Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 154 — 24. august 1991 Fólkið hevur kraut breyð og sjónleik síð- ani rómverska tíð. Fundir, samkomur og leikir av ymsum slag er ovmikid av í Sov- jetsamveldinum beint nú. Hvat breyði viðvíkur, er væl fløktari. Fyri at býta samfelagskokuna meira rættvist sundur við áhugamálunum hjá teimum einstoku republikkunum í huga, var ætlanin at skriva Samveldissáttmálan undir 20. au- gust. Kvettið, sum varð framt dagin fyri, var ein roynd hjá teimum politisku myrk- ursmonnunum at nåpa sær ein størri bita av kokuni A 7 Ja, nú er hetta jú longu ollum kunnugt... 19. au- gust gjerdist Sovjetsam- veldið, har upploysingin av teimum politisku og samfelagsligu strukturun- um annars hevur gingið trekliga í nógv ár og ofta verið kám og óklár, brád- liga ein brennidepil á jorð- ini. Uppá tveir dagar fødd- ist og doyði ein nýggj stjórn, tann sonevnda Ríkisnevndin fyri Undan- taksstødu í Sovjetsam- veldinum. Undir hesum burði, tá eitt deyðfett barn varð borið í heim, fleyt blóð. Tá tað russiska tingið varð vart móti álop- unum frá herliðum, lótu fimm fólk lív. Hesar dagar hekk hetta veldiga landið við næstan 300 mill. íbúgvum á eggini til av- grundina. Nekulunda fast undir fótum hevdu bara teir, sum hava hesar 300 mill. aftan fyri seg, nevni- liga politikararnir. Ja, og sjálvt her er ein spurning- ur, hvussu álítandi grund- in undir hesum leikpalli- num er. Leikararnir skiftu heldur ofta, til at tað kundi vera ein álvarsligur leikur. Tíbetur fór eingin broyting av leiktjøldunum fram. Pallurin, har hesin kvikligi leikur fór fram — kringseting, bjarging og heimkoma hjá tí sovjet- tiska forsetanum, saman- brestirnir við tað russiska tingið, tøkan av kvett- monnunum, meguliga sjálvmorðið hjá einum av teimum — gjerdist ikki leikvellur fyri einum blóð- igum hópleiki: borgara- kríggi. Men bert nekur fá tet vóru eftir, til hetta hendi. Sum steðan er beint nú, er nógv ógreitt í seguni hjá hesum miseydnaða kvetti. Hver var leiklutur- in hjá teimum týðandi po- litikarunum, hver skrivaði leikritið? Kanska verður tað greitt um eina tíð... Kanska ikki. Í dag er tað heldur ein annar spurning- ur, sum er hevuðsspurn- ingurin: hví kundi hetta kvettið fara fram, hví var diktaturið um at gerast veruleiki í Sovjetsam- veldinum? Í 1985 fór Sovjetsam- veldið inn í eitt seguligt broytingarskeið. Glas- nost,sum kom saman við perestrojkuni, kveikti ein vekstur í tjóðskaparmed- vitinum, tráin hjá sam- veldisrepublikkum og sjålvstyrandi republikk- um til búskaparliga og po- litiska sjálvsteðu gjerdist sterri (sum t.d. Armenia, Georgia og Azerbajdjan). Tær baltisku republikkir- nar stremba eftir fullum sjálvstýri og loysing frá Sovjetsamveldinum. 20. august skuldi tann nýggi samveldissáttmálin verið undirskrivaður. Hevuðs- tátturin í honum er bú- skaparligur, ein sterri partur av inntøkunum hjá teimum einsteku repu- blikkunum skuldi verða verandi í landinum. Hetta hevði vissað sjålvstødu og veruliga menning hjá republikkunum. Men dag- in fyri kom so kvettið. Í Sovjetsamveldinum er í letuni mattrot. Í býti- num av verum, matverum og eðrum verum eins væl og bústaði, síggjast brek- ini í samfelagsskipanini í landinum so sjónsk. Meira ella minni væl fyri eru fólk tðindabaðið S0SIalurin Síða 15 Jelena Rastorgujeva er russisku Journalistur. Hon hevur arbeitt við blød í Moskva, í Fjareystri og Ukraina. Í lotuni býr hon í Danmark. í leiðandi stervum, tey, sum fáast við handil, tey, sum arbeiða í kooperativ- um, teir, sum virka í »ti svarta buskapinum«. Tann vanligi borgarin, sum arbeidir å ti andliga ella handliga økinum, og bóndin følir seg við sviðið soð. Steðan