Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 159 — 31. august 1991 A - + — — * Fi. hesi løtu bora eftir olju bretsku megin markið. Uppá fyrispurning um hann heldur, at vit eiga at fara undir oljuvinnu, um samráðingarnar við danir geva eitt gott úrslit og um vit finna olju, sigur lands- stýrismaðurin, at fyrst eiga vit at kanna, hvat árin oljuvinna fer at hava á samfelagið. Kanna árinið Kemur tað so hartil, at olja skal takast upp úr undirgrundini, tá er spurningurin, um oljan skal í land her ella oljufelggini finna aðrar útvegir. Tummas Arabo heldur, at vit nú eiga at kanna vinnuna í Skotlandi og læra av teirra royndum. -Tað er m.a. hetta Svend Age Ellefsen, landsstýrismaður í orku- og umhvørvismålum og eg fara til Skotlands at kunna okkum um sigur Tummas Arabo at enda. jan Tryggingin 10 mill. kr. minni í kassan í ár: Avtala er longu gjørd um, at fóroysk fiskiskip skulu umbyggjast til supplyskip at arbeiða í oljuvinnuni í Norðsjón- um. Myndin her er av Hallarkletti, sum eftir ætlanini skal brúkast til umrødda endamál. Mynd kalmar Siglingin um Vestmannasund Í summar hava bæði SAM og TERNAN I rekt sigl- ingina um Vestmanna- sund. Frá í morgin, leygar- dagin 31. august, verður hetta nakað skorið niður. TERNAN I kemur nú bert at sigla fyrrapartar fyrsta túr av Oyragjógv kl. 07.00, og seinsata túr av Oyragjógv kl. 13.00. Seinnapart fríggjadag fer ternan í eisini at sigla frá kl. 17.00 til 20.00. Leygardagar verður TERNAN I ikki í sigling. Sunnudagar | verður TERNAN I í sigling frá kl. 14.00 til 18.00. Frá hálvum oktober fer bert SAM aftur at rekja Føroya Delld: Amnesty International, Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku- dag og fríggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816 siglingina um Vestmanna- sund. SAM røkti eisini seinasta vetur siglingina um Vestmannasund. Síða 13 Kollveltandi broytingar í biltryggingini -ma. skulu elitubilfórarar tvs. teir, sum eru á lægsta avsláttarstigi, fáa pengar aftur gera teir ongan skaða. Tryggingarsambandið Føroyar fer við árslok í ár at fáa 10 mill. kr. minni inn í tryggingargjøldum enn fyri árið í fjør. Hetta er ein sera óheppin gongd, og tí fer stovnurin nú at gera ymsar broytingar í akfarstryggingunum. Bjartur Dalsgarð, vara- stjóri sigur, at ein av broytingunum er hon, at elitukoyrararnir verða pre- mieraðir á tann hátt, at teir fáa pengar útgoldnar aftur fyri ongan skaða at gera. I dag er skipanin tann, at ein kann gera ein skaða innanfyri tvey tryggingar- ár uttan tó at tryggingar- gjaldið hækkar. Tað verður avtikið, tí í ti skipanini verða bert teir, ið gera skaða, premieraðir. -Vit vilja fegin premiera teir, sum ikki gera skaða. Tað verður tí koppað á, soleiðis at teir bilførarar, sum eru á lægasta trygg- ingarstigi og ongan skaða gera, fáa eitt sokallað risi- kogjald endurgoldið. Hett- a er eitt ávíst prosentgjald. Er talan um eina kasko- trygging so kann tað blíva til pengar. Uppá fyrispurning hví hetta nú verður gjørt Sigur Bjarti Dalsgaard, at or- søkin er tann, at tann tungi endin er farin at venda uppeftir tvs. at teir sum rinda lítla premiu gera nógvar skaðar. Skaðabótin á 11. avsláttarstigi er ov stór. Og verður hetta tí broytt. -Við at taka við ti einu hond geva vit út við hin- ari, og tí geva vit ístaðin pengar út til teir sum ikki gera skaða. Vit meina tá, at vit koma at gjalda minni enn tað vit í dag rinda í skaðabót sigur Bjartur Dalsgarð. Hann sigur víðari, at teir koma eisini at gera aðrar radikalar broytingar. Eitt nú „við kaskotryggingini. Í dag verður skrokkgjaldid roknað eftir skrokktrygg- ing. Nú er so ætlanin, at bilurin skal tryggjast til nývirði og ein nývirðis- trygging kemur í gildi. Uppá fyrispurning um skaðarnir eru í øking sigur hann, at eingin vøkstur er, men tað eru aðrar orsgkir til, at Tryggingarsamband- ið nú noyðast at finna nýggjar útvegir fyri at minka um lækkingina í inntøkum. Teir rokna við at hava eina minking í trygging- argjøldum uppá 10 mill. í 1991 verður ikki okkurt gjørt nú. Tað kemst av at eingir nýggir bilar verða teknaðir og minkandi sela av brúktum og at fólk lækka skrokktryggingina so nógv. -Hetta er við at gerast ein stórur trupul- leiki hjá Tryggingini sigur Bjartur Dalsgarð. Hetta gera fólk fyri at sleppa so biliga sum møguligt, men so kunnu tey koma i ta stødu, at tey snita seg sjålvan, at tey koma i eina ogntryggingarstødu. -Vit hava ikki råd til at missa 10 mill. kr. og kunnu heldur ikki sita og hyggja at. Okkurt má ger- ast og tí fremja vit nú ymsar broytingar, sum fólk fáa kunnleika um í einum faldara, sum verður sendur í hvørt hús. Hann sigur annars, at tryggingargjaldið fyri nýggjar bilar fer ikki at hækka men fyri eldri bilar verður ein ávís hækking. Hana er ætlanin at gera í fýra stigum innan eitt ár. jan