Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. september 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Landsdjóralæknin: Mesti smittuvandin í Vestmanna Leygardagin í hinari vik- uni vóru bæði stál- og træanlegg í alibrúkinum á Lómundaroyru tikin til lands, so tey kundu tak- ast upp. Fyrradagin vórðu anleggini tíkin upp, og áðrenn vikan er úti skulu tey vera viðgjørd, so tey ikki kunnu bera furunku- losuna víðari. Nótir og fiskur tíkin upp Tað vil siga, at træan- leggið skal brennast og stálanleggið takast sund- ur, vaskast og sóttreins- ast. - Men høvudsarbeidid at fyribyrgja smittuni at breida seg, er langt sidani 0 me gjørt, visir Åki Morten- sen, landsdjóralækni, á. - Tað hendi, tá nótirnar eins og allur deyður og livandi fiskur í brúkinum vórðu tíkin upp, sigur Áki í viðmerking til grein í blaðnum leygar- dagin, ið snúði seg um, at tað gekk ov seint fyri seg at beina fyri smittuni. Vantandi samstarv - Nótirnar vórðu lagdar í sóttreinsandi formalin- loysing, meðan fiskurin varð lagdur í meyrusýru, og alt hetta varð gjørt undir djéralæknaeturliti, sigur landsdjóralæknin. Áki Mortensen Sigur, at harvið eru 99 prosent av smittuvandanum frá sjålvar stødini fyribeind. Um orsøkirnar fyri, at tad hevur gingid seinni fyri seg, enn hann kundi ynskt, at vidgerda målid, sigur landsdjóralæknin, at fyribeining av alifiski skal góðkennast av lands- stýrinum, og hartil hevur tað gingið striltid at fáa eigararrar av alistødini at lata tilfar, amboð og fólk til arbeiði, soleiðis Sum teir eiga at gera sam- bært reglunum. aftur í bræði Hver viðgerð verður vald fyri restina av umhvørv- inum, veit djóralæknin ikki at siga í løtuni, og verða víðgongdar loysnir valdar, sum t.d. at tóma vatnið, so ger landsdjóra- Langt síðani ;;, fyribeindur Tey allartýdningar- mestu tiltókini at beina fyri smittuvand- anum eru langt síðani gjørd, sigur Áki Mort- ensen, landsdjóralækni: nótirnar eru tiknar upp og allur fiskur er fyri- beindur. Óivað er smitta í umhvørvinum framvegis, men enn er ikki avgerð tikin um, hvat skal gerast við tann spurningin læknin tað ikki av einsa- mallur. Tað má roknast sum givið, at villfiskurin er smittaður og at smitta eisini er í móruni og byrgingini. So mikið er vist, at aling verður ikki loyd aftur i brædi. Vandi er fyri, at ali- stødirnar nidri i Vest- manna fåa smittuna, men tað er so gott sum ógjór- ligt at siga hvussu stórur hesin vandin er, sigur landsdjóralæknin. ówh Ikki Oonøgdir Åki Mortensen, landsdjóralækni, sig- ur, at hann kennir einki til, at alarar i Vestmanna hava ver- ið misnøgdir vid ar- beiðið hjá sær, sum tað kundi skiljast í leygardagsblaðnum Sosialurin er kom- in eftir, at her er misskiljing komin í. Alararnir í Vest- manna hava verið 6- tolnir eftir, at skjótt var borið at, so teir kunnu kenna seg so tryggar sum gjør- ligt. Men teir hava onga orsgk fyri at kasta landsdjóra- læknanum fyri hans- ara arbeiði í- mál- inum. ówh sarnir koyra ikki - Vit vita ikki, hvat landsstýrið vil. Sleppa vit at koyra buss ella ikki? Stóðan hjá bussfórarunum er so ótrygg, at onki annað er at gera enn at leggja arbeiðið niður, sigur Essa Petersen, formaður í Føroya Bussfelag. Felagið hevur steðgað busskoyringini í 24 tímar og hevur annars sent út hetta tíðindaskriv: Bussferararnir hjá Bygda- leiðum leggja mikudagin 4. september alla koyring- ina niður í 24 tímar. Hetta verður gjørt sum mótmæli ímóti framferð- ini hjá Feroya Landsstýri mótvegis limum okkara, ið allir hava sáttmála við landsstýrið um koyring fyri Bygdaleiðir. 