hjá pensio- nistum, brekaðum og einsamøllum mammum er út av lagi syndarlig: hung- urin stendur fyri durun- um. Serliga tung er steðan blivin teir seinastu mán- aðirnar. Inflatiónin í ti sovjettisku peningaskip- anini er versnað, og eftir peningaábeturnar hjá tí fyrrverandi sovjettiska fíggjarmálaráðharranum V. Pavlov — ein av kvett- monnunum — kom hon í hæddina. Ein varin met- ing setir inflatiónina til 400%. Sum altíð í ruðuleikatíð- um veksur talið av brots- gerðum. Hagtøl fyri brots- gerðir verða roknað út fyri hverjar 10.000 býbúgvar. Hetta talið er so stórt, at løgreglan langt síðan er givin vid at kanna mål um stuldur og liknandi brot (sum eru tær vanligastu brotsgerðirnar), hon kem- ur so dánt út yvir at skrá- seta hesar brotsgerðirnar. Við fátækdemi og hung- urshóttan og íðiligum samanbrestum millum tjóðir ymsastaðni í landi- num og øgiligur vekstur í brotsgerðum er sjálvsagt, at fólk vilja bert eitt: frið og mat. Og sovjettiskir borgarar halda, sum rætt er, at bert um skil kemur á, fáa teir hetta. Í traditio- nellari russiskari hugsan kann bara ein jarnherð hond fåa skil å. Politikar- ar vilja hava vald. Ti kom hetta kvettið hjá hesum átta politikarum, sum skipaðu Ríkisnevnd- ina fyri Undantakssteðu í Sovjettsamveldinum, ikki úr tómum heimi. Við fogr- um orðum um at seta skil á sum hjáputur toygdi jarnhondin seg eftir valdi- num. Sjónvarpsmyndir úr Moskva og Leningrad hava víst okkum tómar hyllar í handlunum, hús, sum ikki hava verið um- væld í langsamiligar tíðir, og hetta ber eisini boð um, at steðan er ring. Moskva og Leningrad eru risabýir við einum fólkatali, sum tilsamans er 14 milliónir. Men teir eru ikki alt Russ- land. Sovjetsamveldið er eitt veldugt fólkahav, sum rekkur frá Karpatunum til Kurilisku oyggjarnar, frá Hvítahavinum til Svartahavið, eitt óenda- ligt provinsielt hav uttan fyri stórbýirnar. Lívið gongur við eini aðrari ferð har, tað politiska virksem- ið har er nógv minni enn í hevuðssteðunum. Sókn- anin eftir einum breyðbita og stríðið fyri hann tekur nærum alla tíð og kreftir. Ein avdeyður flokstruk- turur hevur nóg“ at siga har enn, lógloysið hjá KGB og politinum, sum hava veruligt vald yvir fólki, er sterkt enn. Fyri meginpartin av fólkinum úti um landið, eru tær demokratisku broytingar- nar enn nakað, sum skal koma. Og tey bíða eftir teimum. Hvussu langa tíð, tí lógliga settu stjórn- ini við Mikhail Gorbatjov, forseta, á odda, krevst fyri at fremja hetta, fer fram- tíðin at vísa. Tann sovjettiski forset- in er uttan fyri vanda og er aftur farin at útinna skyldur sínar. Dagurin í dag er hansara dagur. Stuðulsfundirnir við tús- undtals moskvabúgvum, heilsanir og fagnanir vísa hetta greitt. Kvettið var vent móti grundlógini og móti fólki- num. Tá alt skal sigast, er forsetin í landinum ikki valdur av fólkinum, hóast samhugurin hjá fólki við hann beint nú er stórur og tað kann tykjast, sum hann er mestsum ein av- gudur hjá fjøldini i dag. Skuldi ein fólkaatkveða um, hvussu forsetin fyri Sovjetsamveldið skal veljast, verið í morgin, hevði honum ikki tervast at borið seg undan, sum hann hevur gjert einaferð. Eins og forsetin fyri Russ- land, Boris Jeltsin, hevði hann verið valdur við stór- um meiriluta við beinleið- is val. Aftur eitt dømi um at manerering millum greinarnar í grundlógini kann geva óvæntað úrslit, tá tú minst væntar tað. Men í morgin verður vanligur gerandisdagur. Lítið at eta, tómar hyllar í handlunum, og alt tað vanliga sjabbið og stríðið. Og rætt er, skil má koma á. Men ikki jarnhart, sum teimum dámar so væl at taka til í Russlandi, men vanligt skil. Sum er tað sama sum vanligt, menn- iskjansligt lív.