mikudagur 4. september 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 161 — 4. september 1991
Nú er Brynjer
einsamallur um
alt vidlikahaldid
Triggir skúlatænarar vóru
skúlanum, men nú eru tveir teirra spardir
burtur. Brynjer Gregoriussen, sum nú er einsa-
mallur sigur, at nógv kemur at liggja á láni ti
skúlin er frammanundan niðurslitin
Brynjer Gregoriussen hev-
ur verið skúlatænari á
Kommunuskúlanum í
Havn í mong ár. Aftrat sær
hevur hann havt tveir
timaløntar skúlatænarar,
og teir hava allir havt úr at
gera. Men nú er Brynjer
einsamallur tí hinir báðir
fullu fyri spariknívinum
hjá býráðnum seinasta
fríggjadag.
Brynjer Gregoriussen
dylur ikki, at hann skilir
ikki rættiliga hvat mein-
ingin er. Einsamallur á ein-
um skúla sum Kommunu-
skúlanum fær hann bert
gjørt tað mest neyðugt, og
mangt má tí liggja. Teir
høvdu keypt sær måling til
at hampa um gamla real-
skúlabygningin, men hon
fer ikki úr blikkunum av
sær sjálvari. Eisini høvdu
teir ætlanir um at gera
ávísar åbøtur nú áðrenn
kvøldskulin byrjar, men
tað verður eisini av ong-
um.
Brynjer vísir á, at
Kommunuskúlin er sera
nógv brúktur til alt møgu-
ligt virksemi, umframt sítt
veruliga endamál, og
krevur tí nógv viðlíkahald.
Eingir pengar
Jákup Simonsen, deild-
arleiðara á býráðnum hev-
ur umsitingina av skúla-
gkinum um hendi. Hann
sigur, at avsettar vóru
450.000 krónur til tíma-
lønta skúlatænastuhjálp í
á
á Kommunu-
1989. Árið eftir vóru
50.000 skornar av, og í ár
vóru ikki fleiri enn
200.000 avsettar. Hesir
pengar eru brúktir, og tí
hava teir timaløntu skúla-
tænararnir fingið boð um
at fara heim.
tór.-
Brynjer Gregoriussen er
nú einsamallur um alt
viðlíkahaldið á
Kommunuskúlanum.
Hvussu í allari víðu verð
skal eg klára tað, spyr
hann
Landsstýrið tikið
av tilboðum til
Suðuroyar sjúkarhús
Nú vantar bert at taka stóðu til tilboðini upp á
múraraarbeiði og gålvåleggingina
Landsstýrið hevur nú tikið
stóðu til tilboðini, sum inn
komu í samband við Suð-
uroyar Sjúkrahús. Arbeiðið
varð boðið út í 1989, men
tá var avgjørt, at steðga
byggingini fyribils. Lands-
stýrið hevur nú vent sær til
tey, sum tá høvdu tey
lægstu boðini, um at regu-
lera tey til dagsprísir.
Á landsstýrisfundi í gjár
góðtók landsstýrið tilboð
fyri tilsamans 35,6 milli-
ónir.
Tey, ið skulu gera tey
ymisku arbeiðini eru hesi:
Kanjon í Klaksvík skal
gera timbur og grótlaðing
fyri ávikavist 2,3 og 3,4
milliónir. Byggifelagið G.
Waagstein í Havn skal
klæða bygningin fyri 10
milliónir. Snikkaravirkið
hjá Paula Lava í Froðba
ger snikkaraarbeiðið fyri
3,7 milliónir. Smiðjuar-
beiðið fer P/F Drelnes at
III ————————
gera fyri 1,2. Litaval í
Vági fer at leggja á gólvini
fyri 1,4. Málaraarbeiðið
fer Henning Sørensen á
Argjum at taka sær av fyri
1,2 milliónir. Poul Eli
Bærentsen av Tvgroyri fer
at gera hita og sanitets-
arbeiðið fyri slakar 6
milliónir og Bent Morten-
sen í Vági ger ventilatións-
arbeiðið fyri 2,9 milliónir.
P/F Simo á Tvøroyri ger
el-arbeidid fyri 2,7 og
felagið KONE í Danmark
skal lata lyftina fyri
845.000 krónur.
Nú eru bert múrara-
arbeiði og innbúgv eftir at
taka stóðu til.
tór.-
Soleiðis fer Sjúkrahúsið í
Surðuroy at taka seg út tá
liðugt er
Síða 3