1. Feroya Landsstýri skrivaði 10. apríl til sáttmálatakararnar og bóðu teir um at koyra til 31. desember 1991 eftir tí sama sáttmála, ið var galdandi fram til 15. apríl. Eisini skriv- aði landsstýrið, at sam- band skuldi verða tikið upp millum partarnar um tær serskildu avtal- urnar, ið bussførarar- nir hava við landsstýr- ið. Hetta er tann sátt- málin, ið sigur, hvussu nógva koyring, avtala er gjørd um. Nú 4% mánað eftir er eingin sáttmáli undirskrivað- ur, og er tað sera 6- heppið fyri limir okk- ara at koyra eftir ein- um sáttmála, ið ikki er undirskrivaður. Aftrat hesum verða limir okk- ara avroknaðir á ein hátt, ið ikki er í sam- svar við brævið frá Feroya Landsstýri. 2. Limirnir í Bussfelag- num fáa einki at vita úr Landsstýrinum um, hvat skal henda við Bygdaleiðum eftir 1. januar 1992. Onkuntíð ljóðar, at ell koyringin skal útbjóðast. Aðrar tíðir frætta vit, at koyringin skal vera, sum hon er, og uppaft- ur aðrar tíðir ljóðar, at ein partur av koyring- ini skal bjóðast út. Minni enn 4 mánaðir eru eftir av árinum, og einki endaligt fyriligg- ur enn úr landsstyrin- um. Summir av buss- førarunum hjå Bygda- leiðum hava seinastu 18 mánaðirnar fingið 3 uppsøgnir frá lands- stýrinum, og ganga nú Í óvissuni um, hvat fer at henda 1. jan. 1992. Hetta eru ótolandi við- urskifti hjá limum okk- ara at vera í og virka undir. 3. Síðani ferðaætlanin varð broytt 15. apríl og síðani aftur í juli mán- aði, tá endalig ferða- ætlan varð prentað og útgivin, hava bussfer- arar ferð eftir ferð gjørt vart við, at rututíðir- nar vóru niðurskornar soleiðis, at ikki bar til at koyra ruturnar á for- svarligan hátt. Feroya Landsstýri lovaði, at hetta skuldi verið broytt, men eftir at ferðaætlanin nú hevur verið í gildi í 444 mán- aðir, er einki hent enn. Bussfelag Feroya hev- ur skrivað bræv til Fer- oya Landsstýri, har kravt verður, at hetta skuldi koma í rættlag innan 23. august, men hesum hevur lands- stýrið ikki tímað at svarað til. 4. Eitt annað, ið Bussfe- lagið hevur kravt at landsstýrið fekk í rætt- lag innan 25. august, er niðurskurðurin hjá lim- um okkara. Summir limir eru so nógv niður- skornir í koyring, at illa ber til hjá teimum at halda fram. Sam- ferðslunevndin hjá leg- tinginum samtykti 24. apríl í ár, at niður- skurðurin í koyringini hjá Bygdaleiðum skuldi verða javnur millum bussferararnar, men heldur ikki hetta hevur landsstýrið givið sær far um. Bussfelagið sær seg ikki hava nakran annan megu- leika fyri at fáa svar úr landsstýrinum, enn at seta bussarnar í 24 tímar. Bussfelagið harmast um, at hetta fer at raka ferða- fólk okkara, men eins og vit fleiri ferðir áður hava víst á, er tað sera týdning- armikið hjá okkum at fáa hesi viðurskifti í rættlag.