er eitt eymt mál - eitt mál, sum kann vera "trupult" hjá politikkarum at taka stóðu til, tí teir vera noyddir at taka stødu, og tað kann sjálvsagt vera "trupult". Ólíka lættari er at sleppa undan at taka stóðu. Tí vilja nakrir av leiðandi politikkarum okkara heldur súlta málið í onkrari skuffu, enn at viðgera tað í álvara so vit fáa eina betri skipan. Tí, sum er hava vit onga skipan! Vit hava her í Bergmáli mangan vidgjørt evnið og SU hevur eina heilt greiða stóðu í hesum máli. Vit halda, at verandi skipan skal broytast soleiðis, at vit fáa eina almenna eink- arsølu, sum skal hava skipaðar sglubúðir kring landið, samstundis sum loyvi, eftir ávísum regl- um, verða givin til út- skeinking á matstovum og dansistødum. Slíkar skipanir kunnu fungera aðrastaðni, so tað má eisini bera til í Føroyum. Men at fáa politikkarar at gera nakað við hetta málið, hevur verið sum at geva hundi heitan greyt. Tú kanst bert drekka títt egna Sum kunnugt var málið fyri í løgtinginum fyrr í vár. Tá kom tyduliga fram, at summir poli- tikkarar bert vildu hava málið at rumbla við, meðan aðrir helst vildu sleppa undan at taka stóðu. Tó var onkur, ið vildi gera okkurt muna- gott. Føroyingar hava eisini verið vitni til, at løg- reglan umsíðir er farin undir at steingja ølklubb- ar. Teir tordu bara at steingja tveir - teir vóru "mest" ólógligir. Allir ølklubbar eru 6l6gligir, tað sigur lógin! Ti - verður gingið eftir lógini, so hevur tú jú bara loyvi til at drekka títt egna brennivín - t. e. tað sum tú sjálvur hevur bílagt úr Danmark! Havandi hettta í huga, so var tað bara heilt fantastiskt at síggja løg- mann, varaløgman, fiski- málaráðharran og aðrar leiðandi menn okkara, saman við nøkrum EF- garpum, herfyri standa og skála fyri opnum skíggja í Svf. Vit halda, at tað líkist svartasta ongum at lands- ins hægstu menn tíggja sær soleiðis við brenni- víni, tá teir ikki hirða at broyta rúsdrekkalóg okk- ara, so vanligi maðurin eisini við góðari sam- vitsku kann fáa sær eitt glas. Fyri føroyingar! - ikki til ferðafólk! Vit kunnu bert vóna, at marknadarnevnd Iøg- tingsins hevur gjørt eitt skilagott arbeiði, og - Um rætt skal vera rætt hava vit bert loyvi at drekka tað rúsdrekka, vit sjálv innflyta. Er tað so ikki ólógligt at bjóða ødrum ein lítlan? vónandi tora løgtings- menn at taka eina stødu, nú málið kemur fyri aftur = tingið. Vinna vónirnar vælvild, so fáa vit eina rúsdrekkaskipan í heyst - eina slíka hava vit ongantíð havt! Vónandi fara teir at gera okkum eina rús- drekkalóg fyri føroying- ar. Eingin kann ella má vera so býttur og naivur at halda, at vit mugu gera hetta, fyri at fáa fleiri ferðafólka hendavagin. Tað er meiri enn heim- fødisligt at halda so og hetta er eitt sera vánaligt argument. Eingin ferðamaður setist eftir, bara tí hann ikki fær eitt glas av víni á hotellinum. Nei, lógin skal gerast fyri okkara skyld. Vit kunnu akkurát tað sama viðganga, at vit nýta rúsdrekka og ikki, sum dupultmoralur okka- ra sigur - skylda upp á hini. Vit fingu sjón fyri ségn í Degi og Viku hetta kveldið: Landsstýr- ismenninir drekka sjålvir - so kunnu vit adrir før- oyingar eisini!